Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 191 - 4. oktober 2001 Nr. 191 - 4. oktober 2001 5 Ein 80 ára gamal pensjónistur á Tvøroyri er argur inn á tað almenna. Fyrst misti hann heima- hjálpina, tí hon varð spard burtur, men kortini er gjald fyri heimahjálp drigið frá pensjónini PENSJÓNISTUR Í KLEMMU Áki Bertholdsen Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er rættiliga argur inn á tað almenna. Hann sigur bart út, at hann hevur mist álitið á almennari umsiting. Hann er 80 ára gamal og krestirnar eru ikki longur sum tær, tær hava verið. Tí hevur hann fingið heimahjálp at vaksa gólvini fyri seg, annars klárar hann nógv sjálvur. Hann fær heiumahjálp tvær ferðir tveir tímar um mánaðan, tvs fýra tímar um mánaðin. – Tá ið heimahjálpin var her í her í juni mánaða, gjørdi hon meg varugan við, at hon kom ikki aftur, fyrrenn í september. – Hon segði, at tað skuldi sparast og at eg tí onga heimahjálp fór at fáa í summarfrítíðini í juli og í august. Hann sigur, at tað var onki at gera við tað, tó hann heldur, at tað er nógv fyri, at tað skal sparast í heima- hjálpini. Drigið av pensjónini Men tá ið hann so fær pensjónina seinast í juli mánaða, verður hann illa við. Tí í uppgerðini stendur, at Almannastovan hevur drigið 172 krónur av pen- sjónini fyri heimahjálp. Hann gjørdi vart við seg og heimarøktin viðgongur, at talan er um eitt mistak. Men kortini endurtekur tað sama seg, tá ið hann fær pensjónina seinast í august, tí aftur tá eru 172 krónur drignar frá fyri heimahjálp. – Sostatt hevur Almanna stovan í tveir mánaðir drigið gjald fyri heima- hjálp, sum eg ikki havi fingið, frá pensjónini. Hann sigur, at hann hevur tosað við øll møgulig, fyri at fáa hetta í rættlag. – Eg havi tosað við heimarøktina í Suðuroynni og við Almannastovuna í Havn. Tey vita, at talan er um eitt mistak, men til dagin í dag, er mistakið ikki rættað. Daniel Jacob Smidt Jensen sigur, at tað er nógv fyri, at slík mistøk skulu henda. Tað vóru eisini tey sjálvi, sum tóku heima- hjálpina og tí átti slíkt ikki at komið fyri. – Men tað er líka nógv fyri, at eg ikki skal røkka til tey, sum hava myndugleika at rætta mistakið. Tað tykist, sum um tað nú er blivið so langt ímillum okkum, sum brúka heima- hjálpina, og tey, sum stíla fyri, at vit røkka ikki til tey, sum hava ábyrgdina av slíkum. Hann sigur, at tá ið gjald fyri heimahjálpina varð drigið av pensjónini fyri aðru ferð, seinast í august, gjørdi hann greitt, at hann vildi ikki hava heimahjálp aftur, fyrrenn mistakið varð rættað. Tí fekk hann heldur onga heimahjálp í september. Og tá ið pensjóni kom í sep- tember, var heldur onki drigið av fyri heimahjálp. Men gólvini mugu vask- ast og tí hevur hann boygt seg, so nú fær hann heima- hjálp aftur í oktober. – Men tað kann væl vera, at eg broyti meining aftur og boði teimum frá, at eg vil ikki hava heimahjálp aftur, fyrrenn feilurin er rættaður. – Hetta er blivið eitt prin- sippmál hjá mær. Tað er ikki so nógv í pengum, tað snýr seg um, men tað er eitt prinsipp um, at tað almenna skal ikki kunna fara so- leiðis við fólki, at tað ger eitt mistak hjá einum pen- sjónisti, men ikki rætta tað aftur. – Daniel Jacob Smidt Jensen er neyvan tann ein- asti, sum hevur fingið rokning fyri heimahjálp, sum varð tikin í summar, sigur leiðarin á heimarøktini STIRVIN SKIPAN Áki Bertholdsen – Eg skilji væl, at mað- urin er ónøgdur. Men hann 66er neyvan tann einasti, í hevur orsøk til at vera ónøgdur. Jákup Foldbo, leiðarin á heimarøktini skilr væl, at Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er ónøgdur. Sum tað sæst á greini aðrastaðni, er heima- hjálp í tveir mánaðir drigin