Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 191 - 4. oktober 2001 Nr. 191 - 4. oktober 2001 7 Danska stjórnin er sinnað at samráðast um løgregluna og rættarskipanina, og tað liggur nú í hondunum á lands- stýrinum at gera av, um tað vil luttaka í einum samstarvi um hesi økini, segði danski forsætisráð- harrin í setanarrøð- uni hjá sær týsdagin Magnus Dam Keypmannahavn Ikki óvæntað snúði røðan hjá Poul Nyrup Rasmussen seg í høvuðsheitum um yvirgangsatsóknirnar tann 11. september og tiltøkini, sum stjórnin ætlar at seta í verk fyri at minka um vandan fyri yvirgangi. Heimurin er broyttur eftir 11. september, segði for- sætisráðharrin, sum eisini nam við leiklutin hjá føroy- ingum og grønlendingum í hesum broytta heimi, har ein altjóða samgonga stríð- ist móti yvirgangi. - Tað er mín varhugi, at tað eisini í Grønlandi og Føroyum er semja um at luttaka í altjóða arbeiðinum í øllum okkara trimum samfeløgum. At tryggja, at upplýsingar ganga báðar vegir, so Føroyar og Grøn- land vita, hvat hendan al- tjóða samgongan fæst við, segði forsætisráðharrin, áðrenn hann kom inn á politisku støðuna í Før- oyum og Grønlandi. Landsstýrið avgerð kósina Poul Nyrup Rasmussen nevndi í hesum sambandi enn einaferð, at føroyingar sjálvir gera av, hvussu framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark skulu skipast. Hetta varð staðfest í orðaskift- inum um Føroyar í Fólka- tinginum 9. mai í ár, har Fólkatingið eisini segði seg vera sinnað at viðgera eina sjálvstýrislóg ella tillaga heimastýrislógina. - Nú arbeiða vit so eftir áheitan frá landsstýrinum miðvíst við, at landsstýrið kann yvirtaka eina røð av málsøkjum. Tá ið málsøk- ini á almannaøkinum og skúlaøkinum eru yvirtikin, minkar blokkstuðulin 350 milliónir krónur, vísti hann á. Krevur neyvar fyrireikingar Viðvíkjandi ætlanunum hjá landsstýrinum at yvirtaka løgregluna, rættaskipanina og sivilrættarliga økið, legði forsætisráðharrin dent á, at hesar yvirtøkurnar mugu fyrireikast sera væl. - Talan er um grundleggj- andi mál fyri eitt rættar- samfelag. Tað er týdning- armikið, at yvirtøkurnar eru sera væl fyrireikaðar, tað er púra neyðugt fyri før- oyska samfelagið og rættar- trygdina, segði hann. Stóra stríðsmálið í sam- bandi við hesar yvirtøkur- nar hevur higartil verið, um tað er neyðugt at broyta heimastýrislógina ella ikki. Landsstýrið sigur nei, meðan stjórnin higartil hevur sagt, at tað verður neyðugt við broytingum. Poul Nyrup Rasmussen ballaði júst hendan spurn- ingin eitt sindur inn í sínari røðu. Men hann segði tó, at tað verður neyðugt við ein- ari lógarbroyting og sipaði helst til broytingar í heima- stýrislógini. - Treytin fyri, at hetta kann lata seg gera, er, at ein lógarbroyting verður gjørd, sum kann verða grundarlag undir sovorðnum yvirtøk- um, sum í dag eru regu- leraðar í heimastýrislógini, segði forsætisráðharrin. Stjórnin hevur skotið upp, at ein arbeiðsbólkur ger fyrireikandi arbeiðið. Hetta skal vera grundar- lagið undir politisku støðu- takanini, so landsstýrið í einari náttúrligari og væl skipaðari raðfylgju kann yvirtaka løgregluna og rættarskipanina. - Tað er nú upp til Før- oyar at taka støðu til luttø- una í einum tílíkum sam- starvi, segði forsætisráð- harrin. Eins og við ólavsøku- røðuni hjá løgmanni