týsdagur 17. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
sama mun, sum undir
sjóvar tunnilin, er spurning
urin um kommunusaman
legging. Og har hevur
borgarstjórin í Skopun sína
heilt greiðu meining.
– Nei, har er eingin ivi
um, at tá tú spyr meg hand
an spurningin, og eg svari
tær heilt erliga, so trúgvi eg
nokk, at tey bygdaráðini,
sum sita nú, eru tey seinastu
undir hesari skipanini. Eg
rokni við, at tá val verður
aftur um hálvtfjórða ár
vænti eg, at kommunurnar
hava lagt saman, sigur Ger
hard Lognberg.
Hann vísir tó samstundis
á, at sjálvt um øll Sand
oyggin verður løgd saman í
eina kommunu, so fáa tey
framvegis bert eina eind,
sum svarar til eitt nú Fugla
fjarðar kommunu.
–
Sandoyggin
verður
einki øðrvísi enn Fugla
fjørð ur sum kommuna, so í
mínari verð haldi eg, at
Sand oyggin átti at lagt sam
an við Havnini, tí so vóru
vit komnir í eitt størri øki.
At leggja Sandoynna saman
úr hesum fýra kommununum
í eina kommunu, sum telur
1300 fólk, sigur mær ikki
so ógvuliga nógv, sigur
Ger hard Lognberg.
Sandoyggin verður sostatt
ein ov lítil eind sum einsa
møll kommuna.
– Sjálvandi. Sandoyggin
megnar ikki at bera alt. Tú
má sum borgari á Sandoynni
hava somu krøv sum aðrir
borgarar í landinum, og vit
sum kommuna við 1300
borg arum koma ongantíð at
megna at lyfta ta byrðuna
einsamøll, sigur Gerhard
Lognberg.
Kemur undirsjóvar tunn
ilin, og íbúgvaratalið verður
tað tvífalda, verður støðan
kanska øðrvísi.
– Men sum støðan er í
løt uni, hava vit ikki møgu
leika at gera tað sama, sum
onnur støð í Føroyum. Tá
verð ur Sandoyggin verri
fyri. Vit kunnu til dømis
taka spurningin um eina
ítróttahøll.
Sandoyggin
eigur onga ítróttahøll, tað
sær kanska eitt sindur ljós
ari út við tí, men í løtuni
hava vit onga, og tað haldi
eg er ov vánaligt, at ein
oyggj sum Sandoyggin ikki
kann bjóða sínum ungu
eina ítróttahøll, sigur Ger
hard Lognberg.
Standa saman
Men hóast tað ikki verður
byrjað upp á Sandoyartunn
ilin fyrr enn í fyrsta lagi í
2011, so hevur Skopun
kort ini 60 børn í barna garð
inum, og fólk hava ikki mist
áræði at seta føtur undir
egið borð.
– Ja, eg síggi nú ikki so
svart upp á framtíðina. Tað
verður bygt her í Skopun,
hóast fleiri hava sagt grund
stykkini frá sær aftur. Tvey
grundstykki eru planerað
og eini hús standa í gerð, so
jú tað verður bygt, sigur
Gerhard Lognberg.
– Sum eg nevndi í áni, so
verða hetta allarhelst síðstu
bygdaráðini, sum sita undir
hesari skipanini. Eg trúgvi,
at tá vit koma til næsta
komm unuval, verða komm
unurnar lagdar saman. Men
sjálvt um vit verða løgd
sam an í eina kommunu,
verða vit kortini bert ein
lítil kommuna í mun til
aðrar
kommunur,
sigur
borg arstjórin í Skopun.
Hann er, eins og onkur
undan honum, bæði lands
og kommunupolitikari, og
tað sær hann ongar trupul
leikar við.
– Eg haldi sjálvur, at tað
er ein góð kombinatión at
vera bæði. Tú kanst náa
langt, men tað kann eisini
vera stríggið og kann slíta
nógv upp á teg, men eg
trúgvi kortini, at tað er gott
á mangar mátar, at tú kanst
vera í báðum støðunum. Eg
haldi, at tað er pláss fyri tí,
men tað liggur eisini nógv
arbeiði í tí, sigur Gerhard
Lognberg.
Kemur tað hartil, at talan
verður um eina kommunu,
og verður borgarstjórin í
Skopun valdur inn í nýggju
kommununa, ætlar hann
sær at arbeiða líka hart fyri
einari Sandoyarkommunu,
sum hann higartil hevur
gjørt fyri Skopunar komm
unu.
– Ja, tað kann eg lova tær,
at tað fari eg at gera. Sand
oyggin er so mikið lítil, at
tað er bara eitt hjá okkum at
gera, og tað er at standa
saman sum ein maður, og
tað er tað, vit vinna við. Tað
einasta vit kunnu gera er at
standa saman og lyfta í
fe lag, sigur Gerhard Logn
berg, borgarstjóri í Skop
unar Kommunu.
K R E A
Jassur
hvørt týskvøld kl. 21
Sauer-Danfoss sigur 330 upp
Danska oljutrýstverksmiðjan SauerDanfoss í Suðurjyllandi kunngjørdi
í dag, at hon hevði gjørt av at siga 330 medarbeiðarum úr starvi. Talan
er um 270 tímalønt og 60 fastlønt. Hetta er aðru ferð í ár, at Sauer
Danfoss sigur fólki upp. Fyrru ferð var í januar, tá 400 fólk mistu
arbeiðið. Leiðslan sigur, at fíggjarkreppan hevur rakt virksemið meint,
og at einki bendir á nakran bata fyrr enn eina ferð í 2010. Tær nógvu
uppsagnirnar hjá Sauer Danfoss hava rakt lokalsamfelagið í
Suðurjyllandi sera meint, skrivar JydskeVestkysten.