Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 vinnan Nr. 53 - 17. mars 2009 HANDVERK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Søgan um, hví Bødvar Poul sen valdi at skifta »pul­ serandi býarlívið« í Havn út við friðarliga og »fjar­ skotna« umhvørvið í Dali, er søgd fleiri ferðir, men fyri tað kunnu vit endurtaka hana einaferð enn. – Tað byrjaði alt í kreppu­ árunum í 1995, tá eg endaði í kjallaranum hjá mær sjálv­ um úti á Norðasta Horni sam an við Torfinn Húsgarð, og har arbeiddu vit so í nøk ur ár, sigur Bødvar Poul sen. Hann hevur konu úr Dali, og vanliga ferðaðust tey nógv suður hagar um viku­ skiftini, minst annaðhvørt. – Einaferð eg var í brúð­ ar húsi her suðuri lat eg eitt orð falla um, at tað helst ikki fór at ganga long tíð, áðrenn vit fluttu suður, og so fangaði borðið. Hetta var um heystið í 1999, og longu í januar 2000 fluttu vit suður, eg bygdi hetta verkstaðið, og vit hava so verið her síðani. Her er veld ugt at vera, sigur Bød­ var Poulsen. Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki at virkið liggur suðuri í Dali. – Nei, trupulleikin liggur í ferjuni. Skal eg til Havnar eitt ørindi, má eg fara minst ein tíma framman undan, tí eg má altíð standa ein hálv­ an tíma í bíðirøð í Skopun, men annars er eingin trupul­ leiki. Eg fái betri frið at ar beiða her, so tann fjar­ støðan bilar ikki. Eg havi mínar størstu kappingar­ neytar í Danmark, tí tey fáu verkstøðini, sum gera trapp­ ur í Føroyum, klára væl at dekka marknaðin. So kapp­ ingin kemur úr Danmark, sigur Bødvar Poulsen. Og tað er fyrst og fremst trappur, sum Bødvar Poul­ sen fæst við suðuri í Dali. Bødvar Poulsen hevur alla tíðina havt nóg mikið at gera í sínum snikkaravirki í Dali. Har er gott at vera, men hann ræðist tann dagin, tá Dalsvegurin rapar. – Tað er ikki ein spurningur um tað hendir, men bara nær tað hendir, sigur hann Mynd: Álvur Haraldsen Taka væl ímóti ferðafólki Í grønlendska býnum Nanortalik hava meiri enn 60 felagsskapir av ymsum slagi tikið seg saman fyri at samskipa tiltøkini, sum eru neyðug og røtt, tá tey stóru ferðamannaskipini vitja býin. Fyrireikararnir hava nú sett saman eitt tilboð, sum hevur fingið heitið "Opin býur", og í tí fáa ferðafólkini kórsang, fólkadans, kaffimik og framsýning við kajak og konubáti. Herumframt skipar býarsavnið fyri einari framsýning, har fremmandafólkini kunnu síggja, hvussu grønlendingar húsaðust í sínum summarbústøðum fyrr, og hvussu teir hagreiddu kóp og annan mat. Frástøðan eingin vansi – Flestu av mínum kappingar­ neytum eru í Danmark, so frá­ støðan frá meginøkinum verður ríkiliga vigað upp við friðinum, eg havi í arbeiðinum her suðuri í Dali, sigur Bødvar Poulsen, sum fyri níggju árum síðani valdi at flyta sítt snikkaravirki úr Havn suður í Sandoynna