Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2009 14 Barnakonur fáa sekkin Danska fakfelagið Handel og Kontor hevur hevur fingið kærur frá fleiri kvinnum, sum eru sagdar úr starvi, tí tær eru vorðnar við barn. Kim Jensen, fakligur leiðari hjá felagnum, sigur við Ritzau, at í løtuni hevur felagið umleið 50 mál um kvinnur, sum eru uppsagdar, tí tær eru við barn. Í slíkum málum krevur HK, at arbeiðsgevarin skal prógva, at uppsøgnin hevur ikki samband við, at kvinnan er vorðin við barn, og tað kann mangan vera torført, sigur Kim Jensen. At málini eru vorðin so mong heldur hann koma av, at kvinnur hava fingið betri vitan um síni rættindi. Um vikuskiftið var Linda Andrews heima í Føroyum og vendi. Hon var gestur í studio hjá Rás2, og sang hon fyri fjepparum í Miðla­ húsinum. Hon greiddi lurtarunum erliga frá sínum upp livingum frá X­Factor, og stað­ festi, at hóast upp­ og niðurtúrar, er luttøkan í X­Factor betri enn nakar dreymur Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað er stuttligt at vera Linda Andrews fyri tíðina. Hvørt fríggjakvøld fær hon sínar minuttir av fame, tá X-Factor hyggjarar atkvøða hana víðari kvøld eftir kvøld. Nú eru bert fýra lut- takarar eftir í kappingini, og hóast nógv og hart ar - beiði, setti Linda sær tíð av til at koma til Føroya ein túr. Hon vitjaði familju og vinir, vísti donsku fjøl miðl- um runt í Havn, og sunnu- dagin var hon gestur á Rás2. Millum klokkan 15.- 18.00 vóru beinleiðis sam- røður við Lindu, og fólk kundu ringja og skriva inn til hennara. Brúsan sum venjingarhøli Lurtararnir vóru sum vera mann forvitnir eftir at vita eitt sindur um Lindu. Hon greiddi frá, at hon byrjaði sína sangkarrieru í barna- kóri í Fildelfia í Havn. Hon heldur sjálv ikki at hon nakran tíð hevur verið ser- liga væl fyri tekniskt. - Men stillisliga og róliga menti meg. Blívur tú við at venja og venja okkurt sum tú ynskir tær, gerst tú góð til tað. Eg havi ongantíð vit að nakað um teknikk, men meir tú syngur, betri kemur tú at læra tína egnu rødd at kenna, segði Linda Andrews við Rás2 í gjár. Hon avdúkaði í sending- ini, at hennara venjing part- víst fer fram undir brúsuni. - Eg taki long bað, tendri stearinljós og taki tónleik við inn á vesi, og so syngi eg undir brúsuni, segði hon og flenti. Linda Andrews undirvísir børnum í sangi, umvegis barnakór í Keypmannahavn, og hevur hon harafturat arbeitt sum backup sanga- rinna. - Men hetta er nakað heilt annað. At fáa heitið sum diva er ótrúliga positivt. Tað merkir, at mann hevur nakað, sum hini ikki hava. Og tað hevur nógv at siga fyri meg, segði Linda Andrews millum annað við fjepparar sínar. Ein lurtari vildi eisini hava at vita, hvør yndissang- arin hjá Lindu var. Hon greiddi flennandi frá: - Eg havi lurtað mest eftir Mariah Carey. Á mínum kamari var eg hon, tá eg sang framman fyri spegl in- um. Og Whitney Houston, Celine Dion, Sissel Kyrkje- bø til dømis. Mohamed, ABC og Linda Lurtarar hjá Rás2 vildu millum annað vita, hvussu sangirnir vera valdir, um hon sminkaði seg sjálv, og um hon var støk. Til hetta svaraði Linda, at sangirnar verða valdir út 14 dagar áðrenn sendingarnar, klæð- ini verða vald út í felag, og at sminkan og hárið verður gjørt av professionellum. - Ja, eg eri støk. Eg njóti fría lívið. Hóast tað gongur hart fyri seg, tá Blachmann oysir sína erligu meining út yvir Lindu, er tónin ein heilt annar millum luttakararnar. - Millum okkum er eingin kapping. Vit stuðla hvørjum øðrum sum frægast, og tað at eg eri eldri enn tey, hevur einki at siga. Bæði Lucas og Sidsel eru bæði sera búgv in og intellektuell, og onkuntíð hugsi eg, at eg eri tann yngsta. Nei, vit hugna okkum ordiliga saman. Spurd hvørt hon væntar at vinna, segði hon: - Eg havi vunnið so nógv. Teir smáu sigrarnir eru teir størstu. Men sjálvandi vil eg vinna kappingina. Numm ar 2 og 3 er fínt, men nummar 1 er best. Hvis eg skal siga, hvønn eg vildi sæð í finaluni saman við mær, vildi eg sagt Mohamed og ABC. Hevði eg sjálv ikki verið við, hevði eg roknað við at Seest fór at koma langt. Men eg síggi eisini hvat tað er, hyggj- ararnir vilja hava. Tað er hatta ekstra tingið, sum serliga Lucas, Sidsel og Patricia í ABC hava. Eg vænti alíkavæl at Mohamed kemur sterkt aftur fríggja- kvøldið. Dóttirin æruna Tað var dóttirin, sum kom við avbjóðingini til Lindu um at melda seg til kapp- ingina. - Eg helt altíð, at ein ordi- ligur sangari fer ikki til sovorði. Men eg vil siga, at tað er so dupultmoralskt. Tí mann situr jú heima og fylg ir við hvørt einasta kvøld. Í fjør var dóttirin so púra vekk í Lauru, og spurdi meg um hon ikki sang væl. Jú, Laura syngur væl, men mamma syngur betri, ha?, spurdi eg. Og har tók hon Betri enn nakar dreymur Íslendingar landa í Grimsby Í Grimsby eru fólk í fiskivinnuni fegin um, at íslendsk skip aftur eru farin at landa fisk í býnum. Í síðstu viku var eitt íslendskt skip og landaði har, og tað var fyrstu ferð í tólv ár, at eitt íslendskt skip hevði landað í Grimsby. Nú hevur eitt landað afturat, og sambært Morgunblaðnum er ætlanin, at tvey skip afturat skulu til Grimsby at landa. Martyn Boyers, sum er stjóri á fiskamarknaðinum í Grimsby, er fegin um, at íslendingar hava tikið tann gamla táttin uppaftur. Í Íslandi verður sagt, at tað loysir seg betur at sigla beinleiðis til Bretlands at landa heldur enn at landa í Íslandi og síðani flyta fiskin til Bretlands. Framhald á síðu 23 Hóast nógv um oyruni, setti Linda Andrews sær tíð av til at koma til Føroyar ein túr um vikuskiftið. Við í ferðalagnum vóru danskir fjølmiðlar, ið vildu hava eina fatan av føroysku divuni í føroyskum umhvørvi. Tað innibar ein túr á motorsúkklu, føroyskan dans og eina rúgvu av mussum og klemmum. Mynd: Jens Kristian Vang