mánadagur 16. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 52 - 16. mars 2009 ]
Manchester United
upplivdi eitt søguligt
skrædl á heimavølli
leygardagin, og sjáld
an hevur verið so
kvirt á Old Trafford.
Stóri syndarin hjá
United var Nemanja
Vidic
PREMIER LEAGUE
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tvey tey best umtóktu liðini
í Onglandi, Føroyum og í
mongum øðrum londum,
Manchester
United
og
Liverpool, spældu seinna
Premier
League-dystin
sínamillum á Old Trafford
leygardagin. Lagt var upp
til ein javnan dyst, har
United kanska var ein lítil
favorittur, tí teir vóru á
heimavølli.
Men tá leyst og liðugt
var, sást einki til hetta.
Liverpool vann 4-1, sum er
størsta tapið hjá Manchester
United á heimavølli, í
søguni hjá Premier League,
sum byrjaði í 1992. Tapið
er tað størsta, Manchester
United hevur havt ímóti
Liverpool síðani 1936, tá
Liverpool vann 5-2.
United byrjaði best
Fyrstu løtuna av fyrra
hálvleiki var tað tó United,
sum var best, og tá hálv-
leikurin
var
hálvrunnin
fekk heimaliðið brotsspark.
Ji-Sung Park elti ein bólt
inni í brotsteiginum, Liver-
pool-málverjin, José Reina
kom út, og hann feldi Park.
Dómarin var ivaleysur, og
peikaði á brotssparksblettin.
Cristiano
Ronaldo
var
ísakaldur, og setti bóltin í
netið til 1-0.
Men Liverpool misti ikki
mótið. Tað er ikki nógv,
sum Liverpool- og United-
viðhaldsfólk kunnu semjast
um, men tað er so breið
semja um, at United-verju-
spælarin, Nemanja Vidic,
spældi sín ringasta dyst fyri
United leygardagin.
Tá 27 minuttir vóru
farnir, slapp hann at kenna
hvussu vandamikil Liver-
pool-framherjin, Fernando
Torres, er. Torres tók bóltin
frá Vidic, sum ikki hevði
hóming av, hvat hann skuldi
gera við bóltin. Einsamallur
við Edwin van der Sar, var
Torres tryggleikin sjálvur,
og javnaði til 1-1.
Beint fyri steðgin var
liðskiparin, Steven Gerrard,
feldur av Patrice Evra í
United-brotsteiginum.
Heldur ikki hesaferð var
dómarin
í
iva.
Steven
Gerrard átók sær sjálvur at
skjóta, og legði Liverpool á
odda 2-1.
Syndarin Vidic
United trýsti nógv eftir
steðgin, og teir pumpaðu
nógvar
bóltar
inn
í
brotsteigin, sum Liverpool-
verjan beindi burtur. Nakrir
málmøguleikar
vóru
til
heimaliðið, men teir tóku
ikki av, og Liverpool vaks
alsamt í trúnni.
Tá 76 minuttir vóru farnir
tekur Nemanja Vidic og
jarðleggur Steven Gerrard,
og ger ilt verri við at
gestikulera, at har einki
áfatt. Men Steven Gerrard
var í fríari álopsstøðu, og tí
mátti dómarin reka Vidic
av vølli, og døma fríspark
til Liverpool. Hesum tók
brasilski Fabio Aurelio sær
av og skjeyt eitt so væl
plaserað fríspark inn í
handara hornið, at van der
Sar
bert
kundi
vera
eygleiðari. 1-3, og risafrøi á
Liverpool-spælarum og -
áskoðarum.
United-venjarin,
Alex
Ferguson, hevði stutt áðrenn
sent Ryan Giggs, Paul
Scholes og Dimitar Berba-
tov inn á vøllin fyri at
tryggja United tað eina
stigið. Men 10 ímóti 11 og
tvey mál aftanfyri var ov
brøtt brekka hjá United.
Ronaldo kundi tó havt
skorað
til
2-3,
men
heilkiksaði. Og ógvuliga
sigandi
um
dystin,
so
lobbaði innskifti Liverpool-
spælarin Andrea Dossena –
beint aftaná møguleikan hjá
Ronaldo – bóltin upp um
van der Sar til 1-4, beint
aftaná.
Og tá dómarin bríkslaði,
mundu fleiri Liverpool- enn
United-viðhaldsfólk
vera
eftir á áskoðaraplássunum.
Ein uppiborin sigur til
Liverpool, sum vardi væl
og var effektivt. United er
tó enn fýra stig framman
fyri Chelsea og Liverpool,
og hevur enn ein dyst til
góðar.
