mánadagur 16. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 52 - 16. mars 2009
Føroya Skipara-og
Navigatørfelag heitir
á sínar limir um at
gera trygdarvenjingar
umborð á fiskiskip-
um og at kunna
mynstraðar fiskimenn
um trygdina
Trygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri var framløgufundur
í Miðlahúsinum í Vágsbotni
av úrslitunum í kanningini
um viðurskiftini umborð á
fiskiskipum, sum Skipa
eftirlitið og Føroya Fiski
mannafelag hava gjørt í
felag.
Tilsamans 1200 spurnar
bløð vórðu send út, og av
hesum komu 226 svar
aftur.
Til framløguna í Miðla
húsinum vóru eini 30 fólk
møtt. Hetta vóru serliga
fólk, sum starvast við trygd
arspurningum í skipaflot
anum.
Semja varð um, at okkurt
munagott má gerast við
trygdarvenjingarnar
um
borð og kunningina til
fiskimenn, sum eru við
fyrsta túrin.
Trygdarvenjingar
Støðan er bøtt munandi,
síðan allir fiskimenn hava
fingið trygdarskeið, tó eigur
okkurt, at verða gjørt við
hugburðin og kunnleikan
hjá skipsyvirmonnunum.
Hetta er niðurstøðan, sum
felagið hjá navigatørum,
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag, kemur til eftir
framløgufundin í Miðla
húsinum.
Á síni heimasíðu vísir
felagið, sum eisini hevði
umboð við á framløgu
fundinum, á, at ISMskip
anin, sum verður brúkt við
handilsskipum,
saktans
kann tillagast til fiski
skipaflotan eisini.
Tað eru serliga trý
viðurskifti, sum fiskimenn
ikki eru heilt nøgdir við.
Hesi eru vantandi venjingar,
ov lítil kunning frá yvir
monnunum um trygdar
útbúna og trygdarfyriskip
anir eins og atkomuviður
skiftini til skipið.
Føroya Skiparaog Navi
gatørfelag
vísir
á,
at
sambært kanningini eru
fiskimenn væl nøgdir við
eitt nú hvíldartíð, arbeiðs
amboð, eins og eingir
málsligir tupulleikar eru
staðfestir í kanningini.
Nøgdsemi er sum heild
betri umborð á nótaskipum
og
flakatrolarum
enn
umborð á línuskipum og
ísfiskatrolarum. Staðfest er
soleiðis, at støðan helst er
frægari við teimum nýggj
aru
skipunum,
og
har
manningin er meira støðug,
vísir felagið á.
Ófráboðað vitjan
Á framløgufundinum boð
aði stjórin í Skipaeftir
litinum, Vilhjálmur Gre
goriussen, frá, at eftirlitið
seinni í ár fer á ófráboðaðar
vitjanir umborð á skipum.
Á heimasíðuni hjá Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
heitir felagið á sínar limir
um at gera trygdarvenjingar
og at kunna mynstraðar
fiskimenn
um
trygdina
umborð.
Felagið heitir samstundis
á sínar limir um at minnast
til at dokumentera gjørdar
trygdarvenjingar og kunn
ing í tilsýnsbókina og
dagbókina umborð.
Skipaeftirlitið
á ófráboðaða
eftirlitsvitjan
Byggja nýggj strandfaraskip
Í Grønlandi hevur reiðaríið Royal Arctic Line gjørt av at skifta fleiri av teimum smáu
strandfaraskipunum út. Felagið sigur, at fleiri av skipunum, sum sigla til tær smáu
bygdirnar, eru gomul, og tí fer felagið at keypa nýggj skip tey bæði næstu árini. Nýggju
skipini skulu taka 12 ferðafólk og nakað av farmi. Sum skilst er ætlanin at byggja tey
nýggju førini á ymsum skipasmiðjum, og roknað verður við, at tey fyrstu fimm verða
liðug í 2011. Byggiætlanin er tó treytað av, at landsstýrið gevur sína tilsøgn, sigur KNR.
Kanningin, sum
Skipaeftirlitið
og Føroya
Fiskimannafelag
í felag hava gjørt
um støðuna
umborð á
føroyskum
fiskiskipum, vísir,
at fiskimenn ikki
eru nøgdir við
trygdina umborð
Mynd: Rógvi K.
Mouritsen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er vorðið meira og
meira vanligt, at skip landa
í Saltangará leygardag, og
soleiðis var eisini seinasta
leygardag, tá ikki færri enn
fýra ísfiskatrolarar landaðu
á landingarmiðstøðini hjá
Beta.
Leirvíkstrolararnir, Pol
arhav og Stjørnan, vóru
inni við umleið 430.000
pundum, og Bakur og Stelk
ur hjá Faroe Seafood vóru
inni við umleið 360.000
pundum.
Fyrr í vikuni løgdu eisini
aðrir ísfiskatrolarar veiðina
upp í Saltangará.
Rókur og Lerkur vóru
inni síðsta fríggjadag við
sløkum 400.000 pundum,
og Heykur og Falkur høvdu
480.000
pund
síðsta
mikudag.
Tveir aðrir ísfiskatrolarar
landaðu eisini í Saltangará í
síðstu viku. Tað vóru Jaspis
og Ametyst, sum høvdu
230.000 pund fyri umleið
eini viku síðan.
Á
landingarmiðstøðini
hjá Beta í Saltangará vænta
tey í øllum førum fýra
ísfiskatrolararnar til land
ingar hesa vikuna.
Vit vænta, at Jaspis og
Ametyst, ið vóru teir fyrstu,
sum vóru inni í síðstu viku,
koma inn at landa mið
skeiðis í hesi vikuni, og
síðan vænta vit Heyk og
Falk seinnapartin í vikuni.
Á
landingarmiðstøðini
siga tey, at upsafiskiskap
urin hevur verið sera góður
í vár.
Nú fer gýtingin hjá
upsanum at vera av, og
fiskur fer helst ikki at
standa líka tættur sum áður.
Tí kunnu vit eisini vænta,
at tað verður eitt sindur
longri ímillum tey góðu
hálini hjá skipunum, sigur
tey hjá Beta í Saltangará.
Landaðu fýra ísfiskatrolarar leygardagin
Polarhav, Stjørnan, Bakur
og Stelkur landaðu í
Saltangará leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen