Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2009 Kringvarpið kann gera júst sum tí lystir. Rúni Heinesen og Kringvarpsstýrið leggja onki í, hvat Helena Dam á Neysta­ bø og Landsstýrið siga, tí Kringvarpið er ein stovnur, sum er óheftur av politisku skipanini. Bjørn á Heygum, advokatur, gevur kringvarpsstýr­ inum rætt og Torbjørn Jacobsen, tingmaður, er í øðini inn á lands­ stýriskvinnuna Kringvarp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Kringvarpsstýrið heldur fast við, at ein Jón Brian Hvidtfeldt er nógv mikið at stýra tíðindunum hjá almenna Kringvarpinum. Hinvegin er Kringvarpið ikki meira alment enn so, at tað í grein trý í lógini um Kringvarp stendur, at Kring­ varpið er óheft av politisku skipanini, og tí er lógarfest, at Kringvarpið ikki nýtist at góðtaka viljan hjá politisku skipanini, og henda rætt nýtir stýrið. Tí situr Helena Dam á Neystabø í eini óhepnari støðu, tí hon vil fegin, at tingið fær sín vilja, sum er, at tað skulu tveir tíðindaleið­ arar til Kringvarpið. Sosialur­ in hevur tosað við Helenu Dam á Neystabø, sum Bjørn á Heygum, advokatur, sigur um, at hon í veruleikanum bara hevur ábyrgd av økin­ um, men onga ávirkan hevur á, tí ávirkanin er avreidd í grein trý í Kringvarpslógini, men tað einasta hon sigur er, at hon skal seta seg inn í mál­ ið. Sosialurin hevur eisini roynt at fáa orð á Rúna Heine­ sen, formann í Kringvarps­ stýrinum, fyri at fáa at vita, hví Kringvarpsstýrið heldur á fram at arbeiða ímóti polit­ iska viljanum, men hann sig­ ur seg ikki hava tíð. Eisini hevur Sosialurin roynt at tosa við aðrar limir í stýrinum fyri Kringvarpið, men stýris­ limirnir vísa til formannin. Skrivið til MMR Hóast stýrið fyri Kringvarp­ ið ikki úttalar seg um málið í dag, so hevur tað sent eitt skriv til Mentmálaráðið, har tað vísir á, at tað ikki ber til, at tilvildarlig lands­ stýrisfólk skulu stýra Kring­ varpinum, samstundis sum tað er lógarfest, at Kring­ varpið er óheft av politisku skipanini. Til tað sigur Bjørn á Heyg­ um, advokatur, at hetta er ein óheppin orðing, sum burdi verið orða øðrvísi, við at politiska skipanin ikki skal blanda seg í tað redakti­ ónella hjá Kringvarpinum, tí hetta hevði verið ein nóg góð trygd fyri fólkaræðið. Helena Dam á Neystabø vil ikki enn úttala seg, um ætlanin er at broyta lógina. Eisini vísir stýrið á, at skulu bygnaðarligar broyting­ ar gerast, so kemur hetta at tyngja fíggjarliga hjá Kring­ varpinum, sum longu er kroyst frammanundan. Har­ afturat leggur stýrið framveg­ is stóran dent á, at Kristina Háfoss, fyrrverandi menta­ málaráðharri, hevur góðtikið bygnaðin hjá Kringvarpinum, og hest tulking heldur stýrið fast við. Hesin leistur ber í sær, at Kringvarpið kann hava ein tíðindaleiðara til tvær óheftar tíðindaeindir í somu deild. Tó kemur eisini fram, at tað ikki var eitt samt Kring­ varpsstýri, ið sendi skrivið til Mentamálaráðið. Sosialurin hevur tosað við stýrislimin, ið sigst vera ímóti, men hann vísir bara til formannin í stýrinum. Tobbi í øðini Hinvegin er Torbjørn Jac­ob­ sen, tingmaður, sum hevur verið sera virkin í kring­ varpsmálinum, ovfarin av støðuni í Kringvarpinum. ­ Orsøkin, til at vit eru komin her til, hevur onki við lógarsmíðið at gera. Tað