Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 vinnan Nr. 53 - 17. mars 2009 seta búgv her, sigur Arn­ bjørn Bjarnarson. Kommunan útstykkjaði fyri einari tíð síðani 11 grundstykkir, og av teimum eru eini fýra eftir enn. Men eisini er stykkjað út til summarhús. – Ja, eftirspurningurin eft ir summarhúsum var rætti liga stórur. Fólk ringdu og spurdu eftir grund­ stykkjum til summarhús, so kommunan stykkjaði seks stykkir út, og tey blivu øll rivin burtur, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Eini hús eru bygd, eini onnur standa í gerð, meðan eini triðju eru planerað og klár til bygging. Skálavík hevur eisini síni arbeiðspláss. – Vit hava eina deild hjá Rúsdrekkasøluni her í bygd ini. So hava vit ellis­ heim ið, vit hava ein skúla og ein barnagarð. Ein bóndi er eisini í bygdini, og komm unan hevur ein mann í fulltíðarstarvi sum um ­ sjónarmann. Annars arbeiða fleiri skálvíkingar í Havn og ferðast ímillum, eins og nøkur arbeiða á flaka virk­ inum í Skopun, sigur Arn­ bjørn Bjarnarson. Navnframir menn Flakavirkið á Sandi er ikki opið meira, og har arbeiddu nøkur fólk úr Skálavík, og kommunan merkir í heila tikið, at tíðirnar ikki eru tær somu. – Ja, kommunukassin merk ir, at tíðirnar eru verri. Í januar og februar hava vit fingið 100.000 krónur færri inn í skatti báðar mán að­ arnar, sigur Arnbjørn Bjarn­ arson. Men fær Skálavík færri peng ar í kassan, so er bygd­ in kortini rík upp á kendar føroyingar, sum har eru fostraðir. – Ja, vit eiga nógvar kend ar persónar. Heðin Brú stavar higani, Kristian Os wald Viderø er ein annar, Hans á Mølini kunnu vit nevna. Vit eiga eisini fleiri kendar skiparar, so sum Eiler Jacobsen og bróður hansara, Sámal. So vit eiga nógvar navnframar menn – og kvinnur við, sigur Arn­ bjørn Bjarnarson. Og júst Eiler Jacobsen hevur eina rættiliga stóra verkætlan í gongd í Skála­ vík. – Har gongur væl so vítt eg skilji. Økið er liðugt planerað og tað skuldi verið klárt at fari undir byggingina um ikki so langa tíð, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Eisini í Skálavík hevur verið tosað leystliga um sam anlegging, men einki ítøki ligt er komið burtur úr enn. – Nú eri eg sjálvur so nýggj ur í kommununi, men tað hava so ongar ítøkiligar samráðingar verið um tað enn. Men tað er so nakað, sum kemur fyrr ella seinni, antin vit so vilja tað ella ikki, sigur Arnbjørn Bjarn­ ar son. Men samstarv er longu millum kommunurnar í oynni. – Ja, vit hava eitt samstarv um Meginskúlan inni í Dal, vit samstarva um barna­ vernd artænastuna, um ellis­ heimini í oynni og lækna­ mið støðina heima á Sandi. So tað er rættiliga nógv sam starv millum komm un­ urnar, sigur Arnbjørn Bjarn arson. Somuleiðis hevur verið eitt samstarv við dagtil­ hald inum, men nú landið hevur skorið stuðulin burt­ ur, er ikki greitt, hvussu verð ur við tí. Skálavíkar kommuna hevur ikki enn tikið nakra endaliga støðu til hetta. – Dagtilhaldið heldur fram og Sands kommuna og Húsavíkar eisini hava gjørt av at vilja halda lív í hesum, men vit hava sum sagt ikki tikið nakra enda­ liga støðu til hetta enn, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Teir vóna Eins og flestu aðrar bygdir á Sandoynni hevur Skálavík sín egna barnaskúla, men hvussu nógv børn ganga har? – Tað liggur um 14 børn, og tey ganga frá fyrsta til fimta flokk, síðani fara tey í Meginskúlan á Sandi at ganga víðari, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Bygdin hevur eisini ein barnagarð, ið jú sum kunn­ ugt er nærum eitt fólkakrav, at einhvør bygd hevur. – Jú, vit hava barnagarð eisini í bygdini, men í løtuni eru bert trý børn í