mánadagur 16. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 52 - 16. mars 2009 ]
18
Klose noyðist undir knívin
Stjørnuspælarin Miroslav Klose má nú leggjast undir skurð, eftir
at hann fekk skaða í dystinum hjá FC Bayern München um
vikuskiftið. Klose stóð fastur í vøllinum, og hann fekk ein skaða í
fótliðin. Klose verður tí ikki við hjá Bayern München næstu
tíðina, og hann kann heldur ikki spæla næstu landsdystirnar hjá
Týsklandi ímóti Liechtenstein og Wales. Skaðin kemur illa við hjá
Bayern, tí frammanundan eru bæði Luca Toni og Franck Ribery
skaddir.
15 ára gamal doyði í dysti
Ein ungur danskur málmaður doyði leygardagin, eftir at hann hevði
fingið eitt knæ í nakkan undir einum fótbóltdsdysti á Frederiksberg.
Dreingjaliðini hjá KB og B93 spældi venjingardyst, tá tilburðurin
hendi. 15 ára gamli málmaðurin rendi saman við ein álopsspælara
hjá mótstøðuliðnum, sum var blivin leysur. Málmaðurin misti vitið
og fekk fyrstuhjálp beinanvegin. Hann var síðani koyrdur á
Ríkissjúkrahúsi í sjúkrabili. Har kundu læknarnir bert staðfesta, at
løsturin var so harður, at lívið á dronginum stóð ikki til at bjarga,
skrivar Ritzau.
Hóast hann hevur
verið blindur tað
mesta av sínum
vaksna lívi, letur
Heðin Nolsøe ikki
hetta forða sær í
alla tíðina at geva
sær sjálvum nýggjar
avbjóðingar. Tí var
tað ein persónligur
sigur og stór upp
living fyri hann, at
hann fyri tveimum
vikum síðani gjøg
numførdi teir 90 kilo
metrarnar á heimsins
størsta skíðfestivali,
Vasaloppet í Svøríki
ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Myndir: Hans Hansen
Mong munnu óivað kennast
við navnið, Heðin Nolsøe. Í
15 ár var hann fastur spælari
á danska goalball-lands lið-
num, sum er eitt bóltspæl
fyri blind. Hann var við til
paralympisku leikirnar í
USA í 1984 og í Seoul í
1988, umframt at hann í
1985 var við til at vinna
gull í World Cup-kappingini
í Calgary. Sum 35 ára gamal
gavst hann á landsliðnum,
og nú íðkar hann bara goal-
ball á motiónsstigi.
Eisini munnu mong kenn-
ast við Nolsøe-eftirnavnið,
tá talan er um fótbólt. Heð-
in, sum nú er 49 ára gamal,
er úr Trongisvági, og hann
er beiggi millum annað
tiltiknu tvíburarnar hjá TB í
70-unum
og
80-unum,
Ás mund og Trónd, umframt
Sigmund, ið eisini var við á
gullliðnum hjá TB.
– Eg spældi eisini fótbólt
sum smádrongur, og eg var
við á bæði piltaliði og
dreingjaliði hjá TB, til
sjónin fór at bila so nógv, tá
eg var 16 ára gamal, at eg
ikki fekk hildið fram. Men
ítrótturin hevur altíð verið
ein partur av mínum lívi, og
er tað framvegis, sigur Heð-
in, sum fortelur, at hann
kvøldið fyri hesa samrøðu
»sá« at í sjónvarpinum, at
Liverpool
smurdi
Real
Madrid av í Champions
League.
– Fyri tað um eg ikki
síggi myndina á skíggjanum,
so hoyri eg jú, hvat teir siga,
og upp á tann mátan kann
eg fylgja við og ímynda
mær, hvat hendir. Konan
plagar at skemta við, at eg
eri tann her í húsinum, sum
hyggi mest í sjónvarp. Mær
dámar so øgiliga væl ítrótt,
at eg kann ikki lata vera við
at tendra sjónvarpið við-
hvørt, tá ein góður dystur er
á skránni. Eisini ber í dag
væl við at fylgja við tí, sum
hendir í føroyskum ítrótti,
so umvegis internetið fái eg
nógv við av tí, sum hendir
heima.
Strævin startur
Orsøkin til samrøðuna við
Heðin, er hansara nýggjasta
avrik á ítróttarliga økinum.
Sunnudagin 1. mars var
hann ein av 13.873 skíðar-
um, sum stóðu klárir til
start í heimsins størsta skíð-
festivali, sum er svenska
Vasaloppet, ið fevnir um 90
kilometrar, ið skulu avgreið-
ast innan 12 tímar. Annars
verður tú koyrdur burturúr
og sleppur ikki at halda
fram.