er Helena Dam á Neystabø, sum ikki hevur givið nóg greið boð, tí vit hava ongan­ tíð fingið at vita, hvat hon heldur. Hon tosar bara um, hvat onnur siga, og nú eru vit komin hartil, at hvør Hanus og Janus kann tulka lógina, sum politiska ætlan­ in aftanfyri hevði eina greiða meining um, og tað tí ikki skuldi verið nakað ivamál, sigur Torbjørn Jac­obsen. Hann leggur aft­ urat, at hetta í veruleikanum ikki eigur at hava nakað við tingið at gera, men er ein spurningur millum menta­ málaráðið og eitt stýri undir stovninum. Torbjørn Jac­obsen slær fast, at bólturin hevur verið á hálvini hjá Helenu Dam á Neystabø alla tíðina, og at hon onga roynd hevur gjørt at fáa hann yvirum. ­ Alt málið er merkt av politiskum ódugnaskapi, sigur Torbjørn Jac­obsen. Helena Dam á Neystabø vísir hinvegin á, at tað var eitt landsstýrisfólk í hansara flokki, ið hevur latið støð­ una gerast til veruleika. Óskiljandi støða Torbjørn Jac­obsen dugir heldur ikki at skilja, hvussu Bjørn á Heygum kann taka undir við stýrinum hjá Kringvarpinum. ­ Tað kom greitt fram í orðaskiftinum, at tað skuldu vera tvær tíðindadeildir, og tí skilji eg ikki, hvussu Bjørn á Heygum kann taka undir við stýrinum. Tað arbeiðir beinleiðis ímóti ætl­ anini í lógini og øllum orða­ skiftinum aftanfyri, sigur Torbjørn Jac­obsen, sum ikki skilur, hvussu ein stovn­ ur undir einum landsstýri kann hava størri avgerðar­ rætt enn landsstýrisfólkið. ­ Nú er mann endaður í einum almennum eljustríð­ ið, tí landsstýriskvinnan ikki hevur verið før fyri at taka eina støðu. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, greiðir frá, at hon fer at seta seg inn í konkreta málið, at hon fer at tosa við síni fólk og at hon fer at arbeiða fyri einari loysn, sum øll kunnu liva við. Eisini kringvarpsstýrið, sum landsstýriskvinnan heldur hava gløgg fólk sum limir. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur roynt at fáa tveir tíðindaleiðarar í Kringvarpið, men Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, vil ikki bukka undir fyri einum tilvildarligum landsstýrisfólki Kringvarpsstýrið kann ikki stýrast Fritzl í rættinum Rættarmálið ímóti eysturríkaranum Josef Fritzl byrjaði í dag. Hann er ákærdur fyri morð, trælahald, inc­est, burturflyting og fyri at hava neyðtikið eina dóttir sína meiri enn 3.000 ferðir tey 24 árini, hann hevði hana sitandi fanga í kjallaranum. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa millum 15 ár og lívlanga fongsulsrevsing. Avgerandi fyri dómin er, um Fritzl verður dømdur fyri morð, tá eitt av børnunum, sum hann fekk við dótturini, doyði í kjallaranum tríggjar dagar eftir, at tað var borið í heim. Taliban sinnað at tingast Leiðarin í Taliban, mullah Omar, sigur seg nú vera til reiðar at tingast við afghonsku stjórnina um frið. Sostatt tekur hann av innbjóðingini frá Hamid Karzai, forseta, sum herfyri segði, at tað ber ikki til at fáa frið í Afghanistan uttan at tosa við Taliban. Taðsmaðurin hjá mullah Omar, Abdullah Anas, sigur við blaðið The Sunday Times, at Taliban hevur styrkt sína støðu í Afghanistan, men at rørslan kortini ikki hevur ræðið í landinum. Hann ásannar, at viðurskiftini eru ikki tey somu sum í 1996, tá Taliban tók valdið í Afghanistan.