Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 52 - 16. mars 2009 ] 19 Benzema fer ongan veg Helst størsta álopstalentið í fronskum fótbólti, Karem Benzema, ætlar sær at halda fram við at spæla fyri franska felagið Lyon, hóast onnur stórfeløg liggja fram við at keypa hann. – Eg haldi fram í Lyon, og tann avgerðin verður ikki broytt, líkamikið hvussu úrslitini verða hjá bæði Lyon og landsliðnum næstu tíðina. Eg havi tað gott í felagnum, og eg havi góð fólk rundan um meg her, sigur Benzema við SportingLife. Bolt undir 10 sekund OL-hetjan av Jamaica, Usain Bolt, vann ársins fyrstu rennikapping á 100 metrum, har hann serliga kappaðist við Daniel Bailey frá Antigua. Tað var ikki fyrr enn á seinastu metrunum, at Bolt stakk nøsina fram um kappingarneytan. Tíðin hjá Bolt var 9,93 sekund, men fitt av undanvindi var. – Hetta var ein góð kapping, eftir at eg havi mist nógva venjing síðstu tíðina, segði Bolt eftir kappingina. ggja fram til geva boð um, hvussu lendið sær út, nær svingini koma, um neyðugt er at seta ferð- ina niður og so framvegis. Sostatt er vegleiðarin í roynd og veru eygu hjá tí blinda. Heilt úr New York Í sambandi við fyrireik ing- arnar til Vasaloppet hevur Heðin Nolsøe eina stuttliga søgu at fortelja, tí eftir at hava fyrireikað seg í útivið eitt ár til henda stóra dagin í Svøríki, mundi hann fing- ið ein rættan skelk í de - semb er mánaði. – Tá eg upprunaliga fór at hugsa um at fara til Vasaloppet, tosaði eg við Per Martin um tað, og hann kendi til tað. Hann er norð- maður, so hann hevur staðið nógv á skíðum, og hann hevði enntá sjálvur verið fimm ferðir við til Vasa- lopp et. Tá hann so bjóðaði sær til at koma við mær sum vegleiðari, tók eg av beinanvegin, greiðir Heðin frá. – Men í desember mán- aði, tá fýra mánaðir vóru eftir til Vasaloppet skuldi vera, ringdi Per Martin til mín við heldur ivasomum tíðindum. Tað vísti seg, at kona hansara hevði fingið arbeiði í New York næstu trý árini, og at tey skuldu flyta yvir til USA mestsum beinanvegin. Men áðrenn eg fekk sagt nakað, legði hann aftrat, at tá hann nú hevði lovað mær at komið við, so vildi hann eisini halda orð, so eg skuldi ikki hugsa meira um tað. Heðin fortelur, at tí hevði hann við sær ein vegleiðara, sum nokk mundi venja eitt sindur øðrvísi enn tey flestu av hinum, sum vóru við í Vasaloppet. Í New York var eingin kavi, so Per Martin hvønn dag noyddist at venja í Central Park á rulluskíðum. Men hann kom so í form og var Heðini til stóra hjálp á 90 kilometra teininum úr Sälen til Mora. Krampa í lærið Fyri at venda aftur til Vasa- loppet, so var talan um ein langan og krevjandi tein, ið hjá Heðini tók hálvan tíma undir eitt hálvt samdøgur. Ymsastaðni á leiðini vóru saftstøðir, har skíðararnir kundu fáa okkurt at leska sær við og okkurt at bíta í, og so var bara at herja á víðari. – Hetta var ótrúliga hart, og tá vit vóru komnir hálvan teinin, fekk eg eitt lítið bak- k ast. Tað var líka við, at eg fekk krampa í vinstra lær, so eg noyddist at steðga á, taka skíðurnar av og strekkja út, áðrenn eg so tíbetur fekk hildið fram, sigur Heðin Nolsøe. – Tá vit so vóru einar 20 kilometrar frá málinum í Mora, var tað blivið so myrkt, at Per Martin helt fyri, at hann næstan ikki sá nakað sjálvur. Men tá so einir 10 kilometrar vóru eftir, høvdu tey sett kyndlar fram við sporinum, og tá bara tríggir kilometrar vóru eftir, byrjaði eg at hoyra alt fólkið, sum var har. Tað var ein fantastiskur stemningur at koma ímóti málinum, tí øll heppaðu og koyrdu á, so tað var ótrúligt at vera partur av einari sovorðnari fólkafest, sum hetta jú er. Nýggj mál Í fyrsta lagi er tað sjálvandi eitt roysni í sjálvum sær at fullføra Vasaloppet, men har aftrat er Heðin fyrsti før oyingur – og fyri tað eis- ini fyrsti persónur í Dan- mark – sum blindur hevur gjøgnumført teir søguligu 90 kilometrarnar. – Sum sagt, so havi eg ótrúliga stóran áhuga fyri ítrótti, og tað gevur mær so nógv, at eg framvegis kann íðka. Longu leygardagin skal eg til Beitostølen í Norra, har eg í næstu viku eri við í Ridderrennet, sum er fyri brekað, og sum eg havi verið við til einar 10 ferðir. Har verða eini 400 fólk úr 14 tjóðum við, sigur Heðin, sum í fjør kundi gleð ast um, at hann til júst hesa kappingina møtti nøkr um skíðarum úr Føroy- um. – Tey vóru trý, sum vóru við tá, og tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at tosa føroyskt eina løtu til eina skíðkapping, tí tað eri eg ið hvussu er ikki vanur við. Sum eg skilji á lagnum, kemur eingin úr Føroyum við hesa ferð, men eg vóni, at tey aftur eru við í næsta ár. Havi eg lív og heilsu, ætli eg mær ið hvussu er at halda fram, tí hetta ger mær so gott. Tað er deiligt at fáa nýggjar avbjóðingar og alla tíðina at hava okkurt nýtt at síggja fram til. Heðin saman við Per Martin, eftir at teir eru komnir á mál í øllum góðum. Per Martin var sum vegleiðari eyguni hjá Heðini á 90 kilometra langa teininum Heðin Nolsøe og norski vinmaður hansara, Per Martin Larsen, sum hevði vant til Vasaloppet á rulluskíðum í Central Park í New York Eftir at hava staðið á skíðum alla ta longu leiðina úr Sälen í 11 tímar og 26 minuttir, koma Heðin og Per Martin her um málstrikuna í Mora