Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 vinnan Nr. 53 - 17. mars 2009 Tað munnu vera fáar smáar fyritøkur, sum kunnu reypa av at hava arbeiði árið út, men tað kann snikkaravirkið á Skerinum í Skopun gera. So meðan aðrar fyritøkur noyðast at siga fólki upp, gongur Odmar Hentze í hesum døgum og hugsar um at seta fleiri fólk í starv VINNULÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Skopun legði fyri nøkrum árum síðani eitt ídnaðarøki av, og hóast tað í nógv ár bert var blandistøðin hjá J&K Petersen á økinum, eru nú fleiri virkir at finna har. Sosialurin hevur áður havt samrøðu við stjóran á Grótvirkinum, Magnus Pet­ er sen, sum er eitt av virkj­ unum á ídnaðarøkinum, og aðrastaðni í blaðnum í dag er samrøða við Svein Høgna son, sum er stjóri á turkivirkinum Sp/f Skerið, sum er eitt annað av virkj­ unum á ídnaðarøkinum. Fyri lítlum ári síðani varð so enn ein høll reist á sama øki. Tað var Odmar Hentze, ið leigaði gomlu goymslu­ høllina hjá timburhandlinum Sand, og hevur innrættað hana sum snikkaravirki. – Ja, tað eru einir sjey, átta mánaðir síðani vit byrj­ aðu snikkaravirkið her, sigur Odmar Hentze. Hann hevur lagt seg eftir at framleiða úthurðar og vindeygu, og kann á tann hátt samstarva við hinum snikkaravirkinum í oynni held ur enn kappast móti tí. – Vit gera onkur borð og onkrar benkur, men tað er fyri tað mesta úthurðar og vindeygu, og tað verður so at siga alt gjørt eftir bí legg­ ing, sigur Odmar Hentze. Tá talan er um úthurðar er tað fyri tað mesta ma hogni hurðar, sum teir fram leiða, men nakað av furu úthurðum verða gjørd­ ar eisini. Tað er alt eftir, hvat fólk ynskja. Virkið hevur fingið eina rættiliga góða byrjan, og inntil fyri stuttum komu allar bíleggingar úr oynni. – Tað er nústaðni nú, at bíleggingar byrja at koma aðrastaðni frá, annars hevur alt verið bílagt her suðuri frá, sigur Odmar Hentze. Sum hjá so nógvum øðr­ um á Sandoynni hevur snikk aravirkið í Skopun einki merkt til nakra kreppu enn. Nógvar aðrar royndir Tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at Odmar Hentze skuldi byrja sítt egna snikk­ aravirki – og tó. – Nei, eg havi siglt nógv, áðrenn eg fór at arbeiða hjá kommununi sum um sjón­ armaður í eini tvey­trý ár, áðrenn eg byrjaði við snikk­ aravirkinum, sigur Odmar Hentze. Sum so mangur annar rýmdi Odmar Hentze av land inum, tá kreppan leikaði í, og tá arbeiddi hann eitt árs tíð á einum snikk aravirki í Danmark. Og tað dámdi honum ógvu­ liga væl. Men hvussu bar tað til, at hann valdi at fara undir eitt snikkaravirki? – Eg veit ikki heilt. Eg havi so ofta hugsað um eitt lítið verkstað, og so kom hetta dettandi í hendurnar á mær. Fólk spurdi, hví eg ikki gjørdi okkurt slíkt, og so helt eg, at tíðin kanska var komin til tað, sigur Odmar Hentze. Hann sigur, at hevði hann vita av at kreppan kom, hevði hann helst ikki farið undir hetta, men hann held­ ur kortini, at hann tók røttu avgerðina. – Høllin er sum nevnt leig að frá timburhandlinum Sand, og eg setti hana sjálv­ ur upp. Hetta eru nokk so passalig hølir at byrja við, haldi eg, sigur Odmar Hentze. Sum omanfyri nevnt ligg­ ur snikkaravirkið á ídnaðar­ økinum í Skopun. – Her er rættiliga nógv virk semi rundan um, so tað er rættiliga hugaligt at koma her um morgnarnar, og økið liggur væl fyri eis­ ini, sigur Odmar Hentze. Nógv bygging Snikkaravirkið hjá Odmar Hentze hevur havt nóg mik­ ið at gera, síðani tað byrj­ aði. – Ja, tað hevur verið nóg mikið at gjørt. Og tað standa nógv arbeiði fyri framm an her í Skopun. Út ­ byggingin av skúlanum er farin í gongd, og sum eg havi skilt, skulu fýra nýggj sethús byggjast her í Skop­ un í nærmastu framtíð eis­ ini, so tað er nokk at gera, sigur Odmar Hentze. Hann er sjálvur annar til arbeiðis á virkinum, og tað er í minna lagi. – Vit hugsa um at taka ein lærling inn nakað skjótt, sigur Odmar Hentze. Hann sigur, at fólk hava framvegis hug at byggja, hóast undirsjóvartunnilin hev ur drúgv útlit. – Sjálvandi vóna fólk at hann kemur, men sjálvt um tað sær eitt sindur svart út beint nú, so hava fólk ikki mist hugin at byggja. Og tunnilin kemur væl einaferð, tað málið er samtykt við so stórum meiriluta sum næst­ an einki annað mál, so vit rokna við, at hann kemur, sigur Odmar Hentze. Tunnilin er ikki lívsneyð­ ugur fyri júst virksemið hjá snikkaravirkinum, men hann hevur kortini týdning. – Tað merkir, at vit mugu planleggja øðrvísi. Vit kunnu ikki bara loypa a vstað til Havnar, tá