týsdagur 17. mars 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
Turkivirkið, Sp/f
Skerið, hevur fram
leitt turran fisk í eitt
gott ár, og teir selja
til meginpartin av
landinum. Men teir
arbeiða samstundis
við ætlanum um
at víðka um ork
una og hava kann að
útlendskar markn
aðir, sum kunnu
avtaka mun andi
meira, enn turki
virk ið í Skopun kann
fram leiða
FISKAFRAMLEIÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru nú trý ár síðani, at
Sveinur Høgnason fór undir
royndir at turka fisk. Og tað
tók rættiliga drúgva tíð,
áðrenn hann fann fram til
rætta teknikkin at turka
rætta fiskaslagið.
– Tað eru trý ár síðani vit
byrjaðu, men hetta seinasta
árið hava vit so framleitt
rættiliga
støðugt,
sigur
Svein ur Høgnason.
– Tað hevur tikið okkum
tvey og eitt hálvt ár at koma
fram til vøruna, sum vit
hava í dag. Vit hava nú eina
góða vøru, sum vit eru væl
nøgdir við, sigur Sveinur
Høgnason.
Og vøran, sum Sveinur
Høgnason hevur funnið
fram til, er hýsa.
– Tað vísir seg at vera
besta fiskaslagið til turran
fisk, sigur hann.
Rávøruna keypa teir á
fiskamarknaðinum og hag
reiða hana sjálvir.
– Vit keypa hýsuna sum
rundan fisk og skera hana
sjálvir. Vit keypa eisini eina
ávísa stødd, sum er hóskilig
at turka. Verður fiskurin ov
stórur, er trupult at fáa hann
turran
ígjøgnum,
sigur
Svein ur Høgnason.
Arbeitt verður í tørnum á
turkivirkinum í Skopun.
– Tá vit skera og
leggja inn í
turkiklivarnar, plaga
vit at vera eini sjey
fólk. Meðan turk
ingin fer fram, er
bara eftirlit við
fiskinum, men tá
vit so buka og
pakka, eru vit
aftur fleiri,
sigur Sveinur
Høgnason.
Hann sigur,
at turkingin
tekur millum
seks og átta
dagar alt
eftir, hvussu
rak ella feitur
fiskurin er.
Turkingin fer fram undir
framkomnum viðurskift
um.
– Vit brúka viftir og hita
at turka við. Vit hava eisini
roynt at turka við útiluft, og
tað riggar eisini væl hesa
tíðina av árinum, sigur
eigarin av turkivirkinum í
Skopun.
Selja um alt landið
Tað hevur sum nevnt tikið
nakað av tíð at finna fram
til røttu framleiðsluna; tað
hava teir so gjørt nú, og
vøran verður væl móttikin
av keyparanum.
– Tað hevur gingið væl at
sloppið av við fiskin, tað
hevur als ikki verið nakar
trupulleiki. Tú skuldi annars
trú, at tað fór at ávirka, nú
keypiorkan er minni, men
tað hava vit als ikki lagt
merki til, í hvussu er ikki
enn, sigur Sveinur Høgna
son.
Hann sigur, at teir frá
fyrstan tíð av bara hava
hugs að í traditionella turk
aða fiskinum, og at roynd
irnar umfataðu hýsu, tosk
og upsa. Og tað endaði so
við, at teir løgdu seg á hýs
una, sum var mett best
egnað til turran fisk.
Og mest sum øll vøran
verður seld í Føroyum.
– Ein lítil partur er
farin uttanlands, men
tað hevur mest verið
royndir. Restin hevur
verið seld í Føroyum,
sigur Sveinur
Høgnason.
Vikið – sum eitur
Sp/f Sker ið – selur
sjálvt sínar vørur.
– Vit koyra sjálvir
runt og selja, og vit
koyra eisini vøru na
út sjálvir, so talan
verður ikki um
nakað mill umlið,
sigur Sveinur
Høgna son.
Selt verður um so
at siga alt landið.
– Tað stendur ikki
á at sleppa av við
vøruna. Vit hava eina
framleiðslu, sum kundin er
glaður fyri, sigur Sveinur
Høgnason.
Teir merkja ikki so nógv
til kapping uttanlands frá.
– Sjálvandi síggja vit út
lendskan turran fisk, tá vit
koma út í handlarnar, men
teir keypa eisini okkara
fram leiðslu, sjálvt um teir
hava íslendskan fisk liggj
andi, sigur Sveinur Høgna
son.
Hann ivast ikki í, hvat
teir vinna uppá í kappingini
við útlendska fiskin.
– Vit hava ein góða vøru,
og eg haldi, at kundin er
sinnaður at gjalda fyri hana,
sigur Sveinur Høgnason.
Hava ætlanir
um víðkan
Sum er verður so at siga alt
selt í Føroyum, men arbeitt
verður við ymsum ætlanum
um at flyta út turran fisk.
