Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2009 Í dag setir Atlantic Airways saman við føroysku ferða­ vinnuni sjøtul á eina umfatandi lýsingar­ herferð í Danmark. Endamálið er at menna ferðavinn­ una og fáa fleiri danir at flúgva til Føroya við føroyska flogfelagnum. Lýsingarherferðin er slóðbrótandi á tann hátt, at hon vísir á Føroyar sum ferðamannaland við skemtiligum tilgjørdum stuttfilm­ um á internetinum FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroyar eru heimsins vakrasta oyggjaland, stað­ festi National Geographic Traveler í 2008, og hesum gera Atlantic Airways og føroyska ferðavinnan sær nú dælt av í nýggjari lýsingarherferð á danska marknaðinum. Higartil eru Føroyar fyri tað mesta marknaðarførdar í blaðlýsingum í Danmark, men við nýggju lýsingar­ herferðini bróta Atlantic Airways og føroyska ferða­ vinnan upp úr nýggjum við til fulnar at nýta internetið sum lýsingarmiðil. Saman við Sansum hevur Atlantic Airways gjørt eina nýggja heimasíðu, ið við sjálvspeii og skemti lýsir, hvussu hugtakandi og vakrar Føroyar eru. Á heimasíðuni www. ferieoerne.dk verður stórur dentur lagdur á at siga, at alt, sum kann upplivast í Føroyum, er heimsins best, og í animatiónum á síðuni er tann siðbundna post­ kortmyndin av Føroyum horvin. Í staðin verða møgu­ ligir fordómar hjá móttak­ arunum um seyðaoyggjar­ nar váttaðir á skemtiligan hátt, men boðskapurin er púra greiður. Føroyar mugu bara upplivast. Í bannaralýsing, sum verður at síggja á heima­ síðunum hjá eitt nú Jyll­ ands­Postinum, Politiken og Berlingske Tidende, verður samstundis víst á, hvussu ferðafólk kunnu uppliva fýra árstíðir í Før­ oyum upp á 25 minuttir. Tey, ið trýsta á bannara­ lýsingina, koma inn á www.ferieoerne.dk. ­ Vit hava brúk fyri at vaksa um talið á útlendskum ferðafólkum í Føroyum. Danmark er okkara størsti útlendski marknaður, og vit vilja við lýsingarátakinum fáa fleiri fólk at flúgva við Atlantic Airways og samstundis menna føroyska ferðavinnu. Higartil hava vit lýst mest í donskum bløðum, men hesaferð royna vit nakað heilt nýtt og øðrvísi á internetinum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Nógvar góðar kreftir í føroysku ferðavinnuni standa saman um nýggju marknaðarføringina. Atlan­ tic Airways tók stig til nýggju lýsingarherferðina, men fíggingin er fingin til vega í samstarvi við Samvit, Greengate Incoming, 62 Norður, Hotel Føroyar og Hotel Hafnia. Eitt mál við átakinum er at fáa allar føroyskar teldubrúkarar at vera við til at marknaðarføra Føroyar á danska marknaðinum. Sum teldubrúkari ert tú við í átakinum, um tú sendir donskum vinum leinkjuna til www.ferieoerne.dk FERÐAVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Endamálið við hesi herferðini er at fáa enn fleiri danir at ferðast til Føroya. Vit útilukkandi at brúka internetið sum miðil, vænta vit eisini at røkka øðrum brúkarum, serliga yngra ættarliðnum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Afturat hesum væntar Atlantsflog at kunna vaksa um databasan við fólkum, sum tey kunnu samskifta við umvegis teldupost í framtíðini. Sum greitt frá í greinini omanfyri, so er herferðin gjørd í samstarvi við Sam­ vit, Greengate Incoming, 62 Norður, Hotel Føroyar og Hotel Hafnia. Magni Arge sigur, at tað er sera umráðandi, at hetta eisini fer at dryppa á ferðfólka­ vinnuna í Føroyum. ­ Kappingin er sera hørð á marknaðinum í løtuni. Vit í Føroyum eru eitt slag av eftirbáti í kappingini, tí danska krónan stendur so sterk í mun svensku krón­ una, norsku krónuna, íslendsku krónuna og enska pundið. Hetta gevur teimum londunum ein fyrimun, og tí mugu vit taka eitt eyka tak til tess at fáa okkara part av marknaðinum, sigur Magni Arge. Stjórin í Atlantsflogi sigur, at ferðavinnan er í framgongd, hóast tað gongur seint. ­ Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at móttøku­ apparatið í Føroyum stendur seg væl, sigur Magni Arge, sum er sera spentur upp á herferðina. Lýsingin hjá Atlantsflog verður at síggja á heima­ síðuni hjá stóru donsku bløðunum í dag. Marknaðarføra Føroyar við sjálvspeii og skemti Røkka yngru brúkarunum gjøgnum internetið Jón Ásgeir selt bát og flogfar Íslendski handils­ og vinnulívsmaðurin Jón Ásgeir Jóhannesson, sum var oddamaður í felagnum Baugur, hevur selt stuttleikabátin og flogfarið, sum hann átti. Samstundis hevur hann lýst íbúðina í New York til sølu. Marglætisbilin, sum er av slagnum Rolls­Royce Phanton, hevur hann ikki selt enn, skrivar Financial Times. Baugur varð lýst í gjaldssteðg herfyri, men sambært blaðnum hevur Jón Ásgeir Jóhannesson ikki slept vónini um at byggja felagið uppaftur. Tað tók Jónio Ásgeir og hjálparmonnum hansara ellivu ár at byggja fyritøkuna upp. Kristian verður næstformaður Tað hevur leingi verið greitt, at Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmála­ ráðharri, skal taka við sum formaður í Vinstra og forsætisráðharri, um so er, at Anders Fogh Rasmusssen verður aðalskrivari í NATO. Lars Løkke Rasmussen er næstformaður í Vinstra, og nú er greitt, at verður hann formaður, tekur Kristian Jensen, skattamálaráðharri, við tí starvinum. Danskir fjølmiðlar vilja vera við, at Søren Gade, verjumálaráðharri, og Carl Holst, formaður í Region Syddanmark, hava fingið tilboð um næstformanssessin, men tóku ikki av. Við skemti og sjálvspei á heimasíðunum hjá størstu donsku bløðunum fór Atlantsflog í dag undir størstu marknaðarherferðina í Danmark nakrantíð