frá pensjónini, hóast hann ongantíð hevur fingið heima- hjálpina. Men tað skilst á Jákupi Foldbo, at hetta er slíkt sum hendur, tí telduskipanin er so stirvin. Hann sigur, at tað var vanligt, at fólk mistu heimahjálp í summar tí tað skuldi sparast og pensjónisturin á Tvør- oyri er neyvan tann ein- asti, sum hevur fingið rokning kortini. Men hann leggur áherðslu á, at tað verður rættað seinni. – Tvær ferðir um árið verða gjøldini regulerað, Og tann fyrsta regu- leringin er ikki langt burtur og tá skuldi feil- urin helst verðið rætt- aður. Hann sigur, at skip- anin er ikki nøktandi fyri brúkaran, men tað er ein ógvuliga umfatandi skipan og tað er tungt at gera broytingar. Tí verð- ur tað bara regulerað tvær ferðir um árið. Tó hendir tað hvønn mánaða, at gjøldini verða broytt eftir fráboð- anum frá eftirlitskvinn- unum kring landið, tvs, um tímatalið, ein fær heimahjálp, verður hækkað, ella lækkað. Sjálvur dugir leiðarin ikki at siga, hvussu nógvar broytingar, eru tiknar við. Tí veit hann ehldur ikki, um gjaldið hjá pensjónistinum á Tvøroyri, kemur við í reguleringina, ella um tað átti at verið broytt. Men reguleringarnar gera so tað, at tá ið avtornar, hevur ongin goldið ov nógv fyri heimahjálp, sigur Jákup Foldbo. Mistakið verður rættað Tóku heimahjálpina men sendi rokningina Tann 80 ára gamli Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er illur inn á tað almenna.Hann mátti gjalda fyri heimahjálp, hann ongantíð fekk og tað gongst sera strilti at fáa mistakið rættað Anfinn Kallsberg heldur, at tað kann vera ein fyrimunur hjá kommunum at vera saman í størri eindum. Henda samanlegging eigur tó ikki at vera framd við lóg, men kommun- urnar skulu sjálvar taka stigið, heldur løgmaður SAMANLEGGING Stefan í Skorini Kommunur leggja saman. Fyrsta var tað Kollafjørður, sum legði saman við Tórs- havn, og nú stendur tann næsta samanleggingin fyri durum. Tað eru Skála og Runavíkar kommuna, sum sláa pjøkarnar saman, um fólkið tekur undir við hesi ætlan á fólkaatkvøðu mánadagin og týsdagin. Løgmaður Anfinn Kalls- berg er eisini landsstýris- maður við kommunumál- um, og hann sær ávísar fyrimunir við samanlegg- ing í størri eindir. Greitt uppgávubýti Tað liggur í kortunum hjá sitandi samgongu, at kommunurnar fáa alt fleiri mál at umsita. Barnaans- ingin er longu løgd út og er ikki longur ein landsupp- gáva, og næsta málið verð- ur eldraøkið, sum komm- unurnar eisini skulu taka sær av. – Vit tosa um at leggja nakrar uppgávur út til kommunurnar, og tað krevur nakrar umsitingar- ligar eindir, sum eru førar fyri at umsita hesar ymsu uppgávurnar, sigur løg- maður, sum ikki krevur, at kommunur leggja saman, men krevur hinvegin eitt kommunalt samstarv. Hann sær fyri sær eitt økt samstarv millum kommun- ur, sum kann enda við sam- anleggingum. Anfinn Kallsberg heldur, at ógreiða uppgávubýtið millum land og kommunur skal burtur, og tí er neyðugt at kommunur samstarva sínámillum fyri at megna hesar uppgávur. Sjálvboðin samanlegging Undanfarnir landsstýris- menn hava tosað um at noyða kommunurnar sam- an í størri eindir, og hetta skuldi gerast við lóg. Hes- um tekur løgmaður tó ikki undir við. – Eg eri ímóti at tvinga kommunur at leggja saman við lóg. Tær skulu sjálvar sleppa at gera av, hvussu tær skipa seg, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður hevur lagt eina lóg fyri tingið, sum skal gera tað lættari hjá kommunum at leggja sam- an. Henda lógin er samtykt og er samstundis ein viður- kenning av, at rákið er fyri samanleggingum í løtuni. – Vit hava gjørt eina lóg fyri samanleggingum, og tað er ein viðurkenning av, at hesin møguleikin skal vera tøkur. Vit