týsdagur 17. mars 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
BYGDALÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Skálavík var ógvuliga hart
rakt av ódnini 31. januar í
fjør. Ikki bert fór havnar lag
ið illa, men eisini grót kast
og gamli kirkjugarður fingu
stóran skaða. Í løtuni eru
teir í ferð við at byggja eitt
nýtt grótkast í Skála vík.
– Ja, talan er um eitt nýtt
grótkast, sum vit samtyktu
at byggja eftir stóru ódnina
á Kyndilsmessu í fjør, tá
gamla grótkastið fór so illa.
Sum øll vita, var ógvuliga
nógv ur uppgangur í Skála
vík tá, og eftir tað varð mett,
at eitt nýtt grótkast mátti
ger ast,
sigur
Arnbjørn
Bjarn arson, varaborgar stjóri
í Skálavíkar komm unu.
Tá hetta nýggja grótkastið
er gjørt, skal eisini hitt
gamla umvælast.
– Har verður so ein kista
sett fyri endan, og so verður
nakað av gróti lagt norðan
fyri havnargarðin, sum vit
kalla, fyri at tryggja báta
hylin so væl sum gjørligt,
sigur Arnbjørn Bjarnarson.
Talan er sostatt um eitt
heilt nýtt grótkast, sum
verð ur gjørt, samstundis
sum hitt gamla verður um
vælt.
– Tað varð mett, at tað fór
at verða ov dýrt at gera
gamla grótkastið av nýggj
um. Suðursíðan av bátahyl
in um er so illa farin eisini,
at tað varð mett ov lítið bert
við tí innara grótkastinum,
og tí varð mett, at varð eitt
grótkast gjørt norður úr
Magnusartanga upp á einar
90 til 100 metrar, so fekst
ein góð havn burtur úr tí,
sigur Arnbjørn Bjarnarson.
Men Skálavíkar komm
una sleppur undan at bera
allan kostnaðin av hesari
út bygging sjálv.
– Tað er rætt. Tað hevði
kommunan als ikki havt
fíggjarliga orku til. Vit hava
lánt tvær milliónir, stuðul
frá landinum er upp á 1,4
milliónir krónur, og har
aftrat er talan um gávur frá
góðum fólki, ið liggja um
ta hálvu milliónina, sigur
varaborg arstjórin.
Nógv stykkjað út
Sum nevnt var tað ikki bert
havnin í Skálavík sjálv, sum
fekk skaða av stóru ódnini.
– Gamli kirkjugarðurin
fór eisini rættiliga illa, men
hann er so gjørdur aftur nú.
Tað var Jens Pauli Dam úr
Húsavík, sum gjørdi hann
aftur, og hann stendur næst
an sum nýggjur nú, sigur
Arnbjørn Bjarnarson.
Fólkatalið í kommununi
kvinkar hvørgan vegin.
– Nei, tað stendur í stað,
tíverri. Tað skuldi helst
vaks ið eitt sindur, men tað
gongur nokk heldur hin
veg in,
sigur
Arnbjørn
Bjarn ar son.
Men eisini í Skálavík eru
grundstykki tøk, so tað er
ikki orsøkin til, at bygdin
ikki veksur.
– Vit hava fleiri grund
stykki at bjóða, og tað er
ikki so langt síðani, at sein
asta húsið varð bygt. Eitt
bleiv eisini bygt í fjør, so tí
viðvíkjandi
er
eingin
trupul leiki, tað ber væl til at
Tunnilin avgerandi týdning
Hóast tað í løtuni ikki sær
so bjart út við undirsjóvar
tunlinum til Sandoyar, stendur
vónin um tunnilin í besta
blóma. Og hóast útlitini kunnu
tykjast drúgv, trúgva fólk
upp á, at tunnilin er á veg, og
meðan bíðað verður, fyrireika
kommunurnar seg at taka
ímóti nógvu tilflytarunum.
Og tað er eisini galdandi
fyri Skálavíkar kommunu
og Arnb jørn Bjarnarson,
varaborgarstjóra
Arnbjørn Bjarnarson, varaborgarstjóri heldur, at hóast fólkatalið heldur minkar enn veksur, so er Skálavík lív ålagað í framtíðini
Mist stóran sáttmála
Norska frálandareiðaríið Havila Shipping hevur sagt upp
ein flutningssáttmála við Phoenix International Inc., sum
skuldi leiga tað spildurnýggja "Havila Phoenix", sum
hevur kostað reiðarínum einar 550 milliónir krónur at
byggja. Havila Shipping bað Phoenix International Inc.
um forskot og bankatrygd fyri leigu tað fyrsta hálvárið,
men tað hevur felagið sýtt fyri at gera, og tí hevur Havila
Shipping nú sagt sáttmálan upp. Leiðslan í Havila
Shipping sigur, at nú verður roynt at finna skipinum
annan sáttmála. "Havila Phoenix" varð latið reiðarínum í
síðstu viku.
Hummaramenn í kreppu
Hummarafiskimenninir á donsku oyni Læsø eru komnir í
stórar trupulleikar orsakað av altjóða fíggjarkreppuni, skrivar
Ritzau. Hummari er dýrur matur og verður tí koyrdur av
matseðlinum hjá vanligum fólki, tá færri pengar eru til dagligu
nýtsluna, og hesum hava hummaramenninir á Læsø fingið
sviðan av. Formaður teirra, Thomas Christiansen, sigur við
Ritzau, at prísurin á hummaranum er fallin millum 40 og 50
prosent. Umleið 90 prosent av avreiðingarvirðinum hjá
fiskimonnunum á Læsø stavar frá hummarafiskiskapinum.