Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dáma tað ella ei, tey leggja heimin undir seg Eg havi í seinastuni havt høvið at sæð og hoyrt ein fagnaðarbólk, sum kallar seg ABBA - The Music og sum áður hevur framført undir nøvnunum ABBA - The Show og Waterloo. Fyri at gera eina langa søgu stutta, og hóast bólkurin tykist at hava trupulleikar við at halda seg til sama navn, so gjørdist eg ovfarin av tí, sum eg sá. Hetta er ein svenskur fagnaðarbólkur og teirra prát og tosingarlag hevur veruligan svenskan botn. Sangtilfarið hjá bólkinum fevnir eisini um bæði kendar, men eisini minni kendar sangir; Intermezzo No.1, So Long og Hasta Manana eru við í skránni og fyrsta versið í SOS verður heilt fram til niðurlagið sungið á svenskum. Prátið millum sangirnar var stutt og tyktist hetta at vera av tí orsøk at bólkurin vildi fáa pláss fyri so nógvum sangum sum gjørligt á konsertini. Ikki einans vóru framførslurnar á høgum støði, men bólkurin hevði eisini ómakað sær við at fáa fatur á gestatónleikarum, sum í síni tíð vóru partur av bólkinum, sum tað veruliga ABBA brúkti á sínum konsertum í 1970unum. Hesir vórðu eisini heiðraðir fyri teirra respektivu leiklutir á konsertunum, sum ABBA hevði í síni bestu tíð. Eitt annað, sum eg eisini helt vera skilagott við konsertini hjá ABBA - The Music, var at, hóast limirnir í bólkinum vóru í búnum, ið líktust teimum hjá fyrimyndunum, so tyktist framførslan ikki so merkt av "sjónleiki". Myrkhærda gentan bleiv ikki nevnd Frida og ljóshærda gentan varð ikki kallað Agnetha. Somuleiðis smæddist hin myrkhærda ikki við at syngja ein Agnethu- sang, ímeðan ljóshærda gentan heldur ikki helt seg aftur við at syngja onkran Fridu-sang. Hett er óivað nakað, sum bert teir mest nærlagdu fjeppararnir geva sær far um, men kanska er hetta gjørt fyri at lætta um sangframførslurnar. Bólkurin kundi óivað eisini valt slaviskt at hildið seg til at tilluta gentunum sangir eftir hárliti, men spurningurin er, um nakað hevði verið vunnið við tí. Onkursvegna tóktist konsertin við ABBA The Music at vera fyrsta ABBA Tribute tiltakið eg havi verið til; aðrar framførslur við øðrum bólkum, har manningini hevur gjørt lítið annað enn at framføra eina parodi, standa í dag bert eftir sum eitt slag av fyrireiking til hesa konsertina. ABBA The Music gav mær ta fatan at fólkini á pallinum hava veruligan alsk til tónleikin hjá ABBA og svenski fagnaðarbólkurin kann so sanniliga viðmælast. ABBA The Music er stutt sagt besti ABBA fagnaðarbólkur, sum eg nakrantíð havi upplivað. Hóast nøkur av teimum ABBA-kønu meta bólkin Arrival at vera besta fagnaðarbólkin av sínum slag, so kann eg bert skoyta uppí, at eg ikki havi upplivað tey á palli. Eg havi tey tó á fløgu og haldi sjálvur, at genturnar eru dekan ov snjallar á málinum og tískil troyttandi at lurta eftir. Vónandi ljóða tær betur á palli. At enda kann eisini nevnast at eitt, sum var serliga undirhaldandi við ABBA The Music tiltakinum, var upphitingarbólkurin Super Diamond, sum spælir sangir hjá Neil Diamond. Løgið er at staðfesta at ein konsert, har ókendir tónleikarar framføra sangir hjá ABBA og Neil Diamond kann fylla eitt so stórt spælistað sum The Hollywood Bowl, sum hevur pláss fyri heili 17.965 áhoyrarum. Hóast konsertin ikki var útseld, so vantaði tó lítið í. Hvør kundi ímyndað sær at tað skuldi bera til nærum at fylla eitt so stórt spælistað til framførslum hjá tveimum bólkum, har hvørgin parturin kundi sigast at vera tann ektaða vøran? Eg eri tó glaður fyri at hava upplivað ein bólk, sum, ímyndi eg mær, man vera tað næstbesta eftir sjálvum ABBA, sum tíverri ikki kann upplivast á palli longur - í besta føri á DVD. Ummælarar elska ABBA The Show UMMÆLI: Camilla Hedren hevur leiklutin sum Agnetha og Katja Nord ímyndar Fridu (Anni-Frid). Tær riggaðu stak væl, bæði viðvíkjandi útsjónd og sangavrikum. Bólkurin var lýtaleysur og kórsangararnir megnaðu teirra uppgávu til fulnar. Eg ivist ikki í at hendan framførslan fer at renna mær til hugs langt fram í tíðina, hvørja ferð eg hoyri ein sang hjá ABBA. Um tú telist millum fjeppararnar hjá ABBA, so er hetta ein bólkur, sum tú bara mást síggja og hoyra. Bólkurin ABBA The Show er hervið viðmæltur. Fyrsta eykalagið á konsertini var Waterloo og síðani kom Thank You For The Music. Áhoyrarafjøldin var frálíka og rópti bólkin inn aftur til eina avbera vakra útgávu av The Way Old Friends Do. Allir ABBA fjepparar í húsinum sungu við av fullum hjarta. Spell at hesin sangurin ikki er serliga kendur millum manna. UMMÆLI: Hetta er eitt brot úr einum ummæli frá Hollywood Bowl framførsluni hjá ABBA The Show: UMMÆLI: Í gjárkvøldið var fyrsta frumsýning av 2007 útgávuni av ABBA The Show hildin í Royal Albert Hall í London. Eg var til staðar og teir báðar tímarnar konsertin vardi, metti eg meg vera umgirda av heimsins glaðastu mannfjøld. Eg eri fyrr komin fram á fólk, sum hava stóran tokka til tónleikin hjá ABBA, men ikki fyrr enn til útselda tiltakið í gjár ásannaði eg av álvara hvussu trúfastan fjepparaskara bólkurin framvegis hevur.