Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnan Nr. 53 - 17. mars 2009 Vit í Sands kommunu hava alla tíðina hildið tað verið neyðugt at leggja kommunurnar á Sandoynni saman, men eindin verður framvegis ov lítil til at bera allar tær byrðar, sum verða lagdar á kommunurnar. Tí verður neyðugt við einari útjavn­ ingar skipan eins og tær, vit kenna frá londunum uttan um okkum, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu BYGDALÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hóast flakavirkið á Sandi lat aftur fyri hálvum øðrum ári síðani, og tað fyri ein stóran part gekk út yvir tey ófaklærdu, so hevur tæn­ astu vinnan staðið í blóma hesa tíðina. – Vit eru sjálvandi ógvu­ liga hørm um, at flakavirkið lat aftur, og tað hevur sjálv­ andi havt stóra ávirkan á møguleikarnar hjá hesum fólkunum at fáa arbeiði aft­ ur. Vit síggja eisini, at fiski­ vinnan gongur niður á bakka í okkara kommunu, tað er einki dulsmál. Men hinvegin hava vit ment okk­ um rættiliga nógv sum tæn­ astuveitarar, so rættiliga nógv fólk arbeiða sum tæn­ astuveitarar á Sandi í dag, antin her ella í Havn, sigur Páll á Reynatúgvu, borgar­ stjóri í Sands kommunu. Eisini kommunukassin ber boð um, at virksemið er har, hóast fólk hava skift vinnu øki. Eitt slag av at »tjene ind på gyngerne, hvad vi har mistet på karru­ sellen«. – Taka vit tað heilt ítøki­ liga, so var januar mánaður í ár betur enn januar í fjør, meðan februar í ár var verri í inntøkum enn sami mán­ aður í fjør. So tað stendur soleiðis upp og niður, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann leggur aftrat, at Sands kommuna ongantíð hev ur verið partur av tí stóra upptúrinum í búskap­ inum, sum landið hevur kent, og tí vóna tey, at tey heldur ikki fara at merkja ein niðurtúr so ógvusligan, skuldi hann komið. – Fólkatalið hevur verið ógvu liga støðugt í komm­ ununi seinastu 60­70 árini. Talið hevur ligið millum 500 og 640 fólk á Sandi, og í dag er fólkatalið í komm­ ununi í løtuni liggur um 590. So man kann siga, at talið er støðugt, men ikki vaksandi, sigur Páll á Reyna túgvu. Útjavning til samanlegging Kommunan hevur útstykkj­ að eitt rættiliga stórt øki til ídnað, men tá tað kemur til sethús er støðan eitt sindur øðrvísi. – Um tú vendir tær til Sands kommunu í løtuni, so hava vit sum kommunalur myndugleiki ikki tað stóra at vísa á. Vit fyriraika í løt­ uni eina útstykking uppi á Vatnsryggi, sum vit kalla tað, har tað verður pláss fyri 25 nýggjum sethúsum. Men tað er alt ein spurningur um eftirspurning eisini, tí kommunan fær ikki farið und ir útstykking uttan so, at vit hava sáttmálar um keyp av grundstykkjum, sigur Páll á Reynatúgvu. Eins og í hinum bygd un­ um í oynni hevur tosið um undirsjóvartunnilin havt sína ávirkan á bygraráðini. – Í sambandi við ætlanina um Sandoyartunnilin fóru vit undir at gera eina út ­ stykk ing yviri í Sandá­ brekkuni, vit kalla, stig nummar tvey, og har eru øll grundstykkini uttan eitt seld. Har var tó talan um eina minni útstykking, sigur Páll á Reynatúgvu. Eins og hini bygdaráðini hevur eisini Sands komm­ una eina meting um eina komandi kommunusaman­ legging. – Vit hava ikki viðgjørt spurningin í hesum bygdar­ ráðnum, men undanfarna bygdarráð og tað undan tí vóru samd um, at Sand­ oygg in skuldi vera ein komm una. Og eg haldi ikki, at hugburðurin er broyttur nakað av týdningi á tí økin­ um, so eg vænti, at Sands kommuna hevði verið ógvu liga positiv í einari til­ gongd um kommunu­ samanlegging, sigur Páll á Reynatúgvu. Ført hevur verið fram, at sjálvt um øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu, verður tað kortini ein ov lítil eind at bera tær byrðar, sum landið ætlar at leggja á kommunurnar. – Tú kanst av røttum seta spurnartekin