mánadagur 16. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 52 - 16. mars 2009 ]
Celtic vann
steypafinaluna
Stóru skotsku feløgini Celtic og Rangers spældu
sunnudagin Liga Cup finalu, og tað endaði við, at Celtic,
sum eisini er oddalið í landskappingini, vann dystin.
Úrslitið gjørdist 2-0, men neyðugt var við umdysti fyri at
fáa mál. Eftir 90 minuttir var málleyst, men í umdystinum
tryggjaðu Darren O’Dea og Aiden McGeady Celtic
sigurin, sum er felagsins 14. sigur í Liga Cup kappingini.
Víkingur spælt dystir
í Íslandi
Um vikuskiftið hevur Víkingur verið á stuttari
venjingarlegu í Íslandi, har liðið hevur spælt tveir dystir
móti feløgum í bestu íslendsku deildini. Í fyrra dystinum
var var mótstøðuliðið Stjarnan, sum er uppflytari í
Landsbankadeildini. Hesin dysturin endaði við javnleiki
1-1, og Finnur Justinussen skoraði fyri Víking.. Seinni
dysturin var ímóti meistaraunum FH, og tann dystin tapti
Vìkingur 2-0.
Fleyr, sum tað nógva
av kappingarárinum
hevur verið upplagd
ur silvurkandidatur,
lyfti seg í seinasta
dystinum og vann
silvurið við sera
sannførandi sigri á ÍF.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tey fýra liðini, sum hava
kappast um at verða næst-
og triðbest aftan á SÍ,
gjørdu øll sítt til, at nógv
var eftir at spæla um, hóast
SÍ í úrtíð hevði tikið meist-
araheitið, tí síðstu vikurnar
hava tey mestsum skiftst
um at taka sigrar frá hvørj-
umøðrum, so eingin slapp
frá hinum.
Av teimum fýra var Fleyr
leingi – at síggja til – tað
sterkasta. Men hóast Fleyr
eftir taptu steypafinaluna
ætlaði at taka SÍ í landskapp-
ingini, brast tann vónin
longu vikuna eftir, og so
vóru tær á havnarliðnum
ikki longur so tryggar á
hondunum, sum tær annars
høvdu verið.
Men nú alt stóð upp á
spæl í hesum seinasta
heimadystinum í Gunda-
dalshøllini ímóti ÍF, fann
Fleyr styrkina fram av
nýggjum og spældi ein sera
góðan dyst, ið ikki gav ÍF
nakrar sum helst møguleikar
at troka seg framvið og
stinga av við silvurmerkjun-
um fyri nøsini á vertunum.
Óluva var framúr
Í teimum báðum fyrstu sett-
unum var eingin sum helst
ivi um betra liðið á vøllin-
um, og við settúrslitunum
25-19 og 25-14 setti Fleyr
eina tjúkka striku undir, at
nú var tað ramasti álvari.
Hjá ÍF royndi Helen á Lakj-
uni Jacobsen at halda flagg-
ið høgt, men restin av lið-
num fylgdi ikki við, og so
kundi ikki annað enn tap
standa fuglfjarðarkvinnum í
hendi.
Hjá Fleyr var talan nógv
meira um eitt liðavrik og eitt
vælvirkandi kollektiv, men
tó má nevnast mest eyðsýndi
spælarin, sum var unga
Óluva Mohr, ið spældi ein
branddyst á kantinum, har
hon til fulnar livdi upp til
tað álit, venjararnir høvdu
givið henni undan hesum
týdningarmikla dysti.
Einastu ferðina, ÍF sá út
til at gera ein vørr, var í
triðja setti, tá tað eydnaðist
at koma framum 4-0. Men
tað vardi bara ta løtuna, tí
skjótt hevði Fleyr kvitterað
og kom upp á 6-6, og so
koyrdi tað bara. Fleyr kom
fyrst upp á 23-11, áðrenn
ÍF royndi at toga ímóti eina
løtu, men at enda mátti geva
seg, so Fleyr vann settið
25-17.
Mjølnir bronsu
Harvið ein greiður og uppi-
borin 3-0 sigur til Fleyr, sum
sostatt fekk silvurmerkini –
eins og tað í hesum kapp-
ingarárinum
gjørdist
til
silvur í steypakappingini.
Og tá Dráttur samstundis
tapti ímóti SÍ, endaði tað
við, at Mjølnir – uttan at
spæla – kundi fáa bronsuna.
