Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ummæli: ABBA - The Show í Royal Albert Hall mikudagin 26. september 2007 Tey vóru einastandandi góð. Nei, álvara, tað vóru tey! Eg gjørdist gleðiliga bilsin av framførsluni. Latum okkum tó fyrst koma við nøkrum atfin- ningum. Tær snúgva seg um ódámligar smálutir, sum vanligi áhoyrarin tó neyvan hevur givið sær stórvegis far um; og hendan framførslan var jú ætlað vanliga fólkinum. Men tó: -Frida sang The Winner Takes It All og Agnetha legði út á I Have A Dream. -Búnarnir samsvaraðu heldur ikki við ymisku tíðarskeiðini hjá ABBA. -Agnetha í 1979 við longum hári og veli á rygginum. Soleiðis. Har slapp eg av við tað. Hesir feilir høvdu tó lítið at siga fyri heildina, tí palluppsetingin var einastandandi. Ljóðið var rúmligt, djúpt og stórt. Tó var eitt sindur av óljóði at hóma við sjálva byrjanina av kvøldinum. Genturnar sungu sera væl, og nógv betri enn hjá øðrum ABBA-fagnaðarbólkum, sum eg havi upplivað (og eg havi upplivað heilt nógvar). Hóast onkur løta var, har tær høvdu lyndi til at ýla og jarma eitt sindur, so raktu tær tó altíð tónarnar reint. Hetta er eitt klárt tekin um at hóast tónleikurin kann endurskapast, so kann tað sama ikki sigast um røddirnar hjá Agnethu og Fridu. Tey verða kallað besta ABBA síðani ABBA. Tey hava spælt á kendum spælistøðum í London, New York og í øðrum stórbýum kring heimin. Nú kemur tiltikna ABBA The Show til Føroya og kann upplivast á Summar Festivalinum ABBA fepurin er so høgur sum sjáldan. Ógloymandi sangirnir hjá svenska poppbólkinum standa sterkari enn nakrantíð. Filmurin Mama Mia! setti sølumet. ABBA-fløgurnar eru framvegis at finnast á hitlistunum, og fólk ferðast um høv og landamørk fyri at uppliva ABBA sangleikir. Og nú er løtan komin, at føroyingar eisini fáa sítt heilt serstaka ABBA upplivilsi á palli. Í august kemur tiltikna ABBA The Show til Føroya at framføra á Summar Festivalinum. Í ferðalagnum verða tveir tónleikarar, sum spældu við ABBA á sinni, og á palli er talan um eitt rimmar show, sum fer at rúnarbinda áhoyrararnar við teimum mongu hittunum hjá ABBA. - Besta ABBA síðani ABBA, sigur offisiella fjepparafelagið hjá ABBA um ABBA The Show, og nú tá tað ikki longur ber til at uppliva upprunaligu ABBA á palli, so er hetta tað besta, sum kann bjóðast . Útseldar framførslur í stórbýum ABBA The Show hevur ferðast kring heimin og spælt fyri túsundtals fólkum í teimum stóru býunum. Í sjálvasta Hollywood Bowl var útselt við 18.000 áhoyrarum. Sama var skilið, tá ið tey spældu í Royal Albert Hall í London. Í oktober fer ABBA The Show á stóra konsertferð í Onglandi, har spælt verður í stórum hallum – millum annað á kenda Wembley Arena. Og verður skilið tað sama í Onglandi, sum tað var í Týsklandi í fjør, so verða høllirnar á tremur við fólki. Í Týsklandi vóru 75.000 atgongumerki seld til ABBA The Show í fjør. Hetta eru bara nøkur av dømunum um, hvussu stórsligin hendan uppsetingin av klassikarunum hjá ABBA er. Mama Mia, ABBA livir! Fyrsta framførslan hjá ABBA The Show var í 2001. Framførslan var í Noregi, og ummælararnir vóru um at detta á ein vissan likamspart av framførsluni. - Mama Mia! ABBA er framvegis á lívi, skrivaði ein ummælari. Ein annar ummælari segði seg vóna, at upprunaligu sangararnir í ABBA fóru at síggja hesa framførsluna, tí hetta kundu tey valla havt gjørt betur sjálvi. Árini síðani hevur ABBA The Show verið á ferði víðahvar kring heimin, og fólk hava flokkast til teirra framførslur. Nú er tíðin so komin, at føroyingar sleppa at uppliva hetta framúr flotta og stóra ABBA showið, og stóra uppsetingin av ABBA The Show verður gjørd á Summar Festivalinum í august. Mama Mia, vit gleða okkum! ABBA show á Summar Festivalinum UMMÆLI: Samanlagt far bólkurin 8,5 av 10 møguligum stigum. Kvøldið var frálíkt. Bjørn Again (kendur ABBA sangari red.) kundi lært eina rúgvu frá hesum bólkinum. UMMÆLI: Klæðini, sum bólkurin var í, líktust rættiliga nógv upprunaligu ABBA-pløggunum úr sjeytiárunum og loksins bar aftur til at hoyra ABBA tónleikarar tosa við ektaðum svenskum framburði! Framførslurnar vóru góðar, serliga tær hjá gentunum, hóast tær tóktust eitt sindur trilvandi í byrjanini. Hví man tað tó vera, at tað ongantíð ber til at finna ein "Bjørn", sum er nakað verdur?