týsdagur 17. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 53 - 17. mars 2009
– Sjálvt um Sand
oygg in verður løgd
saman í eina komm
unu, verður talan
framvegis um eina
lut fals liga lítla komm
unu. Tí er einasti
útvegur í mínari verð,
at vit leggja saman
við Havnina, tá verða
vit partur av einum
stórum felagsskapi,
sigur Gerhard Logn
berg sum roknar við,
at Sandoyggin verður
løgd saman til eina
kommunu undan
næsta kommunuvali
um hálvtfjórða ár
BYGDALÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er rættiliga nógv virk
semi í Skopun, og tað er
borg arstjórin væl nøgdur
við.
– Ja, vit hava eitt flaka
virki, sum hevur arbeiði so
at siga hvønn dag. Teir
keypa fisk og koyra hann
hendan vegin í trailarum.
Og so hava vit ídnaðarøkið
har norðuri, Lívfiska støð
ina, handlar, turkihús og
timburhandil. Og so er
snikkaravirkið og grótvirkið
umframt entreprenørar eis
ini, so jú, tað er rættiliga
nógv virksemi her, sigur
Ger hard Lognberg, borgar
stjóri í Skopunar komm
unu.
Ídnaðarøkið hjá kommun
uni varð lagt av einaferð í
1990unum, men tað er ikki
fyrr enn eftir aldarskiftið,
at verulig ferð er komin á
við virkjum.
– Nei, tað má man siga. Í
mong ár var bara blandi
støðin hjá J & K Petersen
har, og so kom grótvirkið.
Men síðani er komið nógv
annað virksemi har norðuri
og eg má siga, at tað var ein
góð íløga, vit gjørdu tá í
ídnaðarøkið, sigur Gerhard
Lognberg.
Umframt alt annað virk
semi er kommunan eisini í
holt við at byggja barna
skúlan út.
– Vit gjørdu ein nýggjan
barnagarð herfyri, sum er
ógvuliga snøggur. Tað eru
eini trý ár síðani hann lat
upp, og har ganga út við 60
børn. Í skúlanum ganga eini
35 børn, men hann er vorðin
ov lítil til krøvini, sum eru í
dag, sigur Gerhard Logn
berg.
Skúlin hevur verið í góð
um standi, men hann er
bara vorðin ov lítil, og tí er
neyðugt at byggja hann út.
– Betongarbeiðið er lið
ugt, so útbyggingin er fult í
gongd, sigur borgarstjórin.
At tað ganga so nógv
fleiri børn í barnagarði enn
í skúla gevur eina ábending
um, at fólkatalið er á veg
uppeftir.
– Tá stóra skrædlið var
fyrst í 90unum rokni eg
við, at Skopun mundi verða
tann bygdin, sum varð harð
ast rakt av kreppuni, og vit
endaðu niður móti 400
fólk um frá 612. Men vit
koma spakuliga krúpandi
upp eftir aftur og eru í løt
uni 512 ella har á leið, sigur
Gerhard Lognberg.
Stykkjaðu út
til tunnil
Eins og hinar bygdirnar
gjørdi Skopunar kommuna
seg klára at taka ímóti
vænt aðu
tilflytingini,
tá
und irsjóvartunnilin kom.
– Tað var soleiðis, at tá
prátið tók seg upp um
undir sjóvartunnilin, gjørd
ust fólk ógvuliga áhugað,
og tað var í veruleikanum
tá, at vit byrjaðu at gera
allar íløgurnar í bygdini.
Eitt av endamálunum var at
fáa ung fólk til Sandoynna,
og tað haldi eg, at allar
kommunurnar í Sandoynni
tóku til sín, sigur Gerhard
Lognberg.
Skopunar
kommuna
gjørdi eina útstykking við
23 stykkjum.
–
Øll
grundstykkini
vórðu seld beinanvegin, og
eftir teimum 23 stóðu
kanska eini 30 á bíðilista.
Men so kom hetta hóttafallið
á við Sandoyartunlinum,
har nógv vóru ímóti honum.
