Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 53 - 17. mars 2009 Tað er fyri tað mesta set­ hús, sum hann smíðar. – Ja, tað er bæði nýbygg­ ing og umvæling. Eg havi eitt nú eisini umvælt grót­ hús, so tað er alt møguligt, sigur Jákup Martin Søren­ sen. Hann sigur, at tað sum heild ikki stendur so illa til við arbeiði á Sandoynni fyri tíðina. – Tað er sjálvandi fyrst og fremst flakavirkið í Skop un. Har arbeiðir nokk so fitt av fólki, og tað hevur verið rættiliga støðugt ar ­ beiði. Men tað eru eisini nógv, sum arbeiða norðan­ fyri og ferðast ímillum hvønn dag, og tað gevur eitt rættiliga gott íkast, sigur borgarstjórin. Í Húsavíkar kommunu eru eisini arbeiðspláss í heimarøktini, nakrir peda­ gog ar eru og so sjálvandi sjómenn, sum sigla úti ella undir Føroyum. Nøkur arbeiða eisini fast á flaka­ virkinum í Skopun. Samanlegging og samstarv Ein annar spurningur, sum er næstan líka týdningar­ mikil sum undirsjóvar tunn­ ilin, men kanska ikki upp­ tekur fólk í sama mun, er spurningurin um saman­ legging av kommununum. Og tað er nakað, sum hevur verið uppi og vent í Húsa­ víkar kommunu. – Jú, vit hava tosað um tað. Vit duga at síggja, at tað fer ikki at rigga at standa einsamallur, tá alt verður lagt út á kommun urnar. Men vit mugu fyrst gerast samdir her suðuri, áðrenn vit fara at hugsa um at leggja saman við øðrum, sigur Jákup Martin Søren­ sen. Tað er kortini ikki nakað írøkiligt gjørt á hesum økinum, men kommunurnar samstarva framman undan í ein ávísan mun. ­ Vit eru saman um Meg­ inskúlan, eins og vit hava eina felags barnavernd, sigur Jákup Martin Søren­ sen. Eisini hava kommunurnar verið saman um dagtilhaldið fyri eldri, sum Sands komm una hevur lagt hølir til, og eisini úr Húsavíkar kommunu hava tey gjørt brúk av hesum tilboðnum, sum nú kortini er ivasamt, eftir at landið strikaði sín fíggjarliga stuðul til dagtil­ haldini. – Vit hava havt einar seks brúkarar, sum hava nýtt hetta tilboðið og verið við, hvørja ferð tilhaldið er opið. Tað er ógvuliga gott hjá teimum at sleppa til Sands av og á, heldur borg­ arstjórin í Húsavíkar komm­ unu. Teir hava játtað at bera sín part av kostnaðinum at hava dagtilhaldið framhald­ andi opið, men tað krevur, at allar kommunurnar standa sama á økinum. Ljós framtíð Men eisini innan ansingar­ økið er samstarv millum kommunurnar. – Vit hava fýra børn gang andi í barnagarðinum á Sandi og eitt í Skopun, og tað riggar stak væl, sigur Jákup Martin Sørensen. Kommunan hevur barna­ skúlar bæði í Húsavík og í Dali. – Í Dali ganga tvey børn í skúla, meðan skúlin í Húsa­ vík stendur tómur. Vit hava eitt barn í skúlaaldri í bygd­ ini, men tað gongur í skúla í Skopun, sigur Jákup Martin Sørensen. Hann sigur, at um eitt ár fara tvey børn í skúla í Húsavík, og tá verður bert hitt eina í Dali. – Men eg veit ikki, hvussu tað verður tá, um hesi børn­ ini fara í skúla her í Húsavík ella á Sandi. Tað er upp til foreldrini at taka støðu til, sigur Jákup Martin Søren­ sen. Viðvíkjandi inntøkunum hjá kommununi hava tey ikki merkt nakað til versn­ andi tíðir. – Nei, tað hava vit ikki. Inntøkurnar hava verið støð ugar higartil. Tað eru mest sjómenn sum leggja til, og teir eru allir í vinnu enn, sigur Jákup Martin Søren sen. Hann heldur tí sum heild, at tað sær ikki so galið út hjá Húsavíkar kommunu hvat framtíðini viðvíkur. – Tað sær heilt gott út beint nú. Vit hava fleiri børn undir skúlaaldur, so tað er ikki so galið. Vit skulu bara syrgja fyri, at um s tøðurnar eru nøktandi við barnagarði og øllum tí, sum krevst, sigur Jákup Martin Sørensen, borgar­ stjóri í Húsavíkar komm­ unu. Vælkomin til Skopunnar Skopunar kommuna www.skopun.fo Citroën 2CV 60 ár Í ár eru 60 ár liðin síðan framleiðslan av Citroën 2 CV byrjaði. Fyrsta prototypan av Citroën 2CV varð gjørd í 1939, men bilurin varð ikki alment frumsýndur fyrr enn á Paris Motor Show í 1948. Árið eftir, í 1949, byrjaði framleiðslan av bilinum, sum gjøgnum árini hevur havt mong kelinøvn sum t.d. Rugguhesturin ella Studentajaguarurin. Í sambandi við 60 ára haldið fyri 2CV hevur nógv verið gjørt burtur í Fraklandi. Í heyst var ein stór 2CV framsýning á eini vísundaligari miðstøð í París og á høvuðssætinum hjá Citroën í París hava eisini 2CV framsýningar verið, eins og á altóða bilaframsýningini í París í oktober. Citroën 2CV varð gjørdur frá 1949 til 1990. Kristian Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu. Teir arbeiða í løtuni við einari útstykking í Húsavík við 20 grundstykkjum, og eina í Dali við 5 grundstykkjum. So teir standa væl brynjaðir, tá undirsjóvartunnilin kemur Mynd: Álvur Haraldsen