Liverpool eyðmýkti United
Steven Gerrard og Fernando Torres vístu sítt virði, tá Liverpool leygardagin eyðmýkti Manchester United á Old Trafford
Mynd: AP
Londonliðini gagn
nýttu ósigrarnar
hjá kappingarneyt
unum og fluttu
hvør sítt pláss upp á
stigatalvuni
PREMIER LEAGUE
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Chelsea tók ímóti Man-
chester City á Stamford
Bridge í einum dysti, sum
var eyknevndur »uppgerðin
hjá millióningunum«. Chel-
sea hevur tó eina munandi
størri kontu, tá talan er um
stig, og tann munurin øktist
enn meiri, tí London-liðið
vann uppgerðina við einum
máli ímóti ongum.
Chelsea byrjaði væl, og
hevði bóltin í City-netinum
beinavegin, men málið var
kolldømt,
orsakað
av
rangstøðu.
Men eitt korter seinni fall
málið, sum var nóg mikið
hjá Chelsea til at vinna
dystin.
Frank
Lampard
sendi eitt fríspark væl inn-
fyri, og ghanesiski fram-
herjin,
Michael
Essien,
fluktaði bóltin í málið hjá
Shay Given.
Restina av dystinum var
tað Chelsea, sum hevði teir
stóru
málmøguleikarnar,
men Manchester City slapp
væl við 1-0.
Arsenal er komið
í gongd
Arsenal er komið fyri seg
síðstu umførini, eftir at
málturkur hevur darvað The
Gunners í oddastríðnum.
Nú er gongd komin á, og
móti Blackburn leygardagin
líkaði tað heimafólkinum,
at Andrej Arshavin longu í
øðrum minutti trýsti fyrsta
málið ígjøgnum – sjálvt um
Andre Ooijer hjá Blackburn
helst fær tað við í síni
hagtøl sum sjálvmál.
Eftir
hetta
megnaði
Blackburn tó at halda málið
reint í yvir ein tíma, áðrenn
tað
skrædnaði.
Tá
65
minuttir vóru farnir, gjørdi
Andrej Arshavin tað til 2-0
– hesa ferð uttan iva um
málskjúttan – og Emmanuel
Eboue staðfesti sigurin hjá
Arsenal
við
tveimum
málum ímóti dystarenda,
tað seinna við brotssparki.
Chelsea og Arsenal tóku av
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Man Utd
28
20
-
5
-
3
49
16
33
65
2 Chelsea
29
18
-
7
-
4
49
16
33
61
3 Liverpool
29
17
-
10
-
2
49
21
28
61
4 Arsenal
29
14
-
10
-
5
45
26
19
52
5 Aston Villa
29
15
-
7
-
7
43
31
12
52
6 Everton
29
13
-
9
-
7
39
29
10
48
7 West Ham
28
11
-
6
-
11
34
34
0
39
8 Wigan
29
10
-
8
-
11
29
28
1
38
9 Fulham
29
9
-
10
-
10
28
26
2
37
10 Man City
29
10
-
5
-
14
45
37
8
35
11 Tottenham
29
9
-
8
-
12
35
34
1
35
12 Bolton
29
10
-
3
-
16
31
43
-12
33
13 Hull
29
8
-
9
-
12
35
51
-16
33
14 Sunderland
29
8
-
8
-
13
29
38
-9
32
15 Blackburn
29
7
-
9
-
13
32
48
-16
30
16 Newcastle
29
6
-
11
-
12
35
46
-11
29
17 Portsmouth
28
7
-
8
-
13
30
45
-15
29
18 Stoke
29
7
-
8
-
14
28
47
-19
29
19 Middlesbr.
29
6
-
9
-
14
21
41
-20
27
20 WBA
28
6
-
4
-
18
25
54
-29
22
Keane klárur aftur at venja
Roy Keane er til reiðar at taka eina nýggja venjarauppgávu á
seg í summar. Beint fyri jól gavst Keane í starvinum í Sunder-
land, og síðani hevur hann ikki viljað tikið við nøkrum nýggj-
um starvi, hóast hann hevur verið upp á tal ymsastaðni. – Eg
vóni, at eg kann verða aftur í einum venjarastarvi í summar.
Eg veit ikki, hvar tað verður, men eg haldi allar møguleikar
opnar, og tí vil eg heldur ikki vísa aftur, at tað verður í útland-
inum, sigur Roy Keane.
Aston Villa missir takið
Aston Villa hevur í ár blandað seg upp í stríðið millum fýra
tey fremstu í ensku Premier League, men nú er felagið úr
Birmingham við at dragna í toppinum. Aston Villa tapti um
vikuskiftið, og fyri fyrstu ferð síðani í desember mánaði er
Aston Villa ikki millum fýra tey fremstu feløgini í Onglandi.
Tað hevur stóran týdning at vera millum tey fýra fremstu, tí
tað gevur rætt til at spæla í Champions League.