Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2009 11 - Sum tingmenn fara vit hervið staðiliga at heita á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at steðga roynd- ini at destabilisera Pf. Atlantsflog við síni lítið umhugsaðu politisku cowboy-strategi. Hon tænir ikki felagnum. Skal hon tæna onkrum øðrum enn føroyska flogfelagn- um, eigur landsstýris- maðurin at spæla við opnum kortum, siga Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen í tíðindaskrivi Tíðindaskriv Bill Justinussen, tingmaður Tórbjørn Jacobsen, tingmaður Fyri sløkum trimum árum síðani – 28. apríl 2006 – gav eitt samt løgting lands­ stýrismanninum í vinnu­ málum heimild í lóg til at selja upp til 33% av parta­ peningum í Pf. Atlantsflog. Ein treyt var, at felagið skuldi skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Hartil fekk landsstýrismað­ urin heimild til at hækka partapeningin við í mesta lagi 70 mió. kr. í ognarinn­ skoti (apportinnskoti). Ymiskar politiskar hugsanir vóru um málið, eitt nú róðu Tjóðveldi og Miðflokkurin framundir, at skilabest var at varðveita felagið á almennum hondum, fyri at tryggja loftvegis flutningin millum Føroyar og útheimin, ein avgerandi partur av undir­ støðukervinum hjá einum oyggjalandi. Hinvegin mæltu fleiri til at selja 2/3 av felagnum beinanvegin, m.a. dastið av teimum, sum tá mannaðu ABC­ samgonguna. Fyri at fáa semju um eitt mál sum hetta, lendi eitt samt løgting á tí konsen­ sus, at heimildin einans skuldi røkka til, at seld vóru 33% av felagnum, meðan tær almennu Før­ oyar framhaldandi skuldi eiga 67%. Tá felagið skuldi skásetast í altjóða keyps­ skálum, var umráðandi, at avgerðirnar hjá táverandi einaeigaranum vóru so stabiliserandi fyri felagið sum gjørligt. Somikið at sær komið var løgtingið hóast alt, at breið semja tá varð gjørd, fyri at tryggja eitt treytaleyst álit mótveg­ is keypsskálum, nýggjum íleggjarum og umheimin­ um yvirhøvur. Mótvegis allari gamlari vanahugsan, hevur tað eydnast føroyingum, at skipa sítt egna flutnings­ felag á veingjum, sum hartil hevur so dugandi fólk í starvi og í nevnd, at felagið í dag er einsamallur aktørar á rutum millum Føroyar og útheimin. Hetta er farið fram á einum marknaði, har frælsa kapp­ ingin hevur rátt og ræður. Ein annar stórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, er vinnustrategiin um, at Føroyar eru miðdepilin í øllum virki felagsins. Hóast hesa sannroynd, er Pf. Atlantsflog hartil helst tað einstaka føroyska felagið, har tað hevur vignast við størstu útrásini hesi seinastu árini. Felagið var í sínari tíð skipað sum partafelag, fyri at politiska valdið skuldi halda seg til sín dont sum partaeigari. Felagið skuldi rekast á vanligum handils­ ligum grundarlagi ­ uttan politiska íblanding. Serlig­ ur tørvur varð á hesum, eftir at nýggir eigarar gjørdust partar av felagn­ um, og serliga eftir at felagið var skrásett í keypsskálunum. Álit er tað sama sum lívføri og lagna hjá einum felag í altjóða handli. Politisk og parta­ politisk átøk í óðum verk­ um ávirka einans destabili­ serandi. Í ringasta føri oyði­ leggjandi fyri álitið, og serliga fyri virðið á felagn­ um, eisini fyri almenna ognarpartin. Í hesum døgum tykist tað, sum at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum, er farin í hernað, fyri at destabilisera Pf. Atlantsflog sum mest. Inntrivini hann ætlar, m.a., at avmarka rættindini