Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 52 - 16. mars 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Tøkk Vit takka øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Brynjálvur Djurhuus Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Fyri tey avvarðandi Begga, Bergur, Majken og Lilian Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Sigurd Danielsen Sandi andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Sands kirkju. Takk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Turið, Ásla, Tóra, Ólvuva, Jón og Sunnuvá við familju Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Bergithe Andreasen vanliga nevnd Gitta við Sjógv, á Strondum andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi leygardagin 14. mars, 92 ára gomul. Farið verður av Røktarheiminum týsdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Johanna, Vilhelm og Regin Tey, ið vilja minnast Gittu, kunnu lata Eysturoyar Røktar- og ellisheimi eina peningagávu. Familjuguðstænastan í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin var eisini ein hátíðar­ guðstænasta fyri Hjør­ leifi Waag Høgnesen, sum hevur verið urgu­ leikari har í 40 ár Sunnudagin 15. mars var familjuguðstænasta í Christianskirkjuni í Klaks­ vík. Ymiskt var á skránni hendan dagin, eitt nú sang barnakórið í KFUM og K. Eisini var nógvur felags­ sangur og Hanus Simonsen, prestur, helt eina barnavin­ arliga prædiku. Talan var samstundis um eina hátíðarguðstænastu, við tað at liðin eru 40 ár síð­ ani Hjørleif Waag Høgnesen byrjaði sum urguleikari í Christianskirkjuni. Hann avloysti tá Fridu Petersen. Í hesum sambandi sigur Kirkjuráðið í Klaksvík í tíð­ indaskrivi, at Hjørleif hevur røkt hetta starv væl nú í 40 ár. Hann er álítandi og hjálp­ samur, og tá ið heitt verður á hann, er hann sera beina­ samur. Hann er ein góður urguleikari, sum vit kirkju­ fólk í Klaksvík hava notið gott av. Hann leiðir sálma­ sangin væl, verður sagt í tíð­ indaskrivi frá Kirkjuráð­ num, sum ynskir Hjørleifi tillukku og Guds signing. Eftir prædikuna sunnu­ dagin spældi Hjørleif, með­ an sonurin, Leif, sang sálm­ in „Guð ger meg til eitt lítið ljós“. Hetta var sera væl sungið og spælt. Tá guðs­ tænastan var liðug, var hugnaløta í kirkjukjallaran­ um, har fleiri nýttu høvið at heilsa upp á Hjørleif. Talur vórðu hildnar av Jørgini Ell­ ingsgaard, formanni í kirkju­ ráðnum, Hanusi Simonsen, presti, og Ólavi í Mittúni, sum hevur sitið í kirkjuráð­ num í mong ár. Ólavur takk­ aði Hjørleifi fyri at hann í so mong ár hevur lagt lív og sál í at leiða sálmasangin og lovsangin í kirkjuni. Hjørleif fekk ein málning frá kirkjuráðnum, sum lista­ kvinnan Lydia Petersen í Klaksvík hevur málað. mg Kirkjufólkið heiðraði Hjørleifi Hjørleif Waag Høgnesen hevur verið urguleikari í Christianskirkjuni í 40 ár Hjørleif Waag Høgnesen og sonurin Leif Hjúnini Tórgerð og Hjørleif Waag Høgnesen Hjørleif fekk ein málning frá kirkjuráðnum