týsdagur 17. mars 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2009
5
tíðindi
Dagsskrá
Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra
1.
Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári
2.
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi og fíggjarstøðu til
3.
góðkenningar
Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið ella tap sambært
4.
góðkenda roknskapinum skal verða nýtt
Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti til partaeigarar
felagsins við 5 mió. kr. - svarandi til kr. 4,830917874 pr. partabræv á kr. 100.
Uppskot um viðtøkubroytingar
5.
a) Vinnumálaráðið hevur sent nevndini uppskot til broyting í § 15 í
viðtøkum felagsins. Endamálið við broytingini er, at aðalfundurin
skal velja 4 nevndarlimir. Sambært uppskotinum verður § 15, stk. 1
soljóðandi: ”Aðalfundurin velur eina nevnd, sum hevur 4 limir.
b) Nevndin skýtur upp broyting í § 5, 1. punktum í viðtøkunum, soleiðis at
innkallingarfreistin til aðalfund verður í mesta lagi 28 dagar og í minsta lagi
8 dagar. § 5, 1. punktum fær eftir uppskotinum hetta orðaljóð: ”Nevndin í
felagnum gevur í fyrsta lagi dagar 28 dagar og í seinasta lagi 8 dagar áðrenn
aðalfundin boð um fundin, við útgreinan av tíð, og stað og fundarskrá.
Val av nevndarlimum
6.
Sbrt. grein 15 í viðtøkum felagsins skal aðalfundurin velja eina nevnd,
sum hevur 3 limir. Limir nevndarinnar verða valdir fyri eitt ár í senn.
Um uppskotið undir punkt 5 verður samtykt, skulu veljast 4 nevndarlimir.
Val av grannskoðara
7.
Nevndin mælir til afturval av grannskoðara felagsins, Rasmussen &
Weihe, Løggilt grannskoðanarvirki P/F, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn.
Uppskot frá partaeigara um at viðgera viðurskiftini millum
8.
høvuðspartaeigaran og privatu partaeigarar felagsins.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti ir@atlantic.
fo ella á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri
bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er fríggjadagin 27. mars kl.
16:00. Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri,
at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru
skrásett við navni, verða útgivin atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti
ávísing av eini í mesta lagi 5 daga gamlari útskrift frá Værdipapircentralen
A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv
fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at
partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er
hildin.
Aðalfundurin
Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin verða fundarskrá og øll uppskot til
fundin løgd fram til gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu felagsins.
Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrásettum
partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvøðurætt á
aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar frammanundan hevur
biðið um atgongumerki. Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú.
Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, hann eigur í
partapeningi. Fyri at at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett í
partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta av
atkvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast, um
uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum á tí á
aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.
Rindan av vinningsbýti
Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í
partabrævabókini, tá aðalfundurin, sum hevur samtykt vinningsbýti, verður
hildin. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 7. apríl. Handil við
partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 3. apríl. Vinningsbýtið vil,
sambært galdandi reglur og siðvenjum, verða útgoldið mikudagin 15. apríl til
ta avlopskonto í einum peningastovni, sum er skrásett í Værdipapircentralen
sum ein konta, har gjaldast kann til við frígerandi virkningi.
P/F Atlantic Airways
Nevndin
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Airways
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways
hósdagin 2. apríl kl. 17:00 á 62N Airport Hotel (Hotel Vágar) í Sørvági
Orkusparing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Leygarkvøldið 28. mars
verður ljósið sløkt í mið
býnum í Havn og á Norðasta
horni í ein tíma millum
klokkan 20.30 og 21.30.
Hetta, so høvuðsstaðurin
saman við 37 øðrum høv
uðsstøðum kring heimin
kann geva umhvørvi og veð
urlagsbroytingum ans, sigur
Tórshavnar kommuna í tíð
indaskrivi.
Átakið, sum eitur »Earth
Hour«, hevur góða undir
tøku um allan heim. Tað
byrjaði í Sydney í Avstralia
fyri tveimum árum síðani,
og í fjør vóru yvir 30 lond,
20.000 virki og milliónir av
menniskjum við.
Í ár verður talið væntandi
meira enn tvífaldað, og Havn
in telist millum 38 høvuðs
staðir, sum eru við – teirra
millum London, Beijing,
Rom, Moskva, Athen, Bue
nos Aires, Istanbul, Keyp
mannahavn, Manilla, Bruxel
les og Helsinki.
Vilja hava borgaran við
Samstundis, sum Tórshavn
ar kommuna gongur undan
í tiltakinum við at sløkkja
ljósið á Ráðhúsinum og
gøtuljósini í miðbýnum og
á Norðasta Horni, verður
mælt borgarunum og øðrum
at gera tað sama henda tím
an leygarkvøldið 28. mars.
Tórshavnar
kommuna
skjýtur upp, at hesin eini tím
in kann brúkast til at skapa
hugna, og er stjørnuklárt, er
Norðasta Horn eitt gott stað,
um tú vilt kaga upp í himmal
in, tí býlingurin, sum er hin
ovasti í landinum, er avbyrgd
ur frá øllum øðrum ljósi í
býnum.
Tórshavnar
kommuna
hevur, saman við Pól Jesper
sen, gjørt eitt stórt kort, ið
sýnir stjørnuhimmalin yvir
Føroyum, og sum verður
borið í hvørt hús í kommun
uni í hesum døgum.
Árið 2009 er lýst at vera
altjóða stjørnufrøðiár, tí at tað
í ár eru 400 ár liðin, síðan
stjørnufrøðingurin
Galileo
Galilei setti kikaran fyri eyg
að og byrjaði miðvíst at
granska stjørnuhimmalin.
Havnin við í Earth Hour
Norðlýsið yvir Tórshavn. Tórshavnar kommuna hevur gjørt av,
at hon skal taka lut í Earth Hour 2009. Hetta merkir at gøtuljós
verða sløkt í ein tíma í miðbýnum og á Norðasta Horni
(mynd: Ólavur Frederiksen)