Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 52 - 16. mars 2009 ] Tað gjørdust teir báðir mest markantu spælararnir á greipu­ vinnandi liðunum hjá bæði kvinnum og monnum, ið struku avstað við hægsta heiðrinum á gallaveitsluni hjá flogbóltinum leygarkvøldið FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Leygarkvøldið var stóra gallaveitslan hjá flogbólt in­ um hildin á 62ºN Airport Hotel oman fyri Sørvág, og har var lagið av tí besta und ir borðhaldinum. Ikki minst fekk tað eina skrúvu aftrat, tá avdúkast skuldi, hvørji høvdu fingið teir ymsu heiðrarnar, flogbólts­ árið altíð endar við. Størstur var spenningurin, tá komið var til heiðurin »Ársins leikarar«. Borð­ stjór in, Jørgen Niclasen, kunn gjørdi fyrst, at hjá monn um var tað Rúni Weihe í ÍF, og síðani, at hjá kvinn um var tað Birgit Guttesen í SÍ. Aftaná fingu vit orðið á tey bæði, ið vóru sera fegin um heiðurin: – Eg havi roynt hetta fyrr, og tað er altíð líka stuttligt at fáa eitt herðaklapp frá hin um spælarunum. Nú hev ur tað gingið sera væl hjá okkum, tí vit hava vunn­ ið alt, sum er at vinna, so hetta er sum at fáa ein bon­ us omaná, sigur Rúni Weihe. Hann hevur verið sera sjónskur á liðnum hjá ÍF, nú hann eftir fleiri ár í Norra aftur hevur spælt eitt ár í føroyskum flogbólti. – Jú, tað hevur gingið væl. Tað kann eg nokk ikki lúgva meg frá, staðfestir hann. Fyrstu ferð Hetta kappingarárið í flog­ bólti hevur Birgit Guttesen somuleiðis verið ein mar­ kantur spælari á kvinnu­ liðnum hjá SÍ, sum frá í fjør at vinna sítt fyrsta meist­ ara heiti, í ár tók bæði meist­ araheitið og vann steypa­ finaluna. – Hetta er ordiliga deiligt. At fáa at vita, at tú ert ein góður spælari, gevur eitt lítið »kick« eyka. Og at fáa henda heiðurin ger, at tú vilt spíla teg enn meira út næsta ár, sigur ársins besti spælari hjá kvinnunum, sum ikki heldur tað vera so løgið, at tað eru greipu­ vinn ararnir, ið eiga bestu spælararnar. – Nei, tað er tað kanska ikki. Men at tað var eg, sum skuldi blíva ársins spælari, kemur eitt sindur bak upp á meg. Hjá mær persónliga hevur tað gingist óvanliga væl til tíðir í vetur, men tað hevur nú ikki altíð gingið líka væl, er eyðmjúka við­ merkingin frá Birgit. Á ein hátt var tað longu fyrr um kvøldið undir galla­ borðhaldinum lagt upp til, at júst Birgit og Rúni skuldu fáa heiðurin, tí framman­ und an vóru bæði vald til bestu álopsspælarar í kapp­ ingini. Ofta eru tað tey, ið markera seg í álopsspæl in­ um, ið enda við størsta heiðrinum, og so var eisini hesa ferð. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Ársins bestu 2008/09 Hesi eru tey, sum leygarkvøldið blivu heiðrað sum tey bestu í flogbóltinum í vetur: Ársins hevari Kvinnur: Annika á Stongum, SÍ Menn: Hans Fróði Jensen, Fleyr Ársins blokkleikari Kvinnur: Sóley Poulsen, KÍF Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr Ársins álopsleikari Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ Menn: Rúni Weihe, ÍF Ársins verjuleikari Kvinnur: Margit Joensen, Mjølnir Menn: Hjalmar Joensen, Fleyr Ársins stjørnuskot Kvinnur: Anja Danielsen, Fleyr Menn: Emil Mikkelsen, SÍ Ársins venjari Kvinnur: Jóhan Petur á Stongum, SÍ Menn: Boban Ilic, ÍF Ársins leikari Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ Menn: Rúni Weihe, ÍF Birgit og Rúni eru tey bestu Ársins bestu spælarar hetta kappingarárið í flogbólti: Birgit Guttesen í SÍ og Rúni Weihe í ÍF Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir