týsdagur 17. mars 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
– Ja, tað er tað mesta. Eg
geri tó eisini køkar, tað eru
tað tó fá, sum vita, men eg
havi kortsíðani verið vesturi
í Vágum við einum køki,
og eg geri nakrar um árið,
sigur Bødvar Poulsen.
Haraftrat ger hann eisini
nakað av innhurðum, fyll
ings hurðum, og so hevur
hann fyri stuttum gjørt tvey
sett av okahurðum. Men tað
er tað við innhurðum, at tær
fáast bíliga frá timbur
handl unum, so bert tá tað er
eftir serligum máti ella úr
serligum
tilfari,
sleppa
snikk aravirkini upp í part.
– Beint nú havi eg nakrar
innhurðar úr eik í gerð, men
annars fáist eg við alt inn
andura snikkaraarbeiði. Eg
plagi at siga alt uttan út
hurðar og vindeygu. Eg
havi útgerðina til tað, men
fáist ikki við hetta, tí tú skal
vera vanur við slíkt arbeiði,
serliga við tí veðurlagnum,
vit hava í Føroyum, sigur
Bødvar Poulsen.
Kreppa, ja, men...
Hann sigur, at tað ongantíð
hevur skortað við arbeiði.
– Tað hevur verið ovmik
ið. Eg havi verið noyddur at
velja frá. Nú er tað kanska
minkað eitt sindur, men eg
havi framvegis nóg mikið
at gera. Vit eru tveir mans.
Eg hevði ein lærling, sum
bleiv útlærdur, so nú havi
eg ein annan, ið hevur verið
her í tvey ár, og tað skal
ikki so ógvuliga nógv til,
fyri at halda tveimum
monn um í arbeiði, sigur
Bød var Poulsen.
Meginparturin av fram
leiðsluni hjá Snikkara kjall
aranum, sum virkið hjá
Bødvar Poulsen eitur, er
eft ir bílegging.
– Eg havi gjørt nokk so
fitt av standardtrappum,
men fyri tað mesta er tað
eftir bílegging. Havi kortini
gjørt trappurnar til randar
húsini, sum S.H. Smíð hev
ur gjørt tey nógvu seinastu
árini, og eisini til F. R.
Vestergaard og Guttesen &
Staksberg, so eg havi gjørt
rættiliga nógvar standard
trappur. Eisini til Valbjørn
og Búsetur, men eg havi
ong ar tílíkar bíleggingar í
løtuni,
sigur
Bødvar
Poulsen.
Fólk bíleggja trappur frá
Snikkarakjallaranum kring
alt landið.
–
Flestu
bíleggingar
koma úr Havn, men annars
havi eg kundar rættiliga fast
vesturi í Vágum og í Klaks
vík. Í Eysturoynni eru tvey
snikkaravirkir, eitt í Runa
vík og eitt í Fuglafirði, men
har eru so nakrar einkultar
bíleggingar eisini. Og so er
tað her á Sandoynni, her
eru altíð nakrar bíleggingar
um árið, sigur Bødvar Poul
sen.
Hann heldur ikki, at
kapp ingin er so stór í Før
oyum um trappurnar. Tað
eru bert eini trýfýra onnur
virkir, sum fáast við trappur,
umframt
at
nakað
av
kapping er úr Danmark.
Alt prátið um kreppu er
nakað, sum Bødvar Poulsen
sum so kann kenna aftur.
– Tað merkist. Telefonin
ringir ikki so ofta, sum hon
plagdi, men eg fái framvegis
nógvar fyrispurningar, og
eg havi eisini nóg mikið
niðurfyri. Fólk eru ikki so
ótolin longur. Tá tey spyrja
og fáa at vita, hvør bíðitíðin
er, so eru tey nøgd við tað.
So hava tey tað skotbráið
longri, áðrenn tey skulu
brúka pengarnar. Fólk eru
meiri varin og ikki so
átrokandi, sigur Bødvar
Poul sen.
Tá talan er um bíleggingar,
er eisini talan um eina ávísa
bíðitíð.
– Tað kann vera alt frá
ein um til tríggjar mánaðir,
alt eftir, hvat slag av trappu,
talan er um. Onkuntíð kann
tað bera til at kroysta okkurt
inn ímillum, men sum regul
er talan um eina ávísa bíði
tíð, sigur Bødvar Poulsen.
Samlar og setur upp
Nógv tann størsti parturin,
sum Snikkarakjallarin letur
úr hondum, er til vanlig set
hús.
– Ja, tað er nógv tann
størsti parturin. Eg havi
latið trappur til onkrar
skriv stovu bygningar, men
aft ur her er tað soleiðis, at
virkir fyri tað allarmesta
brúka
stáltrappur
ella
betongtrappur av trygdar
krøvum og so víðari. So tað
er fyri tað mesta til vanlig
sethús, at eg lati trappur,
sigur Bødvar Poulsen.
Fólk velja ofta standard
við til trappurnar, men í løt
uni er eik sera væl umtókt,
sjálvt um tað er dýrur við
ur.
– Fyri tað mesta geri eg
trappur úr furu, men í løtuni
er eik eisini ógvuliga væl
umtókt. Og sjálvt um tað er
dýrur viður, fekk eg tveir
plattar av eik sendandi suð
ur í síðstu viku, og skal tú
hava eikitrin í trappuni,
kost ar
hon
beinanvegin
15.000 krónur eyka. Men
tað er móti nú, og út við
onnur hvør trappa, sum eg
geri í løtuni, hevur eikitrin,
sigur Bødvar Poulsen.
Hann sigur, at fólk hugsa
seg betur um nú. Og um ein
trappa í einum húsum, sum
kosta tvær milliónir, kostar
30.000 ella 50.000 krónur,
er ikki týðandi í teirri saml
aðu upphæddini.
– Men tá hevur tú eina
trappu, sum heldur alt lívið,
ístaðin fyri at tú keypir eina
bíligari trappu, og skiftir
hana út um 20 ár. So alt
fleiri velja at taka tað dýraru
trappuna beinanvegin, sigur
Bødvar Poulsen.
Arbeiðið
hjá
Bødvari
Poul sen er ikki liðugt, tá
trappan er liðug. Tað hoyrir
við til arbeiðið, at seta hana
upp eisini.
– Tað, kann man siga, er
størsti munurin á, tá fólk
bíleggja eina trappu úr
Danmark og frá mær. Tá
tey bíleggja eina trappu úr
Danmark, mugu tey sjálvi
samla hana og seta hana
upp, meðan tá tey bíleggja
frá mær, fari eg út og seti
trappuna upp eisini, og tað
er líkamikið, um tað er á
Viðareiði ella í Bø. Eg havi
eisini verið í bæði Svínoy
og Mykinesi og tikið mát,
gjørt trappurnar og sett tær
upp. Tað er munurin millum
útlendskar trappur og okk
ara, sigur Bødvar Poul sen.
Hann sigur, at um hann
bara skuldi gjørt trappuna
og so annars bara tveitt
hana á ein platt, tá hon var
liðug, so er hann avgjørt
kappingarførur í prísi við
útlendsku trappurnar. Men
tá er arbeiðið í hansara verð
heldur ikki meiri enn hálv
liðugt.
Dalstunnil størri
týdning
Tá tú tosar við fólk í Sand
oynni, og ikki minst við
vinnu lívsfólk, slepst ikki
und an at koma inn á spurn
ingin um fast samband
undir Skopunarfjørð.
– Sjálvandi er tað ein
forð ing, ikki at hava ein
und irsjóvartunnil, sjálvt um
vit hava rættiliga gott sam
band við Teistanum. Ikki tí,
tað kundu verið nakrir túrar
aftrat, tí hann er rættiliga
ofta fullur. Sum til dømis í
dag skal eg til Havnar
klokk an 12.30, og eg má
fara herfrá ikki seinni enn
11.30, fyri at vera vísur í at
sleppa við, sigur Bødvar
Poulsen.
Hann sigur, at tað er so
nógv stór og tung ferðsla,
og tá fleiri trailarar skulu
við, má man vera í góðari
tíð fyri at sleppa við.
– Men hinvegin. Liggur
tað væl fyri, tekur tað neyvt
ein tíma úr túninum hjá
mær í Dali í túni hjá Balslev,
longri er tað ikki, sigur
Bødvar Poulsen.
Tá tú ert tengdur at einari
ferju, so er tú í ein ávísan
mun bundin, men tað er
nakað, ein venur seg við,
held ur
havnarmaðurin
í
Dali. Men hann hevur kort
ini góðar vónir um fram tíð
ina.
– Jú, eg síggi ljóst upp á
hana. Eg havi júst útbygt
mær fjósið, so eg ætli mær
at verða verandi her. Trupul
leikar við Teistanum kunnu
verða tað, teir eru, men
størsti trupulleikin hjá mær
er, tá Dalsvegurin fer. Ikki
um hann fer, men tá hann
fer. Nú hendi eitt óhapp á
Viðareiðisvegnum, har ein
bilur fekk grót á seg. Teir
siga, at tað loypur har
tríggj ar ferðir um vikuna,
her á Dalsvegnum loypur
tað tríggjar ferðir um dagin,
sigur Bødvar Poulsen.
Hann sigur, at tað er í
ikki færri enn trimum støð
um, at vegurin stendur at
loypa, og tann dagin hann
er farin, hevur hann ein
veru ligan trupulleika.
– Tað verður trupult at
fáa køkar og trappur bornar
um fjallið. Eg síggi ljóst
upp á at verða her, men eg
vóni veruliga, at vit koma
við í raðfestingina at fáa
tunnilin, tí uttan hann sær
ikki serliga ljóst út, sigur
Bødvar Poulsen.
So fyri dalbingar hevur
tað minst líka stóran týdn
ing at fáa ein tunnil til Dals,
sum tað er at fáa ein undir
sjóvartunnil í Sandoynna.
– Í prinsippinum, ja. Nú
er tað sjálvandi ein størri
partur, eini 1500 fólk, sum
raðfesta ein undirsjóvar
tunnil, og tað gera vit eisini,
men
okkara
persónliga
týdn ingarmesta mál, er ein
Dalstunnil, sigur Bødvar
Poulsen.
Hann sigur, at fólk snøgt
sagt ikki tora at koyra til
Dals.
– Vit skipa fyri bingospæli
og eydnuhjóli, men tað
koma
tveirtríggir
bilar.
Fólk tora ikki at koyra eftir
Dalsvegnum, ikki tí tey eru
bangin fyri at koyra útav, tí
har er góð bilverja, men tað
er grótið, ið rapar oman á
vegin, sum tey ræðast, sigur
Bødvar Poulsen, sum undir
strikar, at ein Dalstunnil er
avgerandi fyri livilíkindini í
bygdini frameftir.
Mærsk sinnað at
sigla við luft
Danska tangaskipafelagið Maersk Tankers, sum er dóttirfelag hjá
A.P.MøllerMærsk, er til reiðar at flyta CO2 fyri at gera sítt til
arbeiðið at goyma CO2 eisini rópt CCS, Carbon Capture and
Storage, ið er ein týðandi partur av tøknini, sum skal avmarka
avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. CO2 er eitt slag av
gassi, og Maersk Tankers hevur drúgvar royndir við at flyta gass.
Reiðaríið hevur roknað út, at tey stóru orkuverkini fram við
Norðsjónum lata 750 milliónir tons av CO2 út um árið, og at 15
gasstangaskip kundu flutt helmingin av tí danska útlátinum burtur.
Vælkomin til
Sands Kommunu
www.sandur.fo
SandS Kommuna