Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 53 - 17. mars 2009 Í Sosialinum í gjár segði Johan Dahl, lands stýris maður í vinnumálum, at tað er ein púra reell av gerð, at landsstýrið hevur valt at bíða við at einskilja størri part av Atlantic Airways, til umstøðurnar í parta bræva handli og flogferðslu batna. Men tað heldur maður in, sum setti einskiljingar til gongd­ ina í gongd, ikki Einskiljing Jan Müller jan@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Sosialurin/Ras2: - Av gerð­ in er óheppin, tí sjálvt um tíðirnar eru trupl ar, eigur landsstýrið at halda fast við, at tilgongdin skal halda fram, sigur Bjar ni Djurholm. Sum lands stýris­ maður í vinnumálum var tað hann, sum setti ein­ skiljingina í gongd. Bjarni Djurholm sigur, at ein skiljingartilgongdin var væl fyrireikað. Ætlanin var at selja tveir triðingar av felagn um, men hesum tók Løg ting ið ikki undir við og samd ist ístaðin um at selja ein triðing. Samstundis gav Løg tingið til kennar, at lands stýrið skuldi koma aftur at biðja um heimild til at selja ein triðing afturat, og júst hetta var sambært fyrr verandi lands stýris­ manni num kanska ein orsøk til, at tað gekk so væl at selja tann fyrsta triðingin. Hann er samdur við teim­ um, sum siga, at tað politiska valdið eigur ikki at leggja seg út í viðurskifti hjá einum børsskrásettum felagi sum eitt nú Atlantic Air ways. ­ Í slíkum førum er tey fyrsta treyt, at økk signal um felagið verða latin virðis brævamarknaðunum fyrst. Teir skulu hava øll boð um møguligar broyt­ ing ar fyrst, og tí er tað ein óskikkur at senda skiftandi signal út, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Hann skilir væl, at teir privatu parta eigararnir eru mis­ nøgdir við tað, sum er hent. Kunnu kenna seg lumpaðar ­ Eg gav sjálvur tilsøgn um, at tann politiski myndug­ leikin vildi halda seg eina arms longd frá felagnum, ein eingin politisk uppí­ legg ing bleiv, og at felagið skuldi rekast á vinnuligum grundar lagi. Hetta bleiv gjørt fyri at veita íleggjar­ unum trygd fyri, at tann pen ingur, sum teir settu í fe lag ið, var settur í eitt felag, sum bleiv rikið handils liga. Um landsstýrið leggur seg út í viðurskifti hjá felagnum, kunnu teir priva tu íleggjararnir kenna tað, sum at teir blivu lump­ að ir til at seta pening í lands kassan, og at landið heldur fram við at stýra felag num, soleiðis sum land ið kanska ynskir, og so hevur man fyri so vítt ikki livað upp til treytirnar í einari privatisering. Nú ljóðar, at Atlantic Air­ ways skal hava nýggja nevnd á aðalfundinum 2. apríl. Hevði tú valt nýggja nevnd ella latið verandi nevnd halda fram? ­ Út frá tí, sum eg kenni til felagið og tess viðurskifti, havi eg ikki nakra grund til at skifta nevndina út, sigur Bjarni Djurholm. Bjørt skilir misnøgdina Bjørt Samuelsen, sum um sat vinnumál í CHE­ sam gonguni, er ikki so av gjørd sum undanmaður hennara, tá tað snýr seg um av gerðina hjá Johan Dahl at steðga á við at einskilja At lantic Airways. Hinvegin gevur hon Bjarna Djurholm rætt í, at tað politiska valdið skal vera sera varið, tá tað snýr seg eitt børsskrásett felag. ­ Men fór Johan Dahl ov langt? ­ Tað skal eg ikki taka støðu til. Tað má Johan Dahl sjálvur standa til svars fyri, men eg skilji væl, at parta eigararnir vóru mis­ nøgd ir, sigur Bjørt Samuel­ sen við Rás2. Privatu íleggjararnir kunnu kenna seg lumpaðar ”og jeg som troede, at jeg kun var til håndbold....” um... ...er lisin -so ert tú við! Lesið -tað loysir seg