við, um eindin verður nóg stór. Tað er alt ein spurningur um eina útj­ avningarskipan, sum má fylgja við einum spurningi um kommnusamanlegging. Tí tað er eingin ivi um, at sum støðan er í dag, er miðal inntøkan hjá einum borgara í Sands kommunu munandi lægri enn hjá ein­ um borgarar í mið staðar­ økin um. So høvdu vit fing­ ið eina útjavningarskipan sum vit kenna frá londunum uttan um okkum, har tey veikastu økini fingu eina lítla kompensatión, so kundu smærri kommunur kanska klára at yvirtikið eitt nú eldraøkið og fólka­ skúlan, sigur Páll á Reyna­ túgvu. Hava nógv samstarv Kommunurnar á Sandoynni hava sum er eitt rættiliga breitt samstarv. – Vit hava samstarv á rætti liga nógvum økjum. Vit samstarva tannlækna­ skipan, vit samstarva um Meginskúlan, vit samstarva um barnaverndartænastu, vit samstarva um ítróttin, so vit samstarva um ógvu­ liga nógv, um enn alt ikki er á formligum grundarlagi, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann heldur sjálvur, at tað hevði verið nógv lættari at fingið samstarvið at ging ið, um tað var eitt for­ maliserað samstarv við ein­ um felags kommunustýri í allari oynni. Og eitt av mál­ unum, sum eitt samlað komm unustýrið lættari kundi tikið støðu til, er spurn ingurin um dagtilhald­ ini, ið hava mist stuðulin frá landinum. – Eg kann í hvussu er siga, at kommunustýrið á Sandi er ógvuliga positivt sinnað fyri at finna eina loysn. Vit hava verið í sam­ band við hinar kommunur­ nar, og enn er ikki nøkur endalig avkláring komin upp á tann spurningin, men eg kann siga so mikið, at bæði Skálavíkar kommuna og Húsavíkar kommuna hava sagt seg at vera posi­ tivar mótvegis teirri ætlan­ ini. Vit hava ikki fingið nak að endaligt svar úr Skop un enn, sigur Páll á Reynatúgvu. Sær svart út Tá prátið kemur inn á undirsjóvartunnilin er borgarstjórin á Sandi ikki so ógvuliga bjartskygdur. – Eg vil siga tað, at í tí uppskotinum, sum lands­ stýrið hevur lagt fram nú, kann man gott siga, at Sandoyartunnilin verður avtikin. Í dag er í gildi ein verklagslóg um Sandoyar­ tunnilin sum sigur, at byrj­ ast skal upp á tunnilin 1. november í ár. Men í parta­ felagnum Sandoyartunnilin, sum landsstýrið leggur fram verður tað gjørt, at sam stundis sum partafelag­ ið verður stovnað, verður verklagslógin avtikin og harvið eisini heimildin at gera tunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu. Neyðugt við útjavningar ­ skipan Vit harmast sjálvandi um, at flakavirkið er latið aftur, men vónirnar til framtíðina er góðar, tí vit búgva í eini góðari kommunu í einari góðari oyggj, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu Mynd: Álvur Haraldsen Heimsins næststørsti útflytari av aldum laksi er hoknaður í knøunum. 6000 størv eru horvin síðan 2007, og útflutta nøgdin minkar góð 30 prosent í ár. ILA er orsøkin. Tað skrivar heimasíðan hjá The Guardian. Kili hevur í mong ár verið næststørsti útflytarin av aldum laksi, men eftir øllum at døma er henda vinnan í svárum trupulleikum í løtuni. Í 2008 útflutti Kili fyri metstór 445.000 tons av laksi og sílum, vert júst undir 2,8 milliardir dollarar. Hetta er, í mun til tey 397.000 tonsini sum vórðu útflutt í 2007, serliga orsakað av at alarar eru farnir tíðliga í gongd við slakti, til tess at sleppa undan herviligu ILA sjúkuni, ið eisini hevur havt føroysku alivinnuna á knøunum. Av tí sama væntar SalmonChile at útflutningurin fer at minka við umleið 30 prosentum í 2009, orsakað av at hol koma í alingina. Tað sama verður væntað av 2010, og ikki fyrr enn í 2011 vænta teir, at útflutningurin kemur upp aftur. Ógvusliga afturstigið fyri kilensku alivinnuna hevur, síðan sjúkan fyrstu ferð varð staðfest har í 2007, ført við sær, at 6000 fólk eru uppsøgd í alivinnuni.