honum, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Og so til tað, sum upp­ tekur sandoyingar mest í hes um árum, nevniliga undir sjóvartunnilin. Hvussu eru vónirnar hjá skálvík­ ing um um, at hann fer at koma? – Jú, sjálvandi, man vón­ ar altíð, men tað sær ikki alt for gott út í hesum kreppu­ tíðum. Nú skulu teir so taka hesa lógina um, at byrjast skuldi 1. november av, men vit hava kortini góðar vónir. Hann fer at hava alstóran týdning fyri bygdina og ikki minst fyri oynna, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Depilin hjá Eiler týdning Ein avleiðing av øllum tos­ in um um undirsjóvartunnil er útstykkingin, sum er far­ in fram í øllum kommunum á Sandoynni, og eisini í Skálavík lótu tey seg ríva við av teirri framtaksbylgju, sum dró um alla oynna. – Eftirspurningurin eftir grundstykkjum vaks mun­ andi, tá tosið um undirsjóv­ artunnilin var upp á tað mesta. Alt var ógvuliga posi tivt tá, og tað var eisini fremsta grundin til, at vit fóru undir hesa útstykk ing­ ina, sigur Arnbjørn Bjarn­ arson. Hetta bjartskygni, sum tosið um undirsjóvartunnilin bar við sær, smittar eisini av sær á varaborgarstjóran. – Eg síggi ljóst upp á fram tíðina. Tað nyttar held­ ur einki at síggja svart upp á tað, og eg ivist onga løtu í, at einari bygd sum Skála­ vík er lív lagað, sigur Arn­ bjørn Bjarnarson. Eitt annað, sum eisini hevur týdning fyri fram tíð­ ina hjá Skálavík, er verk­ ætlanin hjá Eiler Jacobsen. – Ja, hon kann koma at hava stóran týdning fyri bygd ina. Hon fer at skapa nøkur arbeiðspláss, tá bygg­ ingin byrjar, og eisini eftir­ fylgjandi, tí tað skulu eisini fólk til at taka sær av hesum deplinum, og tað verða fólk úr bygdini, kundi man hugs að sær, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Hann viðgongur, at bygd­ in missir ein stóran part av yngra ættarliðinum, tá tey eru liðug við útbúgvingina, tó at tey eru røsk at vitja aftur. – Loysnin er, at undir­ sjóv artunnilin kemur. Og tá hann kemur, fara ungu fólkini eisini at seta búgv her suðuri. So hann er alt avgerandi fyri framtíðina hjá Skálavík og hjá oynni sum heild, metir Arnbjørn Bjarnarson, varaborgar­ stjóri í Skálavíkar komm­ unu. Nýggja grótkastið er ein beinleiðis avleiðing av stóru ódnini 31. januar í fjør, sum gjørdi stóran skaða á alt havnarlagið í Skálavík Avreiddu fyri 99 milliardir Íslendsk fiskiskip avreiddu í fjør fyri 99 milliardir íslendskar krónur samanborið við 80 milliardir í 2007. Sostatt vaks avreiðingarvirðið heili 23,5 prosent. Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at avreiðingarvirðið á bornfiski var 70 milliardir krónur í fjør ella 15,8 prosent meiri enn árið fyri. Flatfiskur bleiv avreiddur fyri 6,6 milliardir krónur og uppisjóvarfiskur fyri 21 milliardir krónur. Virkir keyptu fisk fyri 37 milliardir krónur beinleiðis frá skipum, fiskur fyri 13 milliardir fór um marknaðin til virkingar innanlands, óvirkaður fiskur fyri 12 milliardir fór av landinum, og skip, sum virkaðui fiskin umborð, avreiddu fyri 34 milliardir krónur. Vilja arbeiða hjá Vestas Tað stendur ikki á hjá donsku vindmyllufyritøkuni Vestas at fáa nóg mikið av fólki til at arbeiða á nýggja virkinum, sum fyritøkan byggir í amerikanska statinum Colorado. Eftir ætlanini skulu 400 fólk arbeiða á virkinum, men longu nú hava meiri enn 3.000 fólk søkt um arbeiði, skrivar Ritzau. Um vikuskiftið skipaði Vestas fyri einum kunningarfundi fyri áhugað, men tað vísti seg, at pláss var ikki fyri øllum í fundarhølinum, og tí verður tiltakið endurtikið. Nógv av teimum, sum søkja um arbeiði hjá Vestas í Colorado, hava mist arbeiði í olju­ og gassídnaðinum har.