Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 191 - 4. oktober 2001 Nr. 191 - 4. oktober 2001 3 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri bróðir okkara Jóan Petur Davidsen Skála brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar og til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Tøkk fyri blómur og kransar. Vegna tey avvarðandi Sára, Maria og Dagmar Ein russiskur fiski- frøðingur loypti hvøkk á luttakar- arnar á ICES-fundin- um sum var í Oslo í farnu viku. Hann segði at toskastovn- urin longu komandi ár hevur ein gýtinga- stovn uppá meir enn 600.000 tons FISKISKAPUR Jógvan Hugo Gardar, Oslo Russiski fiskifrøðingurin Vladimir Borisov fekk starvsfelagarnar í altjóða havgranskingarráðnum (ICES) til at hvøkka við. Hansara boðskapur til starvsfelagarnar, sum vóru á fundi í Oslo, var at toskurin í Barentshavinum longu komandi ár aftur er burðardyggur. Teir norsku fiskifrøðing- arnir sum hoyrdu Borisov tóku hann als ikki í álvara. Teir mettu at tað hann segði var meir politikkur enn granskingarúrslit. Hetta skrivar IntraFish. Óansæð hvat norsku serfrøðingarnir halda, so hevur ICES umhugsað at senda bræv til russisku myndugleikarnar fyri at finna útav hvar Borisov hevur síni tøl frá. Vladimir Borisov arbeiðir á Fiski- vinnu- og havgranskingar- deplinum í Moskva. Sambært Borisov er hitin í sjónum, nógv æti og annað sum ger at russar meta at stovnurin er komin fyri seg aftur. Útspælið frá Vladimir Borisov gevur ábendingar um hvørja støðu russar vilja hava tá teir seinni í hesum mánaðinum skulu hitta norskar myndugleikar fyri at fastseta tí samlaðu toskakvotuna fyri Barents- havið komandi ár. Um Borisov fær rætt og vinnur fram við síni hugs- an, ja so kunnu føroyingar rokna við eini hægri kvotu komandi ár. Russiskur fiskifrøðingur Toskastovnurin í Barents- havinum hevur tað gott ELDRAØKI Stefan í Skorini Gøtu bygdaráð samtykti á fundi mánakvøldið at byggja eitt sambýli til eldri fólk í Norðragøtu. Einki sambýli er í bygdini frammanundan, og tí er hetta ein slóbrót- andi ætlan. Tað er eisini í tráð við, at landsstýrið leggur fleiri økir út til kommunurnar at umsita. Enn er ætlanin ikki komin á tekniborðið, og tí er ógreitt, hvussu nógv tað fer at kosta skattaborgaranum, og hvussu nógv pláss vera á hesum sambýlinum hjá Gøtu kommunu. Borgarstjórin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, sigur at við at hava sítt egna sambýli í komm- ununi, sleppa tey frá at senda tey gomlu av bygdini á røktarheim. Nýtt sambýli í Norðragøtu 20 nýggj grund- stykki á Skála ÚTSTYKKING Stefan í Skorini Skála bygdaráð hevur gjørt av at fara undir eina útstykking mið- skeiðis í bygdini. Talan er um 20 grundstykkir, sum verða tøk hjá borg- arum at seta búgv á. Bygdaráðið hevur játt- að 1,3 milliónir krónur til hesa ætlanina, og tað er ein stórur partur av íløgukarminum, sum landsstýrið ásetir. Íløgu- karmurin hjá Skála er 2 milliónir krónur, so ikki er rúm til aðrar stórar íløgur hjá kommununi í hesum íløgukarminum. Bygdaráðið hevur eis- ini ætlanir um at fáa bryggjuna longda. Teir fyrstu tjúgu metrarnir eru longu gjørdir, men óvist er, nær restin av hesum arbeiðnum verð- ur gjørt. Hava russarar rætt, so sær gott út hjá føroysku langfaratrolarunum Fólk, sum tørvar kreppuhjálp eftir onkra skakandi hending, hava nú møguleika fyri at fáa eitt alment ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð SÁTTMÁLI Turið Kjølbro Týsdagin varð sáttmáli millum Meginfelag Sjúkra- kassa Føroya og Føroyskar Sálarfrøðingar undirskriv- aður. Sáttmálin ber í sær, at kommunulæknar kring landið kunnu vísa fólki til sálarfrøðiliga viðgerð, har sjúkrakassin rindar 40 prosent av kostnaðinum. Ískoytið verður latið til í mesta lagi 12 viðgerðir. Sálarhjálp uttanfyri sjúkrahúsverkið hava fólk higartil sjálv verið noydd at rinda allan kostnaðin av. Nýggi sáttmálin fær gildi frá 1. november í ár og frá hesum degi hava vit eina skipaða almenna viðgerð fyri sálarkreppur, sum vit kenna hana aðrastaðni. Tey, sum hava rætt til sálarhjálp, har sjúkrakassin rindar ein part, eru tey, sum tørvar kreppuhjálp eftir onkra skakandi hending í lívinum. Tað verið seg offur fyri ráni, harðskapi og neyðtøku, fólk, sum hava verið fyri ferðsluvanlukku ella aðrari vanlukku, fólk, sum eru avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk fólk, fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku, avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku, avvarð- andi við andlát, her íroknað abort ella føðing av deyð- um barni eftir 19. viku. Eisini