Av teimum fýra, ið høvdu
kjansin
undan
seinastu
dystunum, vórðu tað sostatt
ÍF og Dráttur, ið sótu eftir
við ongum…
Fleyr-ÍF 3-0 (25-19, 25-14, 25-17)
Fleyr gjørdi slætt borð
Einasti møguleikin
hjá Drátti fyri at fáa
heiðursmerki, var at
vinna á SÍ. Tað var
nær við, men eftir ein
góðan fimmsettara
mátti Dráttur lúta fyri
greipuvinnarunum.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Einasti møguleiki hjá Drátti
at fáa heiðursmerki leygar-
dagin, var at vinna granna-
uppgerðina í Sørvági ímóti
greipuvinnarunum úr SÍ. Á
pappírinum ein torfør upp-
gáva, men als ikki ógjørlig,
skuldi tað vísa seg – hóast
Dráttur ikki vann upp land í
síðsta enda.
Fyrsta settið í hesum dyst-
inum var eitt, har bæði lið
vístu seg frá síni allarbestu
síðu. Her var spælt fyri lív-
inum, og væl lá fyri, so
áskoðararnir fingu veruliga
valuta fyri pengarnar.
Hjá Drátti skuldi tað tó
vísa seg, at eydnan ikki
heilt var við, tí miðskeiðis í
settinum var Ruth Thomas-
sen, sum hevur stóran týdn-
ing fyri liðið, so óheppin at
koykja sær fótin, og tað
gjørdist greitt, at hon í
øllum førum ikki fekk spælt
meira. Men kvinna kemur í
kvinnu stað, og tað vísti seg
eisini at verða so her, tí
Helga Nordendal gjørdi tað
sera gott á kantinum, tá hon
yvirtók plássið hjá Ruth.
Dráttur lá eisini nokk so
væl fyri, tá settið fór at nærk-
ast endanum, tí kvinnurnar
úr Sandavági og Miðvági
vóru á odda 22-17, men so
kom SÍ afturíaftur og tað
gav ein sera spennandi enda
á settinum. Tá avtornaði,
vann SÍ tað 28-26.
Dráttur nær við
Síðani komu tvey sett, har
Dráttur hevði munin og eis-
ini vann. Hesi bæði settini
spældi Dráttur væl, meðan
tað knípti eitt sindur hjá SÍ
at fáa spælið at hanga nóg
væl saman alla tíðina, nú
fleiri av teimum ungu
sluppu at royna seg. Annað
sett vann Dráttur 25-21 og
triðja 25-19.
Framvegis hevði Dráttur
hug at vera eitt sindur
frammanfyri í fjórða setti,
hóast tað gjørdist rættiliga
tætt ímóti endanum. Eitt
skifti var Dráttur framman-
fyri 19-15, men so fekk SÍ
fatur í rætta endanum, sam-
stundis sum Annika á Stong-
um hevði nakrar góðar serv-
ur, og SÍ vann settið 25-23.
Nú var so fimta og avger-
andi settið eftir, og nú valdi
SÍ at koyra við sterkastu
manning. Dráttur byrjaði tó
betri og kom upp á 4-0,
men SÍ svaraði aftur til 4-4.
Her gjørdist hálvavegna eitt
»time-out kríggj« millum
liðini, ið ikki vildu lova hin-
um at fara avstað, men end-
in var, at SÍ kom upp á 9-7
og síðani helt fast og vann
settið 15-10 og dystin 3-2.
Fyri SÍ var tað sjálvandi
stuttligt at vinna eisini sein-
asta dystin, nú gullheiðurs-
merkini lógu og bíðaðu,
men fyri Dráttur var ósigur-
in hinvegin tungur at taka,
tí hann merkti, at Dráttur í
evstu løtu misti møguleikan
at fáa heiðursmerki.
Serliga fyrsta sett í dystinum í
Sørvági, sum endaði við fimm
settum, var væl úr hondum
greitt av báðum liðum
Mynd: Álvur Haraldsen
SÍ-Dráttur 3-2 (28-26, 21-25, 19-25, 25-23, 15-10)
Dráttur rakk ikki á mál
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
18
16
-
2
51
24
27
21
2 Fleyr
18
11
-
7
40
28
12
15
3 Mjølnir
18
11
-
7
41
31
10
14
4 ÍF
18
10
-
8
36
30
6
14
5 Dráttur
18
10
-
8
41
34
7
13
6 KÍF
18
5
-
13
30
44
-14
7
7 TB
18
0
-
18
6
54
-48
0