hjá privatu partaeigarunum í mun til ognarlutin á umleið 100 mió. kr., og ætlanin um at rúmka um talið av nevnd­ arlimum, fyri at tryggja sær sjálvum (sum høvuðsparta­ eigara) størri vald, er lítið álitisvekjandi, og kastar daprar skuggar yvir felagið, sum er eitt av fáum føroysk­ um feløgum í hesum døg­ um, sum hevur ein skila­ góðan rakstur og eitt upp­ gangandi partabrævavirði í keypsskálunum. Sum tingmenn fara vit hervið staðiliga at heita á landsstýrismannin í vinnu­ málum, Johan Dahl, um at steðga royndini at destabili­ sera Pf. Atlantsflog við síni lítið umhugsaðu politisku cowboy­strategi. Hon tænir ikki felagnum. Skal hon tæna onkrum øðrum enn føroyska flogfelagnum, eigur landsstýrismaðurin at spæla við opnum kortum mótvegis føroyska fólkin­ um, sum framvegis er veruligi eigarin av 2/3 av felagnum. Megnar hann ikki at steðga sær sjálvum, mega samstarvsfelagar hansara í Tinganesi gera tað, nú hann spælir hazard við felagnum, sum um, at tað var hansara egna kiosk. Steðga lítið umhugsaðu politisku cowboy-strategiini Eg sá í Kvinnu at ein dama spyr hvussu hon skal fyri­ halda seg, nú hon umhugs­ ar at taka farloyvi frá sín­ um arbeiði og fara heim at passa mammu sína, sum er røktarsjúklingur. Svarið er í stuttum tað, at hon kann venda sær til Almanna­ stovuna o.s.fr. Samsýnin­ gin, ið veitt verður í hesum sambandi er 10.111 kr sum er skattskyldug. Har næst stendur, at hugt verður eisini at hennara støðu, tí ein treyt fyri at átaka sær slíka uppgávu er, at hon er væl fyri likamliga og sálarliga. Í hesum føri fær mamm­ an ikki verið einsamøll, og dóttirin veit ikki, nær hon sleppur inn á eitt ellisheim. Hon hevur ampa av mamm­ uni, tí hon hevur fingið staðfest Alzheimer og er sera illa fyri. Aftur eitt dømi um, at her haltar okkurt. Tað kann ikki vera meiningin, at fólk sum sjálvi eru komin eitt sindur upp í árini skulu hava ampa av foreldrunum, tí tey eru blivin óhjálpin. Tað kann ikki vera meining­ in, at ein skal noyðast at fara úr starvi, ella fara í farloyvi, tí eingin hjálp er at heinta, og eingin veit nær nøkur hjálp verður. Tað átti at verið so, at tá ein sjálvur blívur 50­65 ár, og børnini (sum oftast) er flogin úr reiðrinum og kanska ommmu og abba­ børn eru komin, skuldi ein kunna notið tilveruna. Tað skapar eisini trivna í lívi­ num at koma út eitt sindur. At verða noyddur at gevast at arbeiða og ístaðin passa eitt gamalt fólk, fulla tíð, krevur óalmindiliga nógv av einum, ja tað er næstan strævnari enn at passa børn. Eg legði til merkis, at tað stóð í svarinum (í Kvinnu) at hugt verður eftir, hvussu ein er fyri likamliga og sálaraliga. Hvør kannar hvussu tey fólk/avvarðandi sum passa øll tey sum standa á tí akutta bíðilistanum eru fyri, bæði likamliga og sálarliga. Mær vitandi kemur tað ikki upp á tal. Men veruleikin er tann, at fleiri fólk, sum hava passað røktarsjúklingar, eru stak illa fyri, serliga sálarliga. Tí tað er sera niðurbrótandi sum er, at síggja eitt av foreldrunum blíva so illa fyri. Tá tað so kemur at fylla alt í lívinum hjá einum, so er ikki ringt at ímynda sær, at tað er lætt at »smokka« niðurum og blíva tunglyntur ella depre­ merað/ur. Lívið hjá tí av­ arðandi blívur trist, og veit eg um eina damu, sum passaði mammu sína í 8 ár dag og nátt, tí mamman var so illa fyri. Aftan á at mamman var deyð bleiv hendan daman so ring av tunglyndi, tí hon hevði livað í 8 ár í