Øll kenna ta søguna, men
tað førdi so til, at nógv av
teimum grundstykkjunum
eru latin inn aftur, og fólk
vilja heldur bíða og síggja
tíðina ann, sigur Gerhard
Lognberg.
Hann sigur, at fær Skopun
einar 20 ungar familjur,
sum hava fast arbeiði, so
merk ir tað 40 nýggjar inn
tøkur til kommununa, og
tað sama er galdandi fyri
hinar
kommunurnar
í
oynni.
Hann sigur, at inntøkurnar
hjá Skopunar kommunu í
nógvar mátar hevur verið
tengt at, um arbeiði hevur
verið á flakavirkinum, og
av tí at har hevur verið nógv
og støðugt arbeiði, hevur
tað ikki merkst serligt, at
ein kreppa herjar um allan
heim og fyri ein part eisini
her heima hjá okkum.
– Men sjálvandi merkist
tað nakað her eins og alla
aðra staðni, sigur Gerhard
Lognberg.
Bjartskygdur
Borgarstjórin
í
Skopun
hevur meiri enn nakar ann
ar, verið synonymur við
Sand oyartunnilin, men hvat
held ur hann, at tunnilin
hevur at siga fyri oynna og
fyri vinnulívið í hansara
egnu kommunu?
– Ja, har eri eg ikki í iva
um, at undirsjóvartunnilin
til Sandoynna hevur alt at
týða. Og ikki bara fyri
Sand oynna, men fyri suður
økið í Føroyum – og eg
haldi eisini fyri miðøkið og
fyri Føroyar sum heild,
sigur Gerhard Lognberg.
Hann vísir á, at tey hava
so ógvuliga gott byggilendi
har suðuri.
– Tað hevði havt alt at
týða fyri Sandoynna, og vit
høvdu sæð ein stóran fólka
vøkstur her suðuri, tá undir
sjóvartunnilin verður veru
leiki. Sum tú veit er uppskot
komið niðan í Tingið nú um
at gera partafelagið Sand
oyartunnilin, og so skal tað
felagið fáa teir pengarnar,
sum annars hava verið
skotn ir inn í Norðoya tunn
ilin, og tað liggur um 45
milliónir krónur um árið,
sigur Gerhard Lognberg.
Tað stendur niðurfelt í
samgonguskjalinum, at í
2011 skal byrjast upp á
undirsjóvartunnilin,
so
borgarstjórin í Skopun sær
ógvuliga ljóst upp á fram
tíðina.
Hann væntar sostatt, at
tunnilin kemur, fyrr heldur
enn seinni.
– Eg havi slett ikki loyvi
at ivast í tí. Vit kenna øll
samtyktina í Løgtinginum
um, at vit skuldu byrja 1.
november 2009, og vit vita
eisini øll, at tað varð ikki
veruleiki. Samstundis gera
vit tað, at vit siga, at vit
byrja í 2011, og eg trúgvi
einki upp á, at Løgtingið
fer tvær ferðir at svíkja
suður oyggjar í Føroyum.
So eg havi góðar vónir um
hattar, sigur Gerhard Logn
berg.
Oyggin ov veik
Eitt annað mál, sum upp
tekur fólk um enn ikki í
Seinastu
bygdaráð
undan
saman
legging
Framtíðin sær slett ikki so døpur
út fyri Skopunar kommunu, heldur
Gerhard Lognberg, borgarstjóri.
60 børn eru í barnagarðinum,
og kommunan er í holt við at
útbyggja barnaskúlan, so hann
kann nøkta vaksandi tørvin
Mynd: Álvur Haraldsen
Fiskivinnan ikki nóg mikið
Fakligi landsfelagsskapurin í Noregi heldur tað vera skeivt av fólkinum í
Norðurnoregi at virka ímóti, at verulig oljuvinna verður sett í gongd í
økinum. Leiðslan í LO heldur, at tað er ov lítið hjá landspartinum bara at
dúva upp á fiskivinnuna. LO tekur undir við teimum, sum siga, at
oljuvinnan má taka fyrivarni fyri fiskivinnuni, men landsfelagsskapurin
heldur ikki, at tað í sjálvum sær eigur at forða fyri, at Norðurnoreg fær
ein veruligan part av oljuvinnuni.