– Eg kláraði tað upp á 11
tímar og 26 minuttir, so tað
var eingin trupulleiki hjá
mær. Eg gjørdist so ikki
nummar sjokk, flennir Heð-
in, ið hevði ein norskan
vin mann, Per Martin Lar-
sen, við sær sum vegleiðara
á teininum. Tað noyðist
hann, tá hann skal standa á
skíðum, uttan at síggja nak-
að sum helst annað, enn um
tað er ljóst ella myrkt.
– Hetta var fyrstu ferð, eg
var við til hesa skíðingina,
sum hevur verið til síðani
1922, tá 119 skíðarar vóru
við. Nú vóru næstan 14.000
við, so tú kanst ímynda tær,
hvussu trongligt tað var, tá
øll skuldu fara avstað í
senn. Tað var nakað heilt
ser ligt at skula starta saman
við so mongum, men Per
Martin hjálpti væl til, so vit
ikki
mistu
hvønnannan
burtur og so eg kundi finna
sporini.
Heðin greiðir frá, at ser-
liga starturin í Sälen var
torførur, tí beinanvegin var
ein brøtt brekka, og fyrstu
fýra kilometrarnir vóru í
mótbrekku, har øgilig rokan
var, tí so nógv skuldu fara
avstað í senn, so fleiri brutu
stavarnar. Fyrstu 10 kilo-
metrar nir vóru harðir, men
tá Heðin og Per Martin vóru
komnir niðaná, var meira
opið og høgligari at skíða.
– Tá vit komu eitt sindur
longur, spjaddi feltið seg,
og tá var tað nógv lættari,
enn tað hevði verið í start-
inum. Nú var landslagið
nógv meira varierað og vit
skíðaðu
ígjøgnum
fleiri
smáar bygdir, har fólk sótu
úti og hugnaðu sær, og
onkra staðni
høvdu
tey
tendr að bál. Tá vit so komu
framvið, vóru tey ófør at
heppa, so tað var øgiliga
stutt ligt, sigur Heðin.
Stór stjørna við
Ein teinur upp á 90 kilo-
metrar er ikki smávegis at
leggja aftur um seg, og tú
skalt vera øgiliga væl fyri,
skalt tú bara gjøgnumføra.
Tí hevur Heðin eisini gjørt
so nógv við kropliga venj-
ing, sum tað hevur borið til
hjá honum. Hann legði sær
fyri einum ári síðani eina
venjingarætlan, sum hann
so hevur gingið eftir hvønn
einasta dag, millum annað
við venjing á kondisúkklu
og rógvimaskinu.
– Tað var fyri einum ári
síðani, at eg byrjaði at
hugsa um Vasaloppet, sum
jú er heimskent í skíðhøpi.
Og til stuttleika kann eg
for telja, at eg aftaná havi
lisið, at stóra svenska skíð-
stjørnan mitt í 80-unum og
fyrst í 90-unum, Gunde
Svan, eisini var við. So eg
var bara í góðum selskapi,
sigur Heðin, ið sjálvur hev-
ur staðið á skíðum, síðani
hann var um 30 ára aldur.
– Eg havi ongantíð staðið
á skíðum sum síggjandi, so
hetta var ein stuttlig og
spenn andi avbjóðing. Her
eru ikki so nógvar brekkur
og so nógvur kavi í Dan-
mark, men kortini hava vit
eitt skíðfelag fyri blind,
sum eitur Blindes Skiunion,
og har havi eg verið limur í
20 ár. Vit plaga at gera eina
tríggjar ella fýra ferðir um
árið til Norra ella Svøríkis,
har umstøðurnar at skíða er
munandi betri.
Heðin
hevur
danska
konu, og saman eiga tey ein
átta ára gamlan son, sum –
eins og pápin – er blivin
bitin av skíðingini. So tey
eru eisini á skíðferðum
sjálvi einar tvær ferðir um
veturin í eina viku.
Hjá teimum, sum síggja,
er kanska torført at ímynda
sær, hvussu tað skal bera til
at skíða blindur, tá tað jú er
iva leysa torført hjá mong-
um, ið síggja. Men her
kem ur vegleiðarin inn í
mynd ina, tí tey blindu fara
altso ikki einsamøll storm-
andi oman gjøgnum brattar
brekkur ella á villum vídd-
um, tí ein vegleiðari er altíð
við.
Vegleiðarin heldur seg
alla tíðina einar tríggjar ella
fýra metrar framman fyri
blinda skíðaran. Á ryggin-
um hevur vegleiðarin ein
hátalara, og umvegis eina
mikrofon kann hann so
Altíð okkurt nýtt at síg
Sjónin hjá Heðini Nolsøe fór at bila, tá hann var tannáringur, og hóast hann í dag bert kann síggja, um tað er ljóst ella myrkt, er
hann sera virkin ítróttarmaður