mánadagur 16. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 52 - 16. mars 2009
Lugovoj vil vera borgarstjóri
Alt bendir á, at Andrej Lugovoj fer at stilla upp til
borgarstjóravalið í russiska bnýnum Sochi, sum er suðuri við
Svartahavið. Lugovoj er heimskendur, tí sambært bretsku
løgregluni var tað hann, sum myrdi fyrrverandi russisdka
fregnartænastumannin Alexander Litvínenko í London á heysti í
2006 við at geva honum geislavirkna evnið polonium 210. Bretar
hava kravt at fáa Lugovoj útflýggjaðan til rættarsókn fyri morðið,
men Russland vil ikki senda hann av landinum. Lugovoj, sum er
fyrrverandi KGB-maður, er nú tinglimur, men ætlar sær sambært
AFP at vera borgarstjóri.
Betri eftirlit við vápnum
Týski ríkiskanslarin Angelas Merkel vil hava strangari
vápnaeftirlir í Týsklandi, eftir at ein 17 ára gamal drongur
skeyt 15 fólk seinasta mikludag. Í einari útvarpssamrøðu
um vikuskiftið segði kanslarin, at sorgarleikurin í
Winnenden vísti, at tað er neyðugt at herða eftirlitið við
vápnum og lóðuri. Hinvegin ásannar Merkel, at hóast
eftirlitið verður hert, fer tað ongantíð at bera til at forða
fyri, at tílíkt hendir. Tann 17 ára gamli Tim Kretschmer
drap tríggjar lærarar og níggju næmingar á einum skúla,
og seinni skeyt hann trý fólk afturat, áðrenn hann tók
lívið av sær.
Atlantic Airways:
Privatur stóreigari í øðini
Neyðugt at
seta peng ar
í Atlants flog
Johan Dahl,
landsstýrismaður í
vinnumálum, hevur
á einum fundi við
privatar partaeigarar
í Atlantsflogi sagt, at
tað verður neyðugt
hjá tí almenna at seta
pening í Atlantsflog
aftur, og at hann tí
vil hava fult vald í
nevndini
AtlAntsflog
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í einum uppriti frá einum
fundi
seinasta
týsdag
millum
Johan
Dahl,
lands stýris mann í vinnu-
málum og stóru privatu
parta eigararnar í Atlants-
flogi,
sum
Sosialurin
hev ur fingið innlit í,
standa fleiri heldur løgnar
út sagnir frá vinnu mála-
ráð harranum.
Uppritið, sum vit hava
fingið innlit í, er skrivað
av privatu parta eigarun-
um.
Teir
eru
Arni
Gunnars son,
leiðandi
stjóri í Air Iceland, Petur
Eiriks son, nevndarlimi í
Atlants flog og Adrian
Nosk with,
flogvinnu-
entreprenørur og størsti
ein staki
privati
parta-
eigarin í Atlantsflogi.
Eftir hesi fundarfrasøgn
at døma hevur Johan
Dahl viðgingið, at tað var
eitt mistak, at 2/3 av flog-
felagnum
ikki
vóru
privatiseraðir. Hann skal
eisini
hava
sagt,
at
hansara egna meining er,
at tað almenna skal keypa
parta brøvini
aftur
frá
privatu íleggjarunum.
Tá Arni Gunnarsson
hevði tosað um orsøkina
til at Air Iceland setti
pening í Atlantsflog, og
nevndi at synergieffektir
og møgulig samanlegging
kundi koma upp á tal,
segði Johan Dahl, at
føroyska stjórnin møgu-
liga fór at keypa Air
Iceland.
Almenna má seta
pening í aftur
Umframt
at
føroyska
stjórn in
møguliga
skal
keypa Air Iceland, so skal
Johan Dahl eisini hava
sagt, at óansæð hvussu
víkur og vendir, so verður
neyðugt hjá tí almenna
fyrr ella seinni at seta
nýggj an pening í Atlants-
flog, og at tí vil hann hava
fult vald í felag num.
Eisini skal hann hava
sagt, tá Adrian Noskwith
róði upp undir at Johan
Dahl fer at kroysta leiðsl u-
na frá gjøgnum nevnd ina,
at hann einki kann gera við
leiðsluna, og at tað er
nakað, sum nevndin má
taka støðu til. Tá Adrian
Noskwith so hevur kallað
Johan Dahl ein góðan
politikarar sum aftursvar
til hetta, so skal hann
sjálvur hava sagt, at hann
er »ein góður politikari og
ein
góður
businessmaður«.
Vil verja sjófar
leiðina
Ein av høvuðsorsøkunm
til at Johan Dahl vil hava
fult ræði í Atlantsflogi og
at tað almenna skal eiga
allan
partapeningin
í
Atlants flogi, skal sam-
bært Johan Dahl eisini
vera, at hann vil varðveita
sjó farleiðina
millum
Føroyar
og
Danmark
(Smyril Line, blm.), tí at
tað er ein alneyðug farleið
fyri landið.
Onga viðmerking
Tá vit ringdu til Johan
Dahl at fáa viðmerking
til hesi tingini, hann skal
hava sagt við privatu
parta eigararnar,
segði
hann seg als ikki vilja
gera nakrar sum helst
við merkingar til nakað
sum helst viðvíkjandi
Atlants flog.
- Tað er eitt børsskrásett
felag, og tí kann eg undir
ongum umstøðum sum
lands stýris maður
gera
vi ð merkingar til felagið í
almenna rúminum. Teir
politikarar, sum nú royna
at loypa øði í grindina eru
djúpt óseriøsir, og eg vil
als ikki gera nakrar sum
helst viðmerkingar, sigur
Johan Dahl.
Johan Dahl vil hava fult vald í Atlantsflog. Tað
hóvar ikki størsta privat partabrævaeigaranum
Mynd: Jan Müller