í Før- oyum, verður orðaskiftið í Fólkatinginum um setanar- røðuna hjá forsætisráðharr- anum. Hetta orðaskiftið byrjar í dag, og tá fara teir báðir føroysku fólkatings- limirnir, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, at siga sína hugsan um røðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen. Nyrup vil samstarva um yvirtøkur Tað krevur drúgvar fyrireikingar, um føroyingar skulu yvirtaka løgregluna og rættarskipanina, tí talan er um so grundlgeggjandi mál fyri eitt rættarsamfelag, segði Poul Nyrup Rasmussen í setanarrøðuni hjá sær týsdagin savnsmynd Fyrrverandi herleiðarin hjá Saddam Hussein býr í dag í Sorø Tað hevur elvt til øsing í Danmark, nú tað er kom- ið fram, at ein fyrrver- andi herleiðari hjá irakska forsetanum, Sad- dam Hussein, býr í Dan- mark og hevur frítt at fara í landinum og kann tískil eisini ferðast frítt í øllum ES. Maðurin fekk politiskt friðskjól í Danmark fyri nøkrum árum síðani, tí donsku myndugleikarnir mettu, at hann fór at verða forfylgdur, bleiv hann sendur aftur til Irak. Nú er komið fram, at maðurin sum herovasti hevði ábyrgdina, tá irakski herurin nýtti eiturgass í einum álopi á kurdar har norðuri í Irak í 1988. M. a. skal hann hava havt beinleiðis ábyrgdina av álopinum á býin Halabja, har 5000 kurdar doyðu at gasseitranini. Kurdar í Danmark eru eisini í øðini og krevja, at fyrrverandi herleiðarin verður tikin og ákærdur fyri krígsbrotsverk. Polit- iska andstøðan í Dan- mark krevur eisini, at myndugleikarnir taka neyðug stig. Andstøðan heldur av- dúkingina av fyrrverandi irakska herleiðaranum vera eitt tekin um, at donsku innflytarareglur- nar eru ov linar. Poul Nyrup Rasmussen, for- sætisráðharri hevur eisini boðað frá, at stjórnin fer at herða verandi reglur. Ikki tann einasti Tann irakski herleiðarin býr nú í Sorø á Sælandi. Danska sjónvarpið royndi at fáa orð á hann týskvøldið, men hann vildi ikki tosa við sjón- varpsmannin, sum tó fekk at vita, at fyrrver- andi herleiðarin gongur í skúla, so hann kann læra seg danskt mál. Gamli herleiðarin hjá Saddam Hussein er ikki tann einasti útlending- urin í Danmark, sum verður lagdur undir krígsbrotsverk. Ein mað- ur úr Sierra Leone verður hildin at hava beint fyri fleiri mótstøðufólkum í heimlandinum, áðrenn hann kom til Danmarkar, og ein maður úr Burundi er undir illgruna fyri at hava beint fyri 20 fang- um, áðrenn hann kom hendanvegin. (Fartekst) Krígsbrotsmenn fjala seg í Danmark Pakistan sigur seg framvegis ikki hava sæð nakað prógv Tað var NATO-aðalskriv- arin, George Robertson, sum boðaði frá, at NATO nú hevur fingið tey neyð- ugu prógvini frá USA, sum vátta, at saudiarab- iski yvirgangsmaðurin Osama bin Laden hevði samband við yvirgangs- atsóknirnar í New York og Washington tann 11. september. Sambært aðalskrivar- anum vísa prógvini, at allir vegir í rannsóknun- um leiða til bin Laden og felagsskap hansara al- Qaeda. NATO segði seg upp- runaliga stuðla USA í stríðnum ímóti teimum, sum skipaðu fyri atsókn- unum. Samstundis bleiv avgjørt at nýta grein 5 í NATO-sáttmálanum, sum sigur, at eitt álop á eitt ella fleiri av limalondunum er eitt álop á øll londini. Men fyri at hetta kundi lata seg gera, máttu amerikanarar prógva, at atsóknirnar vóru fyriskipaðar uttan fyri USA. Tað