Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 52 - 16. mars 2009 Barbara heldur fram sum forkvinna Unga Tjóðveldið hevði leygardagin 14. mars landsfund í Tjørnuvík. Nýggj landsnevnd var vald, og hon er mannað við hesum fólkum: Barbara Holm, forkvinna (endurvald), Tórur av Kák Olsen, næstformaður (endurvaldur), Jóhannes Hus­ gaard Niclasen, kassameistari (nývaldur), Gunnhild Dahl Nicl­ asen, skrivari (endurvald), Elin Vatnhamar Olsen, nevndar­ limur (nývald), Maria Kristina Smith, nevndarlimur (nývald), Bjarni Husgaard Niclasen, nevndarlimur (nývaldur) Danir ov feitir Altsamt fleiri danir gerast ov feitir, og í dag er fimti hvør dani so feitur, at vektin hóttir heilsuna, livialdurin og arbeiðsevnini, skrivat Ugebrevet A4, sum hevur kannað málið. Niðurstøðan í kanningini er, at meiri enn 800.000 danir í aldrinum 18 til 70 ár eru ov feitir, og at tað sæst aftur í teirra sjúkradøgum og innleggingum. Mette Wier, sum er formaður í fyribyrgingarnevndini hjá stjórnini, sigur, at úrslitið av kanningini er sera órógvandi. Í næsta mánað fara hon og nevndin at almannakunngera uppskot um, hvussu fólk skulu fyribyrgja ovurfiti. - Síðan vit lótu almenningin vita, at vit fóru at loysa ísfiskatrolararnar Nornagest og Columbus aftur, hava eini 30-40 mans spurt um kjans. Hetta er ikki tað, vit upp- livdu, tá vit løgdu skipini í mai mánaða í fjør, sigur Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá samfelagshjólini mala við nógvari ferð, og ørgrynna av møguleikum eru hjá fólki at fáa arbeiði á landi, er vanligt, at hetta gongur út yvir áhugan hjá monnum at sigla. Tað eru tá serliga tey gomlu skipini – ella skipini, har úrtøkan er lakast – sum fyrst merkja sviðan í slíkum tíðum. Soleiðis hevur støðan verið seinnu árini. Fyri ikki so langari tíð síðan kundi vera trupult at manna línuskipini og teir gomlu ísfiskatrolararnar hvønn túrin, og viðhvørt mátti menn næstan rekast umborð, um skipini skuldu kunna loysa. Men nú er vent í holuni, og áhugin fyri at fáa skipskjans er nógv vaksin – eisini við teimum gomlu skipunum, sum lítil áhugi hevur verið fyri seinastu árini. Stórur áhugi Í síðstu viku hevði Sosialurin grein um, at P/F Vár í Vestmanna, sum eigur gomlu ísfiskatrolararnar, Nornagest og Columbus, nú hevði gjørt av at loysa skipini aftur. Nornagestur og Colum­ bus vórðu lagdir tíðliga í fjør summar, tá oljan var vorðin so dýrt, at eigararnir mettu, at raksturin ikki var lønandi longur. Nú oljan er fallin munandi í prísi, upsafiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum hevur verið rættiliga góður, eins og upsaprísurin hevur hildið sær væl, hava eigararnir av Nornagesti og Columbusi gjørt av at loysa skipini aftur. Tummas Christophersen, reiðari, segði við Sosialin í síðstu viku, at teimum vantaðu nakrar mans til skipini. ­ Vit hava maskinmenn­ inar, men vanta fólk á dekkinum og uppi á brúnni, segði hann. Reiðarin sigur, at tað óiva eru fleiri, sum hava heft seg við hesi úttalilsi, tí rættiliga nógvir fiskimenn hava ringt og spurt um kjans við skipunum. ­ Eg veit ikki ítøkiliga at siga, hvussu nógvir mans hava ringt, men talið liggur onkustaðni millum 30 og 40. Hetta er ikki tað, vit eru vanir við, og tá vit løgdu skipini í fjør summar, stóðu vit mangan ov høvdu ilt við at manna skipini, sigur hann. Tummas Christophersen sigur, at tað bæði eru dekkarar og navigatørar, sum hesar seinastu dagarnar hava spurt um kjans við skipunum. ­ Jú, hetta sigur ivaleyst eitt sindur um, at støðan í samfelagnum er broytt, leggur hann aftrat. Klárir í vikuni Seks mans verða umborð á hvørjum skipi, og ætlanin er, at Nornagestur og Columbus skulu hava umleið tríggjar manningar. Soleiðis verður brúk fyri umleið 18 monnum til hesi bæði skipini, sum ætlandi fara at loysa aftur seinna­ partin í hesi vikuni. ­ Seinastu dagarnar eru skipini klassaði á skipa­ smiðjuni á Skála, og tey verða ætlandi klár haðani í morgin. Síðan verða skipini gjørd út til at loysa, og eg vænti, at loyst verður til fyrsta túr í hesum umfari seinnapartin í vikuni, sigur reiðarin. Tummas Christophersen sigur, at soleiðis sum gongd­ in hevur verið hjá ísfiska­ trolarunum í seinastuni eru útlit til, at raksturin hjá Nornagesti og Columbussi verður lønandi. ­ Eingin kennur fram­ tíðina, men útliti eru nú so mikið batnað, at vit hava gjørt av at loysa skipini aftur, sigur hann. Fleiri vilja við gomlum skipum Hóast Nornagestur og Columbus eru smíðaðir í 1961, heldur hetta ikki monnum aftur í at søkja kjans við skipunum Mynd: Birgir W. Høgnesen Nornagestur og Columbus verða lidnir á Skála í morgin Mynd: MEST