týsdagur 17. mars 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
Arbeiði er nóg mik
ið av, ungar familj ur
flyta til, nógv børn
eru undir skúla
aldur og inntøku
grundarlagið hjá
kommununi er
støð ugt. Sjálvt við
einum manglandi
undirsjóvartunli
heldur Húsavíkar
kommuna tørn í
fólkatali, og borgar
stjórin sær eina
ljósa framtíð fyri
kommununa
BYGDALÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Húsavíkar kommuna umfat
ar bygdirnar Húsavík, Dal
og Skarvanes. Umleið 130
fólk búgva í teimum trimum
bygdunum, harav trý fast
búgvandi á Skarvanesi.
Jákup Martin Sørensen
er borgarstjóri í Húsavíkar
kommunnu. Hann sigur, at
fólkatalið í kommununi er
nøkurlunda støðugt við tað,
at nakað av tilflyting er at
viga upp móti teimum, sum
leggjast frá.
Men kommunan hevur
stórar ætlanir.
– Vit arbeiða við einari
nýggjari bygdarætlan, sum
umfatar eina útstykking við
20 nýggjum grundstykkjum.
Eitt av hesum er longu
um biðið, meðan ein onnur
umsókn er á veg, sigur Ják
up Martin Sørensen.
Eitt tað fyrsta, ein leggur
merki til, tá ein kemur til
Húsavíkar, eru tvey nýggj
hús, sum enn standa í gerð.
– Ja, tað eru 14 dagar síð
ani hitt seinna varð reist, og
tveir mánaðir síðani tað
fyrra varð reist, so tað verð
ur skjótt, at tey fara at flyta
inn. Í báðum førum er talan
um ungar familjur, sum
seta búgv, so tað sær rætti
liga hugaligt út, sigur borg
arstjórin.
Kommunan er heldur ikki
sør fyri arbeiðspláss, so eis
ini á tí økinum sær rættiliga
ljóst út.
– Ja, vit hava fyrst og
fremst Eysturbúgvan, sum
hevur hoyrt til kommununa
í eini 20 ár. Her í Húsavík
hava vit eina frisørsalong,
og so smíði eg sjálvur, og í
Dali hava vit eitt snikk ara
virki. Onkur annar er, sum
smíðar nógv norðanfyri, so
nakað av arbeiði er í komm
ununi, sigur Jákup Martin
Sørensen.
Hava gjørt
kampingpláss
Tað er eisini nakað av
felagslívi í kommununi, og
bæði í Húsavík og í Dali
hava tey bygdarhús.
– Tað passar. Og tað eru
eis ini byrjað at koma fleiri
fólk hendan vegin um sumr
arnar. Vit hava gjørt kamp
ingpláss, bæði í Húsavík og
í Dali, og tað sær hampiligt
út við tí. Vit vóna, at tað fer
at vinda upp á seg í summar,
sigur Jákup Martin Søren
sen.
Enn er hetta við kamping
plássunum rættiliga nýtt.
– Vit byrjaðu í juli mánað
í fjør, og vit høvdu einar
fimm vitjanir her í Húsavík,
men í Dali er plássið rætti
liga væl vitjað, sigur Jákup
Martin Sørensen.
Hann sigur, at nakað av
ferðafólki kemur í oynna,
men har í kommununi dúva
tey meiri upp á skúlaflokkar,
sum koma á vitjan í ung
mannafelagshúsinum eins
og familjur, sum koma suð
ur at ferðast.
– Tað eru nokk so nógvir
skúlaflokkar sum koma,
eins og størri familjubólkar.
Á kampingplássunum hava
tað higartil mest verið før
oyingar, sum koma á vitjan,
sigur Jákup Martin Søren
sen.
Undirsjóvartunnil
avgerandi
Men tað er ikki bert í Húsa
vík, at kommunan arbeiðir
við nýggjari útstykking.
– Í Dali er eitt grundstykki
klárt at byggja á, men har
arbeiða vit eisini við einari
nýggjari útstykking, sum
skal umfata fimm grund
stykkir, sigur borgarstjórin.
Útstykkingin í Dali verð
ur gjørd um somu tíð, sum
stóra útstykkingin í Húsavík
verður gjørd.