vit vilja, sigur Odmar Hentze. Nokk í løtuni Hingartil hevur verið nóg mikið at gjørt til levering á Sandoynni, og sum tað sær úr í løtuni líða teir onga neyð. – Fyribils hava vit nógv mikið at gera her suðuri, men sjálvandi ætla vit okk­ um víðari, fáa vit møgu­ leikan til tað, sigur Odmar Hentze. Millum stóru bílegging­ arnar er skúlin í Skopun, sum í hesum døgum verður útbygdur við trimum stór­ um skúlastovum umframt ein um rættiliga stórum fe ­ lagshøli. Og tann bílegging­ in er mest sum komin í hús. Nógv virksemi er á Sand­ oynni og serliga í Skopun, sum umframt tey virkini, sum eru á ídnaðarøkinum eisini hevur eitt flakavirki, sum hevur rættiliga nógv og støðugt arbeiði. Og tað er við til at halda positivu vónini uppi. – Ja, avgjørt. Tað saman við trúnni upp á, at tunnilin kemur ger, at fólk eru posi­ tiv í Skopun, sigur Odmar Hentze. Og fyri snikkaravirkið á Skerinum sær ógvuliga gott út í løtuni. – Vit hava nokk av arbeiði fyri árið, so hjá okkum sær tað heilt gott út í løtuni, sigur Odmar Hentze. Árið er sum kunnugt ný liga byrjað, so at hava arbeiði so nógvar mánaðir fram, hevur nógv at siga. So Odmar Hentze gongur í hesum døgum og umhugsar, at økja um starvsfólkatalið, antin tað so verður við einum manni ella við einum lærlingi. Hevur arbeiði árið út Hann heldur tí, at skal man fylgja teimum politisku útmeldingunum frá lands­ stýrinum í løtuni, eru vón­ irnar ikki stórar. – Men vit vóna kortini at landsstýrið ikki velur at av høvda Sandoyartunnilin, sigur borgarstjórin á Sandi. Hann heldur tó, at tunnilin hevur sera stóran týdning um ella tá hann einaferð kemur. ­ Tað er einki at ivast í, at vegasamband, og serliga vegasamband við miðstað­ ar økið og høvuðsstaðin í einum landi, hevur ótrúliga nógv at siga, og tí hevur man lagt so nógva orku í at ment tað sambandið kring alt landið. Og tað er einki at vast í, at vit, sum ikki hava fast samband, verða í einari heilt serligari støðu í so máta, um vit ikki fáa tað, og tann spurningurin átti eisini at verið viðgjørdur landspolitiskt. Hvat skal gerast við teir partar av land inum, sum ikki fara at fáa vegasamband, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at ynski er at fáa fast samband, og kemur tað, so hevur Sandoyggin allar verðsins møguleikar at menna seg javnbjóðis rest ini av Føroyum. – Vit hava ovurhonds byggimøguleikar og náttúr­ una eiga vit so vakra sum nakrastaðni í landinum, og vit ætla ikki at geva skarvin yvir, um vit ikki fáa fast samband beinanvegin, sigur Páll á Reynatúgvu. Góð kommuna í góðari oyggj Hóast borgarstjórin í Sands kommunu hevur ringar sónir um at undirsjóvartunnil kemur út í oynna í bræði, sær hann ikki so svart upp á framtíðina kortini. – Vit eru í teirri støðu, at vit á Sandi hava tíbetur ótrúliga nógv børn eftir fólka talinum. Vit hava sjálv andi eisini nógv eldri fólk, men tað ger tað, at í løtuni er tað kanska rættiliga tungt hjá teimum fólkunum, sum eru á arbeiðs markn­ aðinum, nevniliga tí vit hava ein rímiliga stóran yngri bólk og ein rímiliga stóran eldri bólk. Fólkini í miðalaldrinum hava tí rími­ liga tungar byrðar at bera, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur tó, at hinvegin er sjálvandi ein ógvuliga góður gróðrarbotnur fyri framtíðina. – Saman um tikið hava vit góðar vónir, tí vit vita tað, at vit búgva í eini góð­ ari kommunu í eini góðari oyggj, sigur Páll á Reyna­ túgvu, borgarstjóri í Sands kommunu. Ójøvn gongd hjá GM Meðan ein General Motors verksmiðja í Evropa sigur fólk úr starvi, er ein onnur noydd er at seta eyka arbeiðslið inn. Kreppurakta Saab bilverksmiðjan í Svøríki boðar frá, at helst verður neyðugt at siga 750 fólkum úr starvi. 650 av hesum starvsfólkum eru sáttmálabundin, meðan 100 eru tænastufólk. Tað er amerikanska bilkonsernin General Motors, sum eigur Saab. Ein orsøk til ringu støðuna er fallandi eftirspurningur eftir Saab á amerikanska marknaðinium. Í fleiri mánaðir hevur leiðslan í Saab arbeitt við at bjarga fyritøkuni, sum herfyri fór í gjaldssteðg, undan húsagangi. Arbeitt verður framvegis við at finna eina loysn. Á týsku Opel verksmiðjuni í Russelsheim, sum eisini hoyrir til General Motors, er so stórur eftirspurningur eftir nýggja Opel Insignia, at neyðugt er at seta eitt eyka arbeiðslið inn, soleiðis at nú verður eisini arbeitt leygardag. Odmar Hentze hugsar ikki í hesum døgum um at senda fólk til hús. Tvørtur ímóti ætlar hann at seta fleiri fólk í starv Mynd: Álvur Haraldsen