kvinnur, sum hava fingið framt fosturtøku eftir 12. viku, av tí at barnið var vanskapt ella líknandi fáa kreppuhjálp. Kreppu- hjálpin er eisini ætlað teimum, sum hava roynt sjálvmorð og ella eru sjálv- morðshótt. Nýggi sáttmálin er av- gjørt eitt framstig fyri før- oyskar sálarfrøðingar. - Vit síggja sáttmálan sum eina viðurkenning av tí sálarfrøðiliga viðgerðar- háttinum. Hóast ymiskt er sum vit kundu hugsað okkum øðrvísi í sáttmálan- um, er hetta ein byrjan, og fara vit framhaldandi at arbeiða við at betra um hann við Meginfelag Sjúkrakassa Føroya til frama fyri tey sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, siga Føroyskir Sálar- frøðingar. Sálarlig kreppuhjálp viðurkend – Nú skulu allar bygdir í Føroyum hava gøtunøvn og húsanummur. Endamálið er, at tað skal vera lætt og einfalt hjá øllum at finna SKRÁSETING Áki Bertholdsen Nú skal tað verða lættari hjá øllum at finna í Føroy- um. Tí skal hvør einasta gøta í landinum nú hava navn og hvørt einasta hús, hvør einasti bygningur, hvørt grundstykki hava húsa- nummar. Tað ætlar landsstýris- maðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm. Hann hevur gjørt eitt uppskot til løgtingslóg um adressur, sum nú er sent kommununum til um- mælis. Kommunurnar skulu hava svarað 25. oktober og ætlanin er at leggja uppskorið fyri Løgtingið longu í ár. Eftir ætlanini eru tað kommunustýrini, sum skulu umsita adressuskip- anina í hvørjari kommunu sær. Hvør kommuna skal seta seta nøvn á vegir og gøtur og eitt nú á tún og býlingar. Sostatt skal hvør bygd býtast sundur í hóskandi, avmarkað adressuøki og hvørt øki skal hava sítt serstaka navn. Eitt adressuøkið er van- liga ein vegur, ella ein gøta, har hús eru. Men tað kann eisini verða ein býlingur, ella eitt natúrliga avmarkað øki. – Tað, sum umræður, er, at uppbýtið er uppbýtið er lætt at fata hjá staðkendum eins og hjá fremmandum og er talan um eina lítla bygd, kann øll bygdin verða roknað sum eitt adressuøki, stendur í uppskotinum, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt. Men í hvørjum adressu- øki skal hvørt hús, hvør bygningur og hvørt grund- stykki hava eitt nummar. Hetta skal gerast fyri hvørja bygd í eini komm- unu. Men fer eitt adressuøki um kommunumark, skal samráðast við granna- kommununa um navnið. Tað verða eisini komm- unurnar, sum skulu betala skeltini, sum skulu setast upp. Tá ið hetta er gjørt, skal ein landsadressuskrá setast á stovn. Hendan skráin er almenn og hon skal umfata allar adressur í landinum. Hendan landsskráin fer at kosta 2,5 milliónir at gera. Men kommunurnar skulu betala fyri at fáa nøvn í skránni. Mett verður, at gjaldið frá kommununum fer at vera tvær milliónir. Annars verður tað mett, at tað fer at kosta 100.000 krónur um árið at reka adressuskránna.Hetta gjaldið skal fáast til vega frá kommununum og teim- um, sum ananrs brúka skránna Neyðugt við greiðum viðurskiftum Vinnumálastýrið sigur, at endamálið við lógini er at gera eina tíðarhóskandi adressuskrá, sum skal gera tað einfalt og lætt hjá ein- um og hvørjum at finna ávísan bústað, ella eitt ávíst stað í landinum – Í sambandi við til- búgving, neyðsynjarørindi og annars, tá ið ókunnug skulu finna í bygd og í bý, er tað neyðugt at hava eina eintýðuga staðfesting, sigur Vinnumálastýrið. Og stýrið sigur, at hetta gerst best við adressum. Tað skilst eisini, at ætlanin er, í hvussu so er seinni, at gera adressu- skránna digitala og tá fer at bera til at knýta hana saman við GPS, so at stytsta og skjótasta leið til eina ávísa adressu verður uppgivin elektroniskt. Vinnumálastýrið sigur, at tað hevur týdning bæði hjá einstaklingum, eins væl og hjá vinnulívi og stovnum, at ein nágreinilig adressu- skrá er. – Tað eru nógv dømi um, at tað er trupult hjá fólki at finna hús, fyritøkur ella stovnar. Fólk, fyritøkur og stovnar flyta ofta og bygdir og býir broytast alsamt. –Fyri hin einstaka er tað í besta føri møtimikið, men tað kann eisini fáa álvars- ligar avleiðingar um hetta t.d. forðar einum í at møta til eina starvssamrøðu. – Tað eru eisini nógv dømi um, at virksemi hjá myndugleikum er tarnað, tí ongin fullfíggjað adressu- skrá er. Eitt nu eru tele- og elverk, umframt flutnings- feløg javnan darvað av hesum, sigur Vinnumála- stýrið. Allar bygdir skulu nú hava gøtunøvn og húsanummur Nu skal hvør bygd í Føroyum skipast í adressuøki. Eitt adressuøki er vanliga ein vegur ella ein gøta, men er talan um lítla bygd, kann øll bygdin vera eitt adressuøki. Men hvørt hús skal kortini hava eitt nummar, eisini í Dali, haðani hendan myndin er C M Y K 3 2