er tað prógvið, NATO nú sigur seg hava fingið, og tí boðaði George Robert- son frá, at samgongan nú virkar eftir fimtu grein í sáttmálanum. Einki prógv sæð Pakistan, sum eisini hevur kravt at fáa prógv frá amerikanarum, sigur seg framvegis ikki hava sæð nakað, sum prógvar, at bin Laden og al-Qaeda høvdu samband við at- sóknirnar í New York og Washington. Tað kunngjørdi uttanrík- isráðið í Islamabad í gjár. Stutt frammanundan hevði amerikanski sendi- harrin í Pakistan, Wendy Chamberlin, tosað við Pervez Musharaf, for- seta. Hevði hon prógvini við sær, hava tey eftir øll- um at døma ikki sannført pakistansku leiðsluna, sum framvegis hevur diplomatiskt samband við Taliban-stýrið í Af- ghanistan. (Fartekst) USA hevur prógvini móti bin Laden Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, saknar alment orðaskifti í Føroyum um altjóða viðurskifti. Ikki minst nú, allur heimurin tosar um tiltøk til verju móti yvirgangi POLITIKKUR Edvard Joensen Føroyingar eiga at fáa allan avgerðarrætt í Løgtingið, so vit kunnu stýra øllum orðaskiftum um viðurskfti í Føroyum. Soleiðis er ein av setn- ingunum hjá Høgna Hoy- dal, landsstýrismanni við lógarmálum. Hann sipar til, at nú allur heimurin tosar um, hvørji tiltøk skulu setast í verk til at verja seg móti yvirgangi, verður tað, sum skal gerast í Føroyum, viðgjørt og av- gjørt í Danmark. Tað eigur at liggja í Løgtinginum, sigur hann. Løgtingið hevur altíð sjálvt ynskt at hava ábyrgd- ina av tí, sum gjørt verður í Føroyum. Og trygdin í landinum er sanniliga einki undantak, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til setanarrøðuna hjá forsætis- ráðharranum, tá Fólkating- ið varð sett týsdagin. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, nýtti mesta partin av røðuni til at viðgera yvirgangsálopini á USA í seinasta mánað og fylgjurnar av hesum. Eisini kom hann inn á, at Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum eiga at vera við í altjóða til- tøkum móti yvirgangi. Tað er í lagi, heldur landsstýrismaðurin við lógarmálum. Men hann vil tó halda, at vit skulu sjálvir gera tað av og ikki bara fáa boð úr Danmark um, hvussu farast skal fram á eitt nú flogvøllinum í Vág- um. Sjálvandi er orðaskifti í Føroyum eins og alla aðra- staðni. Men tað verður bara ikki tikið nóg seriøst, fyrr enn tað er Løgtingið sjálvt, sum stendur við endaliga orðinum, sigur Høgni Hoy- dal. Bíðað leingi Høgni Hoydal, landsstýris- maður, fegnast eins og løg- maður um, at danir nú vilja samstarva um yvirtøkur eftir føroyskum leisti. – Men hasum hava vit bíðað eftir nú í hálvtfjórða ár, sigur hann. Høgni Hoydal sigur, at eftir fundin við Frank Jensen, løgmálaráðharra, herfyri, vildi onkur vera við, at ósemja var teirra millum um, hvussu málini um yvirtøkurnar skuldu loysast. Men soleiðis er ikki, tí líkt er til, at tosað varð um tvey ymisk mál í føroysku fjølmiðlunum, sigur hann. Høgni Hoydal sigur, at hann fer at seta eina nevnd at arbeiða við yvirtøku av rættarmálum og løgreglu í einum. Tann nevndin skal mannast við fólki úr teim- um báðum arbeiðsbólkun- um, sum longu nú í longri tíð hava arbeitt við júst hes- um málunum. Løgtingssamtyktin um hesi bæði málini sigur, at rættarmálini skulu vera klár at taka yvir á nýggjárinum 2004, meðan løgreglan