mánadagur 16. mars 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrst útlendska navnið,
sum fer at framføra á ársins
Summarfestivali, er nú
kunngjørt. Hóast hesin ból-
kur bert er ein eftirlíkningur
av heimskenda bólkinum
ABBA, so vilja ummælarar
verða við, at hetta er besti
ABBA bólkurin síðan ABBA.
Ummælara kring knøttin
hava nærmast lovprísa
bólkinum. Heilt frá Amerika
til Bretland hava túsundtals
fólk staði í kø fyri at síggja
ABBA- the Show, og tað
sigst, at ABBA tónleikurin
frá 70’unum og 80’unum
hevur fingið eina veruliga
uppreisn. Mamma Mia
the Movie, Singstar og
Mama Mia sangleikurin
hava, saman við ABBA –
the Show blást lív aftur
í tónleikin, og ABBA løg
byrja at finna sín veg aftur
á nógvar av heimsins
hitlistum.
Nú er tíðin komin til
at føroyingar eisini fáa
møguleikan at uppliva tað
besta ABBA síðan ABBA,
og verður tað á Vágsbøi í
summar.
- Vit hava leingi arbeitt
við at fáa ABBA – the
Show til Føroya, og
rákið, sum er komi síðan
seinasta Summarfestival
hevur gjørt, at vit mettu
tíðina verða komna til at
taka ABBA – the Show
til Føroya, sigur Steintór
Rasmussen, fyriskipari av
Summarfestivalinum við
Planet.
Nógvir eftirlíkningsbólkar
eru kring knøttin – summir
betri enn aðrir, og
serstakliga bólkurin ABBA
hevur eina ørgrynnu av
eftirlíkningum.
- Vit hava prátað við fólk
sum hava hoyrt ABBA – the
Show, og øll hava viðmælt
okkum at taka tey við á
Summarfestivalin. Vit vita,
at nógv eru um boðið,
men eftir øllum at døma er
ABBA – the Show tann besti
ABBA bólkurin sum er, sigur
Steintór.
Víðari sigur hann.
- Vit ivaðist leingi um
hvørt tað var rætt at taka
ein eftirlíkningsbólk á
Summarfestivalin, men
tað er ógjørligt at fáa tað
veruliga ABBA at framføra,
og tónleikurin hjá teimum
er enn heimskendur og
ótrúliga vælumtóktur –
eisini her í Føroyum – so vit
mettu tað í hesum førinum
at verða eitt hugskot, sigur
hann.
Summarfestivalurin
kappast við seg sjálvan
Ì 2008 var nærum eingin
annar stórur festivalur uttan
júst Klaksvíkarfestivalurin
Summarfestivalurin, men
í ár er støðan ein onnur.
Nýggir festivalar síggja fyri
fyrstu ferð dagsins ljós,
og aðrir, sum hava verið
niðurlagdir spíra upp av
nýggjum. Spurningur er
so hvussu hetta ávirkar
Føroya størsta festival –
Summarfestivalin.
- Vit fegnast um at
tað aftur er ávegis ein
føroysk festivalmentan.
Tað hækkar um støðið, og
meira fokus verður sett á
tað føroyska summari sum
eitt festivalsummar. Í mun
til kappingina kann sigast,
at Summarfestivalurin
kappast mest við seg
sjálvan. Vit royna hvørt ár
at betra um umstøðurnar á
festivalinum, tískil taka vit
tað ikki sum eina hóttan, at
aðrir festivalar stinga seg
upp. Nú fáa vit so at síggja
hvussu tað fer at ganga hjá
teimum, sigur Steintór.
Aðrir festivalar hava fyri
tíð síðani almannakunngjørt
útlendskar bólkar ið koma
til Føroya, men hetta er
fyrsta útlendska navnið,
sum Summarfestivalurin
borðreiðir við.
- Hetta verður sjálvsagt
ikki einasta útlendska
navnið sum kemur á
Summarfestivalin. Vit fara
skjótt at almannakunngera
enn ein útlendskan bólk.
Føroyingar hava bíða nóg
leingi eftir nøvnum frá
Summarfestivalinum, sigur
Steintór.
Tað besta ABBA síðan ABBA
UMMÆLI:
- Ikki bert sangarar í ABBA klæðum, men top trimmaðar
sangarar við nógvum klassiskum instrumentum og kórum
aftanfyri. Eisini fer eitt føroyskt barnakór at syngja nøkur
løg við ABBA – the Show, sigur Steintór Rasmussen
UMMÆLI:
- Ikki bert sangarar í ABBA klæðum, men top trimmaðar
sangarar við nógvum klassiskum instrumentum og kórum
aftanfyri. Eisini fer eitt føroyskt barnakór at syngja nøkur
løg við ABBA – the Show, sigur Steintór Rasmussen.
UMMÆLI:
Framførslan í gjár
kendist so verulig, at eg
til tíðir kendi tað sum var
eg stødd í einum livandi
voksmuseumi. Búnarnir,
mátin sum sangarar og
tónleikarar úr svenska
bólkinum Waterloo, sum
spældu seg at vera Bjørn,
Benny, Agnetha og Frida,
fluttu seg, sangirnir,
mátin sum áhoyrararnir
livdu í løtuni - tað var
sum at verða flutt aftur í
tíðina, til ta tíðina, tá ið
ABBA var á konsertferð í
1970unum.
UMMÆLI:
Fyrsta eykalagið á konsertini var Waterloo og síðani kom
Thank You For The Music. Áhoyrarafjøldin var frálíka og
rópti bólkin inn aftur til eina avbera vakra útgávu av The
Way Old Friends Do. Allir ABBA fjepparar í húsinum sungu
við av fullum hjarta. Spell at hesin sangurin ikki er serliga
kendur millum manna.
UMMÆLI:
- Leygarkvøldið verður
tað stóra ABBA showið
á Vágsbøi, og vit vænta,
at ung sum gomul leita
sær til Klaksvíkar hetta
kvøldið, sigur Steintór
Rasmussen.