mánadagur 16. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 52 - 16. mars 2009 ]
20
Oddmar Nielsen vann leygardagin sína fyrstu kapping, og
kann nú kalla seg føroyameistara á 12 metrum
Oddmar Nielsen er
ungdómsmeistari
Leygardagin var føroyameistarakappingin á 12 metrum
hjá teimum yngru. Næsta vikuskifti kappast tey á 15
metrum.
12 børn luttóku í kappingini, ið varð hildin í
kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík, har
bogaskjótifelagið Ørvur heldur til.
At kappingin var í Runavík sá eisini út at seta síni
spor. Heili 9 av skjúttunum vóru úr Ørvi.
Innleiðandi skutu bestu skjúttarnir langt undir tað,
sum tey vanliga klára. Besti skjúttin, Oddmar Nielsen,
fekk bert 480 stig, sum er langt niðan fyri tað, øll trý
tey fremstu vanliga fáa.
Tá komið var í finalurnar broyttist eitt sindur, og
bestu skjúttarnir fóru frá hinum. Í fjórðingsfinalunum
vunnu fýra teir bestu skjúttarnir sínar dystir rættiliga
trygt, so lagt var upp til nakrar áhugaverdar
semifinalur.
Tær blivu eisini rímiliga javnar, og endin varð, at
Sirið Rein og Oddmar Nielsen skuldu skjóta um
føroyameistaraheitið, og Odd Andreassen og Jógvan
Olsen skuldu skjóta um triðja plássið.
Bronsudysturin gjørdist ongantíð veruliga
spennandi, tí Odd Andreassen vísti nú skjóting, ið
hann plagar at hava. Men Jógvan Olsen, sum er
rættiliga nýggjur í kappingum, hevur rós uppiborið fyri
sítt íkast. Hann fekk eisini persónligt met í kappingini.
Gulldysturin millum Oddmar Nielsen og Sirið Rein
skuldi blivið ein spennandi dystur, og skjótingin hjá
báðum var rættiliga góð, líka til Sirið Rein bert fekk
fimm stig fyri ein píl. Eftir tað koyrdi Oddmar Nielsen
tað heim, og kann nú kalla seg føroyameistara á 12
metrum, eftir at hava vunnið við 104 stigum ímóti
teimum 97 hjá Sirið Rein.
eij.
Jógvan Niclasen og
Hans Petur Højgaard
hava víst bestu og
javnastu skjótingina
yvir allan veturin,
og hóast skjúttar
eru, ið kunnu hótta
teir báðar, ávika
vist í compound og
recurve, so mátti teir
metast sum favo
rittar til føroya meist
araheitið. Hetta livdu
báðir upp til
Bogaskjóting
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hæddarpunktið í heimligu
kappingini
í
innandura
boga skjóting er uttan iva
føroymeistarakappingin. Í
ár varð hon hildin í høllini á
Giljanesi, og heili 23 skjútt
ar luttóku. 10 í compound
og 13 í recurve.
Hóast Jógvan Niclasen
og Hans Petur Højgaard
hava verið bestu skjúttarnir
í ár, so eru fleiri skjúttar, ið
hava hótt teir báðar, og
kapp ingarnar
eru
bara
vorðn ar javnari, sum veturin
hevur liðið.
Compound
Tá innleiðandi kappingin í
Compound var liðug, vóru
tríggir skjúttar, ið vóru ein
flokk hægri enn hini. Jógv
an
Niclasen,
Magnus
Andrea s sen og Kaj Jo
hanne sen høvdu millum
573 og 568 stig av 600
møguligum. Hetta er sera
góð skjóting.
Sterkasti skjúttin aftan
fyri teir, var Sigrid Vang
við 560 stigum. Hon hevur
framvegis ikki játta, at hon
verður við til Oyggja leik
irnar, har hon annars hevur
vunnið nógv heiðursmerki
fyri Føroyar.
Fjórðingsfinalur
Í kvartfinalunum vóru tað
framvegis
hesir
tríggir
skjútt ar, ið vístu sterkastu
skjótingina, sum var á høg
um støði, men nú kom Nikk
el Petersen eisini upp í
leikin, og koppaði Sigrid
Vang við 115 stigum ímóti
111. Í hinum dystunum vann
Jógvan Niclasen á Rak ul
Dam,
sum
er
mamma
hansara, við fýra stigum.
Kaj Johannesen koppaði
vete raninum, Alberti Dam,
við fimm stigum og Magnus
Andreassen vann bert við
tveimum stigum á Hans
Asbjørn Eysturdal, sum fyri
kortum hevur fingið ein
boga, ið passar til hans ara.
