Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 52 - 16. mars 2009 ] Áskoðaraskýli á Argjum í gerð Fríggjadagin byrjaði arbeiðið at gera áskoðaraskýli við fótbóltsvøllin á Argjum. Eitt av krøvunum til liðini, sum spæla í Vodafonedeildini í fótbólti, er, at tey hava sitipláss til áskoðararnar. Hesi sitipláss eru ikki á Argjum, men nú verður nakað gjørt við tað. Heimasíðan hjá AB skrivar, at nú eru maskinur komnar út á Argir, sum skulu grava fyri áskoðaraplássunum. Norskur HM-vinnari í kvinnuboksing Norska Cecilia Brækhus vann um vikuskiftið HM í boksing í lættvekt fyri kvinnur. Brækhus kappaðist við donsku Vinni Skovgaard um heiðurin, og dysturin teirra millum var í Kiel í Týsklandi. – Dysturin var harður, men eg kendi á mær, at eg hevði tak á henni. Hjá mær snúði tað seg um at halda konsentratiónina allan dystin, sigur Cecilia Brækhus við NTB. Besta kappingarárið nakrantíð hjá kvinnunum úr Sørvági endaði leygardagin við, at spælararnir fingu gull­ heiðursmerki og FM­ steyp. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð er SÍ greipuvinnari í bestu kvinnudeildini FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í longri tíð hevði kappingin í Eikliguni hjá kvinnum bara snúð seg um, hvør fór at vinna silvur- ella bronsu- heiðursmerki, tí kappingin um gullið var langt síðani liðug, áðrenn seinasta umfar- ið var spælt leygardagin. Tá SÍ á heimavølli tann 22. februar vann 3-1 á Fleyr, var greitt, at føroyameistara- heitið aftur í ár fór til Sør- vágs. Vikuna áðrenn høvdu somu feløg spælt steypa- finalu, og tá vann SÍ eisini. Tí skriva kvinnurnar søgu, við tað at tær fyri fyrstu ferð eru greipuvinnarar. Stór stig eru tikin hjá SÍ- kvinnunum hesi bæði síðstu árini, tí umframt at alt kom í pottin í ár, so vunnu tær í fjør fyrsta meistaraheitið í bestu kvinnudeildini og vóru eisini í síni fyrstu steypafinalu. Eftir steypafinaluna tann 14. februar segði ein av eldsálunum í flogbóltinum í Sørvági, Jákup á Stongum, at við føroyameistaraheitin- um í fjør og steypafinaluni í ár hjá kvinnunum var »sirkulin komin runt«, sum hann málbar seg. – Tað er stórt, at kvinnur- nar nú eru komnar upp á toppin. Vit vita, at tað kann vera so skjótt, at tað fer hin- vegin, tí bygdin er ikki so stór. Alt fólkið er við í flog- bóltinum, men tað eru jú ikki allir árgangir, sum kunnu geva okkum tað, hes- in árgangurin nú hevur givið okkum, segði Jákup, ið kanska var heldur eyðmjúk- ur steypafinaludagin… Skulu vit halda okkum til turru hagtølini, nú lands- kappingin er liðug, so undir- strikar stigatalvan eisini, at SÍ-kvinnurnar hava havt eitt framúr gott ár. Tær hava vunnið 18 dystir og bert tapt tveir, og tað rakk til 21 stig, umframt ein settmun upp á +27 – við 10 fleiri vunnum settum enn næsta liðið. At hini eisini hava virðing fyri avrikinum hjá SÍ í vet- ur, var staðfest á gallaveitsl- uni leygarkvøldið, tá ársins bestu skuldu heiðrast, tí hjá kvinnum átti SÍ bæði ársins spælara, ársins hevara, árs- ins álopsspælara og ársins venjara! SÍ-kvinnurnar fingu gullið SÍ-kvinnurnar fáa gullheiðursmerkini frá formanninum í Flogbóltssambandinum, Magnusi Tausen Mynd: Álvur Haraldsen Liðformaðurin hjá SÍ-kvinnunum, Annika á Stongum, við FM-steypinum Mynd: Álvur Haraldsen