skal yvirtakast á nýggjárinum 2006. Danska stjórnin miðar eftir, at fyrireikingararbeið- ið hjá teirri embætismanna- nevndini, sum løgmálaráð- harrin mælir til at seta, skal vera liðugt ultimo 2002. Og tí tekur Høgni Hoydal, landsstýrismaður undir við. Hann sigur tó, at arbeitt eigur at verða í tveimum nevndum. Einari føroyskari og einari danskari, sum so koma til eitt felags úrslit. Í tí sær hann ongan trupul- leika, sigur hann. Annað mál Málið um persóns- familju- og arvarætt, sum Høgni Hoydal vil hava avgreitt í hesum árinum, er heilt ann- að mál enn yvirtøka av rættarskipanini. Líkt er tó til, at fólk ikki geva sær nóg væl far um hetta og blanda tey tingini saman. Hesi málini eru mál, sum ríkisumboðið umsitir fyri- sitingarliga í dag. Tey eru donsk burturav og rættiliga ótíðarhóskandi, vísir Høgni Hoydal á. Talan er um lóg- arverk heilt afturi frá 1932, sum framvegis er galdandi í Føroyum, hóast tey í Dan- mark langt síðan eru broytt. Eitt nú vísir hann á, at í Føroyum er til dømis ikki møguligt at hava felags for- eldrarætt yvir einum barni, um foreldrini ikki eru gift. Heldur ikki, um tey búgva samn. Slíkt er langt síðan dagført í Danmark, men ongantíð sett í gildi her hjá okkum. Tað eitur rættur og er sjálvandi eisini rættur hjá fólki at eiga tvey foreldur. Men tað skal tó ikki bland- ast saman við revsirætt, vís- ir Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður við lógarmálum, á. Saknar altjóða orðaskifti Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, saknar seriøst orðaskifti um altjóða viðurskifti Forsætisráðharrin boðaði í setanarrøðu síni í Fólkatinginum frá, at arbeitt verður við yvirtøkum eftir føroyskum ynski. Tað dámar løgmanni væl SETANARRØÐA Edvard Joensen Arbeitt verður miðvíst og konstruktivt fram í móti, at føroyingar yvirtaka fleiri nýggj málsøki. Hetta verð- ur gjørt eftir ynski frá før- oyingum, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráð- harri, millum annað, tá Fólkatingið varð sett týs- dagin. – Tað er hugaligt at stað- festa, at arbeiðið skal gerast soleiðis, sum vit vilja hava tað gjørt, sigur løgmaður. Øðrvísi ber ikki til at skilja røðuna hjá forsætisráðharr- anum, sigur hann. Anfinn Kallsberg, løg- maður, heldur ikki nakað nýtt ella órógvanddi vera í tí, forsætisráðharrin segði í setanarrøðu síni. – Hatta er bara tað, sum avtalað er millum stjórnina og landsstýrið, sigur hann. Løgmaður sigur, at tað sjálvandi er greitt, at tá tal- an verður um yvirtøkur, skulu lógarbroytingar til. Soleiðis hevur tað altíð ver- ið. Tá vit nú tosa um at yvir- taka rættarmálini, skal danska rættargangslógin setast úr gildi í Føroyum, og ein nýggj, føroysk lóg- gáva gerast og setast í gildi í staðin. Nógvir tænastumenn skulu eisini yvirtakast, tá tann tíð kemur, og eisini tað skal gerast við lóg, vísir løgmaður á. Landstýrið hevur sam- tykt at fara undir hatta ar- beiðið, og tað er so tað, for- sætisráðharrin nú staðfestir, vísir løgmaður á. Hvussu tað verður gjørt í smálut- um, dugir løgmaður ikki at siga beint nú, men slær tó fast, at tað verður ikki farið út í nakað stríð um smá- lutir. Eftir føroyskum ynski Løgmaður fegnast um, at forsætisráðharrin boðar frá, at komandi yvirtøkurnar verða gjørdar eftir føroyskum leisti C M Y K 7 6