– Vit hava kannað markn
aðin uttanlands, og vit hava
eina ætlan, sum umfatar
út flutning, og hava funnið
áhugaðar
keyparar.
Vit
um hugsa nú at fara í gongd
við hetta innan fyri tað
komandi hálva árið ella so,
sigur Sveinur Høgnason.
Turkiorkan á virkinum
liggur um eini 60 tons av
rundum fiski um árið, sum
svarar til áleið seks tons av
lidnari vøru.
– Fara vit undir útflutning,
verða vit eisini noyddir at
økja um framleiðsluna, og
harvið um turkiorkuna, sig
ur Sveinur Høgnason.
Hann ivast ikki í, at virkið
fer at sleppa av við alt tað,
teir megna at framleiða.
– Vit hava funnið ein
markn að, har eftirspurn ing
urin er ógvuliga stórur, so
stórur, at vit ongan møgu
leika hava at metta markn
aðin, men møguleikin er so
at fáa ein part av honum,
sigur Sveinur Høgnason.
Hann heldur, at tað sær
gott út við framleiðsluni,
sum teir hava havt lætt at
sleppa av við.
– Eg haldi ikki útlitini
eru broytt av teirri fíggjar
kreppu, sum er í heiminum,
sigur Sveinur Høgnason.
Føroyingar eta turran fisk
uttan mun til kreppu, eins
og teir halda fram at eta
tvøst og spik hóast ávaringar
um heilsuvanda.
Mugu bara bíða
Stjórin í Sp/f Skerið er
rætti liga tigandi um, hvørjar
marknaðir hann hevur fest
eyguni á uttanlands og vil
bara siga, at teir hava hugt
at fleiri marknaðum, og at
ein tykist serliga lovandi.
Sama ger seg galdandi
við turkiklivunum, har hann
heldur ikki hevur áhuga í,
at nakar kann lesa turki
teknikkin av.
– Hetta er nakað eg havi
brúkt meira enn tvey ár um
at menna, so eg havi ikki
áhuga í, at onkur bara kann
kopiera hetta, sigur hann.
At virkið liggur í Skopun
og burtur frá meginøkinum,
er heldur eingin trupulleiki
sum so.
– Tað hevði sjálvandi ver ið
lættari, um tað var fast
samband, tað sigur seg sjálvt,
men tað hevur gingið rímiliga
væl eftir umstøð unum, sigur
Sveinur Høgna son.
Sum øll onnur í Sand
oynni hevur eisini stjórin í
Sp/f Skerið sína meting um
týdningin av einum undir
sjóvartunli.
– Tað hevði sjálvandi
havt stóran týdning fyri
okk um og fyri oynna sum
heild. Virðið á ognunum
hjá fólki hevði eisini vaksið,
eins og man kundi ímynda
sær, at fyritøkur aðrastaðni
frá fluttu í Sandoynna, sigur
Sveinur Høgnason.
Hann heldur tó ikki, at
tað er nøkur beinleiðis forð
an, at tunnilin ikki er komin
enn.
– Nei, tað vil eg ikki siga.
Tað var jú eingin tunnil, tá
vit byrjaðu virkið, so á tann
hátt er eingin broyting. Men
sjálvandi hevur hann stóran
týdning, tó at vit ikki kunnu
gera nógv annað enn at bíða
eftir honum, sigur Sveinur
Høgnason, stjóri í Sp/f
Sker ið í Skopun.
Vit vinna upp
á góðskuna
Chrysler og Fiat samstarv
Samráðingar eru í hesum døgum um møguligt samstarv millum italiensku Fiat og Chrysler í
USA. Italskir og amerikanskir fjølmiðlar skriva í hesum døgum nógv um eitt møguligt
samstarv millum Fiat og Chrysler, meðan partarnir samráðast. Sambært fjølmiðlunum er
uppskot frammi um Chrysler fær atgongd til smærri plattformar og teknologi frá Fiat til
framtíðar bilar hjá Chrysler. Ein av møguleikunum sum verður nevndur er at retrobilurin Fiat
500, sum verður gjørdur í Pólandi, eisini skal framleiðast á eini Chrysler verksmiðju í Mexico
og onkur modell hjá Alfa Romeo skulu framleiðast á Chrysler verksmiðjum í USA og
Kanada. Fiat stjórin Sergio Marchionne sigur við fjølmiðlarnar at eitt komandi samstarv
teirra millum verður til fyrimun fyri báðar partar, serliga tí Fiat og Chrysler í løtuni gera so
ymisk sløg av bilum.
Sveinur Høgnason hevur ætlanir um at økja um virksemið og at útbyggja virkið, so teir hava
orku at flyta turkaða hýsu út til aðrar marknaðir
Mynd: Álvur Haraldsen