mánadagur 16. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2009
23
tíðindi
meg uppá orðið, og eg
meld aði meg til.
Linda sigur, at tá hon fór
til upptøku, hevði hon bara
hug at goyma seg millum
tey mongu í bíðirøðini.
- Eg var so bangin fyri at
fáa at vita, at eg skuldi bara
vera heima og vera mamma.
Tí eri eg sera glað fyri at
vin konurnar
fingu
meg
avstað, og at dóttirin yvirtal-
aði meg.
Hvat geri eg skeivt?
Í fyrsta umfarinum kendi
Linda seg sum eitt barn í
einum stórum handli. Hon
kendi seg tryggan við sínum
sangi, men var harafturímóti
ótrygg við hvussu hon
skuldi flyta seg á pallinum,
hvat kamera hon skuldi
hyggja í og so framvegis.
Hon er kortini vaksin við
uppgávuni seinastu vikur-
nar.
- Tað kennist fullstendiga
fantastiskt at standa á pall-
inum í X-Factor. Tað kennist
betri enn nakar dreymur,
sum ein altíð hevur havt.
Eg havi verið nøgd við mín-
ar framførslur, men eg havi
fingið viðmerkingar, sum
eg ikki havi vitað, hvussu
eg skuldi taka. Eg hugsaði,
at tað er líka mikið hvat eg
geri, tí teir fara ikki at dáma
meg álíkavæl. Eg havi
sung ið fýra ymiskar sangir,
nú frati eg á tað heila, og eg
syngi bara. Og tá elskaðu
teir meg.
Nøkur ting hava verið eitt
sindur torfør fyri hana at
góðtaka.
- Eg havi fingið kritikk
fyri at syngja ov væl.
Hvussu kann tað vera nega-
tivt? Fyri ein sum meg, sum
eri ein kempari er tað viktigt
við mótgangi, tí eg blívi so
fratør. Hetta hevur so nógv
at siga fyri meg. Hvat geri
eg skeivt? Og tá alt kom til
alt, gav Blachmann mær
tað bestu vikuna, sigur hon
og smílist.
- Mann kann siga tingini
uppá ein penan máta. Men
eg eri glað fyri at føroyingar
ikki fóru á sama støði sum
Blachmann.
Hon var í sendingini hjá
Rás2 biðin um at geva sítt
boð uppá hvør var besti
dómarin. Tá var hon ikki í
iva.
- Lina er besti dómarin.
Fólk skulu uppmuntrast.
Ikki hálast niður.
Per Zachariasen,
framleiðslu stjóri
hjá blu:
- Tað var mín upp gáva
at finna dóm arar til
sendingina, og vit
hildu tað vera
umráðandi at hava
Blachmann við. Vit
kenna Blachmann frá
fyrr, hann er umráð-
andi, tí hann er so
kontroversiellur.Tað er
ein partur av spæl-
inum, at mann slepp ur
at viðmerkja hvønn
annan. Ikki altíð teir
meina tað, men teir
provokera. Mann skal
ikki taka Blachmann
so alvor ligt altíð. Hann
sigur tingini sum tey
eru. Tí eru vit ótrúliga
glað fyri at hann er
við. Tað er DR eisini.
Fleiri kvinnur í politikk
Tað gongur tann rætta vegin við at fáa grønlendskar kvinnur
at taka lut í tí politiska lívinum. Enn eru kvinnurnar kortini
ov fáar sammett við mennninar, og tí bleiv skipað fyri einari
ráðstevnu í Nuuk um vikuskiftið, hvørs endamál var at eggja
kvinnum til at fara upp í politikk. Aleqa Hammon (myndin)
úr Siumut, sum var ein av fyrirerikarunum, sigur við kring-
varpið KNR, at kvinnur hava eginleikar, sum menn ikki
hava, og at tær síggja mál á ein annan hátt enn menn. Tí
hevði tað tænt samfelagnum, um fleiri kvinnur vóru við í
teirri politisku viðgerðini, sigur hon.
Heldur íløgur enn
skattalætta
Flestu danir halda, at tað almenna eigur at brúka meiri pengar til
íløgur heldur enn skattalætta. Í einari kanning, sum Megafon hevur
gjørt fyri Politiken, siga 57 prosent av teimum spurdu, at
politikararnir eiga at brúka meiri pengar til íløgur til at umbyggja og
umvæla skúlar, ellisheim og sjúkrahús fyri at útvega fleiri
arbeiðspláss. 36 prosent vilja heldur hava skattalætta, so tey fáa meiri
pengar til nýtslu. Hesi fáa sín vilja. Í ár hava politikararnir játtað 9
milliardir krónur í skattalætta, 30 milliardir kunnu takast út úr serligu
pensjónsuppsparingini, og harafturat koma 14 milliardir í skattalætta.
Linda Andrews hevur verið í røttum ódnarveðrið seinastu tíðina í samband við X-Factor kappingina, og greiddi hon millum annað frá sínum upplivingum við Blachmann og hinum luttakarunum í
kappingini. Fjeppararnir vóru nógvir í tali, og fingu teir autografar og eina frálíka konsert
Mynd: Jens Kristian Vang