einari »atmos­ feru« av sjúku og elendig­ heit, hon var móð av at vakja um náttina, tí mamm­ an var órólig og skuldi skiftast á. Hon hevði ringa samvitsku yvir fyri børn­ umum, sum eftirhondini bara sóu hana sum ein trist­ an persón. Hendan daman, sum hevði gott starv, áðrenn mamman gjørdis sjúk, megnaði ikki at byrja aftur í starvinum, aftan á at mamman var deyð, hon var útligvað og fekk djúpa depressión. Har var eingin sum hevði hugt eftir hennara støðu, hvussu hon var fyri. Men sjálvandi, tá tað skal latast samsýning afturfyri, so fær pípan eitt annað ljóð. Sjálvt um 10.000 kr. minus skatt er alt ov lítið, tað kemur ein ikki langt við. Eg veit, at tað verður arbeitt við at bøta um støð­ una hjá teim gomlu. Eg vóni bara, at tað verður arbeitt skjótt, og at tað verð­ ur bøtt upp á alt eldraøkið sum tað er. Tí eldraøkið hevur ligið sum ein stór skomm í alt ov nógv ár. Eldraøkið liggur sum ein stór skomm Jóna Mortensen Tá ið tað verður tosað um fiski­ dagaskipanina, havi eg altíð, líka frá byrjan, hildið, at teir, sum hava fiskarí sum vinnu, skulu fáa so nógvar dagar, sum teir hava brúk fyri, og teir skulu fáast fyri einki. Altso, tað skulu ongantíð blíva pengar í fiskidøgunum. Tá nú Torbjørn Jacobsen kom við hasum knortluta uppskotinum, var eg partvís í parti við honum. Tað vil siga, at eg havi ikki nakra meining um, hvussu nógv prosent skulu skerjast. Men tað kundi verið ein góður máti at byrjað við at inndrigið fiskidagar uppá. Síðan skulu dagarnir goymast í einum banka, ella hvat tað skal eita, soleiðis at landsstýrismaðurin kundi havt hendan bankan til at javnað út við. Tá ið hetta er sagt, so má fáast skil uppá, hvussu nógvir fiskidagar kunnu vera við Føroyar, og sum vit øll vita, er stór ósemja um tað. Eg kundi hugsað mær, at fiskimenn, reiðarar og fiskifrøðingar settu seg saman at tosa um tingini, tí soleiðis sum fiskifrøðingarnir verða við­ farnir, haldi eg er meiningsleyst. At skerja fiskidagarnar er væl fyri, at hvør fiskidagur skal geva meira, ella meiri veiðu pr. húk ella troltíma. Um man so kom til eitt úrslit um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera, hevði tað verið verðsins besta skipan. Tá kundi fiskivinnuumsitingin býtt dagar út eftir umstøðunum. Tá nógvur fiskur er, fleiri dagar, og tá lítið er til av fiski, færri dagar. Kann vera, at landsstýrismaðurin ­ ella kvinnan – ikki skal umsita skipanina, men heldur ein nevnd, sum ikki er politisk. Tí sum øllum kunnugt bleiv fiskidagaskipanin oyðiløgd av politiskum ódugnaskapi. Sum øllum kunnugt er lítið at fáa av fiski. Tað er bara toskur at kalla. Hýsa sæst næstan ikki, og prísirnir eru lágir, so ringt er at fáa endarnar at røkka saman. Skip blíva løgd, og onnur tvangseld. Vit síggja í bløðunum, at trol­ báturin Gorm er seldur fyri 20.000,­ krónur, og at skuldin er 25,1 milliónir. Um báturin ikki hevði goldið fyri fiskiloyvi, hevði skuldin kanska verið tað hálva, og so hevði eisini borið til at rikið bátin. Sama ger. Onkur hevur fingið góðan vinning av selda fiskiloyvinum. Gorm er bara eitt dømi um, hvussu tað kann ganga. Báturin varð bygdur til Viðareiðis, og æt tá Gáshøvdi. Haðani varð hann seldur, við fiskidøgum, til Sørvágs, og so aftur inn á Glyvrar. Hvørja ferð varð handlað við skipinum sjálvum,umframt fiskidøgunum, sum eru beinleiðis orsøkin til stóru skuldina. Fiskidagaskipanin Eiði Jákup a. Joensen viðmerkingar