hava roynt við hesi lógini at skipa tað soleiðis, at eingir leysir endar eru í sambandi við samanleggingar. Lógin gevur kommunum teir neyðugu lógarkarmarn- ar at arbeiða eftir, tá talan er um samanlegging. Hon ásetir tað fíggjarliga býtið, og hvussu annars farast skal fram. Tá lógin fyri samanlegg- ingum varð gjørd, legði løgmaður upp til eitt býti í størri eindir. Hetta býtið varð tó strikað í Løgtingin- um, so at ongar eindir bein- leiðis eru nevndar í lógini, men í viðmerkingunum til lógina eru hesar eindir nevndar. Hann leggur tó dent á, at samanleggingar ikki skulu fara út um landafrøðiliga økið, har kommunurnar liggja. So at t.d. Sjóvar kommuna kann ikki leggja saman við høvuðsstaðnum. Nærdemokrati Løgmaður leggur tó dent á, at nærdemokratiið skal ikki undirmetast. Jú nærri borg- aranum uppgávan verður loyst, tess betri tænastu kann hann vænta sær. Hinvegin verða fleiri uppgávur í dag loystar í høvuðsstaðnum av miðfyri- sitingini, sum ætlanin er at leggja út til kommunurnar. Samanleggingar kunnu føra til, at uppgávur verða loyst- ar nærri borgaranum, tí kommunurnar tá eru betri førar fyri at átaka sær tær uppgávur, landið fer at leggja út. – Úrslitið av eini saman- legging er ógvuliga nógv tengt at teimum persónum, sum stýra sameindum kommunum, og hvussu teir leggja samstarvið til rættis. Løgmaður sær fyrimunir við samanleggingum Olaus Jespersen verður nýggjur stjóri á fólkaskúladeildini í mentamálastýrinum, nú Hensar Ellings- gaard leggur frá sær eftir 43 ára tænastu innan fólkaskúlan SKIFTI Stefan í Skorini Mánadagin hevði Niels Olaus Kristian Jespersen sín fyrsta starvsdag sum stjóri á fólkaskúladeildini í mentamálastýrinum. Olaus Jespersen er 50 ára gamal og er ættaður úr Hovi. Hann kom úr starvinum sum fulltrúi á lønardeildini á fíggjarmálastýrinum. Olaus er ikki ókendur í fyrisitingini innan fólka- skúlan. Hann fekk prógv á Føroya Læraraskúla í 1975, og hann arbeiddi sum lær- ari til 1986, tá hann fór at arbeiða í umsitingini. Hann gjørdist tá undirvísingar- leiðari á Landsskúlafyrisit- ingini, sum nú er undir mentamálastýrinum. Olaus kemur sostatt aftur á arbeiðsplássið, har hann hevur starvast í trettan ár, áðrenn hann fór í fíggjar- málastýrið at arbeiða. Starvið hjá Olausi á fíggj- armálastýrinum skal Snorri Fjalsbak, sum hevur verið lærari á Studentaskúlanum, røkja framyvir. Fimm umsóknir vóru til starvið sum stjóri á fólka- skúladeildini á mentamála- stýrinum. Hensar gevst Hensar Ellingsgaard hevur starvast í skúlaverkinum í samfull 43 ár, nú hann hev- ur lagt frá sær fyri aldur. Í 1981 fór Hensar at ar- beiða á Landsskúlafyrisit- ingini sum námsfulltrúi. Í 1986 gjørdist hann lands- skúlastjóri og í 1998 stjóri á fólkaskúladeildini í menta- málastýrinum. Hann byrj- aði sum lærari á Viðareiði, áðrenn hann flutti til Sør- vágs, har hann bleiv skúla- stjóri, sum var hansara starv frá í tíggju ár inntil 1981. Hensar Ellingsgaard hev- ur veruliga sett sín dám á føroyska skúlaverkið, nú hann hevur arbeitt innan fyrisitingina í tjúgu ár. Tað var Hensar, sum setti á stovn skúlastýri fyri allar skúlarnar. Hetta var fyri at geva foreldrum møguleika at hava ávirkan á skúlan. Vaktarskifti innan fólkaskúlan Anfinn Kallsberg heldur, at tað er neyðugt við kommun- al-um samstarvi, nú alt fleiri uppgávur verða lagdar út til kommunur at umsita Hensar Ellingsgaard segði farvæl á móttøku í mentamálastýrinum. Her avmyndaður saman við konu síni Grete, sum eisini er lærari Mynd: Álvur Haraldsen Olaus Jespersen hevur tikið við starvinum sum stjóri á fólkaskúladeildini eftir Hensar Ellingsgaard Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4