– Hartil skulu vit gera
eina útstykking til summar
hús bæði í Húsavík og í
Dali, umframt eitt ídnaðar
øki at vísa á í Húsavík eis
ini, sigur Jákup Martin
Sørensen.
Men allur aktiviteturin í
Húsavíkar
kommunu
í
samband við útstykking av
nýggjum
grundstykkjum
kom ikki av ongum.
– Nei, tað var nógva tosið
um
undirsjóvartunnilin,
sum av álvara setti hetta ar
beiðið í gongd. Tá tað var
væntandi, at tunnilin kom,
bleiv eisini roknað við
einari stórari tilflyting, og tí
vildi man verða klárur at
taka ímóti. Tey, sum byggja
nú, dúva ikki beinleiðis upp
á undirsjóvartunnilin, sigur
Jákup Martin Sørensen.
Hann sigur, at tey, sum
nú seta búgv, eru ungar
familj ur, sum vilja búgva í
kommununi.
– Men kom undirsjóvar
tunnilin, høvdu uttan iva
komi fleiri suður higar at
búgva, heldur borgarstjór
in.
Dalstunnilin má víkja
Hann heldur, at tað sær eitt
sindur svart út fyri undir
sjóvartunlinum beint í løt
uni, men einaferð kemur
hann.
– Í 2011 fer okkurt at
henda, tað hava teir so
lovað, og tað dúva vit upp á
í løtuni. So fær man at
síggja, hvussu tað verður,
sigur Jákup Martin Søren
sen.
Eins og aðrir sandoyingar
er borgarstjórin í Húsavíkar
kommunu ikki í iva um,
hvønn týdning ein undir
sjóvartunnil fer at hava fyri
oynna.
– Hann fer at hava ómeta
liga nógv at siga. Tá fer tú
at sleppa til Havnar, tá tú
vil, og ikki minst fara fólk
at koma suður at búgva her.
Tú verður heilt nær megin
økinum við einum undir
sjóvartunli,
sigur
Jákup
Martin Sørensen.
Men undirsjóvartunnilin
er ikki einasta tunnils verk
ætlan, sum upptekur fólk í
Húsavíkar kommunu.
– Nei, ein tunnil er tekn
aður til Dals. Vegurin til
Dals er vánaligur, har ríður
grót oman so at siga hvønn
dag, so tað vóna vit fer at
henda. Men vit vóna at fáa
undirsjóvartunnilin fyrst, tí
vit hava ofrað Dalstunnilin
fyri
undirsjóvartunnilin.
Men kemur hann ikki,
mugu vit fáa Dalstunnilin
fyrst, sigur Jákup Martin
Sørensen.
Støðugt arbeiði
Sjálvur
er
borgarstjórin
timb urmaður og arbeiðir
fyri seg sjálvan.
– Tað hevur verið nóg
mikið at gera higartil, men
tað er minkandi. Tó er altíð
okkurt at gera, síðstu húsini
eg smíðaði vórðu liðug fyri
hálvum ári síðani, og eini
onnur standa og bíða, so
hjá mær hevur tað verið
nokk at gera. Men sjálv
andi, vit eru so nógvir um
boðið, so tað verður helst
for lítið til onkran, sigur
Jákup Martin Sørensen.
Tað er fyri tað mesta á
Sandoynni, at borgarstjórin
í
Húsavíkar
kommunu
hevur sítt arbeiði.
– Ja, tað er fyri tað mesta
her suðuri. Men eg havi ar
beitt
nakað
norðanfyri,
mest fyri familju og tílíkt,
sigur Jákup Martin Søren
sen.
Merkja
einki til
kreppu enn
Fiskimenn forvinna 30 prosent minni
EEin norskur fiskimaður við meðalinntøku hevur 30 prosent minni inntøku enn fyri einum ári
síðani. Tað sigur Alf Arne Hansen í norska sjómannafelagnum við NTB. Hann sigur, at fyri
einum ári síðani var árshýran umborð á einum frystitrolara millum 450.000 og 500.000
norskar krónur, men at nú liggur hon millum 300.000 og 350.000 krónur. Alf Arne Hansen
sigur, at tað er ikki tann lági fiskaprísurin nú, sum er orsøkin, tí at inntøkan er minkað støðugt
tað seinasta árið. Tað hjálpir tí, at tað almenna hevur hækkað frádráttin upp í 150.000 krónur
um árið frá 2009 at rokna.