Hálvfinalur
Í hálvfinalunum var veru
liga lagt upp til sterka og
spennandi skjóting, tá allir
fýra skjúttarnir skutu sera
javnt í umfarinum framman
undan.
Hetta vísti seg eisini at
verða til veruleika, men
Nikk el Petersen livdi ikki
upp til umfarið framman
undan, og so var laga manni
hjá Jógvani Niclasen at
skjóta seg í finaluna. Hann
vann við heili sjey stigum,
sum er rættiliga nógv, tá
komi er so langt áleiðis.
Í hinum dystinum skutu
Magnus Andreassen og Kaj
Johannesen. Hetta bleiv ein
heilt javnur dystur, har numm
ar 10 í heiminum, Magn us
Andreassen, megn aði at vinna
við tveimum stig um.
Finalur
Í bronsudystinum megnaði
Nikkel Petersen aftur at
finna
góðu
skjótingina
fram, og eftir ein javnan
dyst vann hann við tveimum
stigum á Kaj Johannesen,
har luftin sýntist at vera
farin úr balónini.
Í gulldystinum gekk sera
javnt á, og tá seinasta
um farið skuldi byrja var
bara eitt stig, ið skilti skjútt
arnar. Men tá vísti Jógvan
Niclasen, hví hann fram
vegis er sterkasti skjúttin í
landinum, tá hann fekk 30
stig, sum er tað mesta, ið til
ber at fáa. Magnus Andreas
sen megnaði ikki at fylgja
við, og fekk til hansara
stóra vónbrot bara 27 stig.
Tískil staðfesti Jógvan
Niclasen enn eina ferð sína
støðu sum sterkasta com
poundskjútta í landinum.
Recurve
Í innleiðandi recurve kapp
ingini var bara Hans Petur
Ársins skjútti hjá
teim um vaksnu boga
skjúttunum hevur
ikki verið valdur í
fleiri ár, men í ár vóru
fleiri um boðið, til
at fáa henda stóra
heiður. Endin varð,
at bogaskjótideildin
valdi Torfinn Hansen
úr Vágaskoti fyri sítt
arbeiði bogaskjóting
at frama
Millum orsøkirnar til, at
hann varð valdur nevndi
Schandorff Vang, formaður
í bogaskjótideildini, at Tor
finn Hansen ongantíð er
bang in fyri at taka eina
hond í, tá fyrireikast skal til
kappingar og venjingar, og
í gjár hevði hann longu
koyrt alla útgerðina hjá
Ørvi í bilin og var klárur at
koyra til Runavíkar við
henni, hóast hann býr í
Vág unum, áðrenn heiðurs
merkini vóru latin.
Nøkur onnur vóru eisini
nevnd sum kandidatar til
ársins
skjútta.
Magnus
Andreas sen fyri sítt frálíka
tíggjunda plássi til HM,
Annika Vang fyri sína lut
tøku í HM og fyri sítt ar
beiði í Ørvi, Nikkel Petersen
fyri síni úrslit í uttandura
HM í Turkalandi og fyri sítt
arbeiði í Ørvi, Jastrid Jen
sen fyri sítt áræði í Tambum
og Jógvan Magnus Andreas
sen fyri alt sítt arbeiði boga
skjóting at frama. Men tá
alt kom til alt, vísti tað seg,
Torfinn Hansen ársins skjútti
Favorittarnir vunnu FM
Hans Petur Højgaard vann enn eina ferð føroyameistaraheitið
í bogaskjóting. Honum næstur var Eirikur í Jákupsstovu.
Báðir eru úr Ørvi. Á triðja plássi endaði Torfinn Hansen úr
Vágaskoti
Jógvan Niclasen er framvegis sterkasti compoundskjúttin í
Føroyum
City vil ikki av við Schmeichel
Danski málmaðurin, Kasper Schmeichel, sleppur ikki á liðið hjá
Manchester City, har hann er sáttmálabundin, men enska felagið er heldur
ikki sinnað at lata Schmeichel fara úr felagnum, har Gunnar Nielsen eisini
er ein av málmonnunum. Manchester City hevur fingið trý boð upp á
Schmeichel síðstu dagarnar, men City hevur noktað at selt.
Spælarabussur stolin
í Italia
Spælararnir hjá italska liðnum Reggiana fingu ein
hvøkk, tá ið teir vaknaðu sunnumorgunin. Teir búðu á
gistingarhúsi í Verona fyri ein landskappingardyst, og
tá ið teir komu á føtur, var spælarabussurin stolin. Í
bussinum lógu eisini spæliklæðini, so Reggiana mátti
læna klæði frá Verona fyri at kunna spæla dystin.