Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Nr. 53 - 17. mars 2009 Handilsskúlin í Tórshavn bjóðar aftur í ár fram lærugreinina Ungt Virkið. Í hesari lærugreinini fáa ungu fólkini høvið at vita júst hvat skal til, tá ein skal stovna eitt virki. Hetta er ein lærugrein, sum nógv lond kring okkum eisini hava í boði. Næmingarnir hava umleið seks mánaðir at stovna sítt virki og vísa á eina lidna vøru ella tænastu. Eftir hetta skulu næmingarnir dystast ímóti hvørjum øðrum, og vinnarin skal umboða Føroyar í kappingini um at gerast vinnarin av Ungt Virkið í Danmark. Leygardagin fellur avgerðin um hvør skal umboða Føroyar í donsku kappingini. Vinnarin fær høvið at dystast ímóti tíggju teimum bestu bólkunum í Danmark, og vinnarin av hesari kappingini fer víðari at dystast ímóti næmingum úr øllum Evropa. Hósdagin hittast bólkarnir á torginum í SMS. Básar verða settir upp, og loyniligir dómarar skáa verkið hjá teimum ymsu bólkunum. Til ber at síggja avritini í SMS frá hósdegnum til leygardagin. Ungt Virkið á torginum í SMS Íognarfelagið DIMS Í felagnum eru: Durita B. Dam Antonia Dahl Johan Bjartur Kjærbo Næmingarnir hava framleitt ein kalendara – tó ikki kalendarar sum vit kenna teir. Kalendarin er ein tónleika kalendari, har hvør síða hevur myndir av føroyskum tónleikarum. Hetta er ein ungdómskalendar, og eitt nú kann sigast at festivalar, stevnur og ítróttarkappingar eru at finna í kalendaranum. - Vit hava valt at seta fokus á tað sum ungdómurin hevur áhuga í. Frídagar frá skúlanum, festivalar og stevnur eru at finna í kalendaranum, umframt at myndir av teimum kendastu tónleikarunum í Føroyum fylla síðurnar, sigur Antonia Dahl. Kalendarin hevur eisini verið í sølubúðunum síðani 19. desember, og hava ung fólk kring landið tikið væl ímóti honum. 50 eintøk eru seld, og er hetta umleið helmingurin av kalendarunum ið bólkurin hevur framleitt. Íognarfelagið KRIA Í felagnum eru: Halltóra Poulsen Kristina Hansen Ása Pólsdóttir Bjørk B. Mikkelsen Ungu kvinnurnar hava framleitt eina bók við heitinum Hugnaløtan. Endamálið við bókini er at geva íblástur til familjulívið. Kreativ hugskot í hópatali eru at finna í bókini, og venda tey sær øll til familjuna. - Vit høvdu fleiri hugskot tá vit byrjaðu, men valdu at seta okkara álit á bókina. Vit halda, at tað er týdningarmikið at foreldur nýta tíð saman við børn teirra, og vónandi kann okkara bók hjálpa teimum í at nýta meira tíð saman við børnunum á ein stuttligan hátt, sigur Bjørk Mikkelsen. Ungu kvinnurnar hava sjálvar framleitt allan tekstin í bókini, men á grafiska økinum var neyðugt hjá teimum at fáa hjálp frá Føroya Prent. Bókin hevur verið í sølubúðunum síðan 19. desember, og føroyingar hava tikið væl ímóti bókini. - Vit hava selt 200 bøkur út av 250, so vit eru nøgdar, sigur ein errin Halltóra Poulsen.