Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Tað eru ikki bert lokal tíðindi, ið tú finnur á sandoyarportalinum. – Portalurin er merkt­ ur av, at hann er her í oynni. Kortini er tað ein portalur fyri allar Føroyar, sig ur Terji Dalsgaard, ritstjóri TÍÐINDA FLUTNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru umleið trý ár síðani, at Terji Dalsgaard byrjaði at leggja tíðindi út á heima­ síðuna hjá BKV, sum er navnið á bókhaldsvirkinum hjá honum. – Orsøkin til, at eg byrjaði við tí, var at fáa fleiri vitj­ andi inn á heimasíðuna hjá virkinum. Og tað hevur eydn ast so væl, at vit hava gjørt ein Sandoyarportal burt urav, sigur Terji Dals­ gaard. Hesin nýggi portalurin eitur Sandportal.fo. – Hann hevur fingið ógvu liga góða undirtøku. Ein dagin í farnu viku høvdu vit 298.000 klikk, og tað er allastaðnis frá í heim­ inum. Flestu uttanlands vitj anir eru úr Danmark, síð ani Noregi, Íslandi og so øll skipini, har føroyingar eru umborð, sigur Terji Dals gaard. Men eisini so langt burt­ uri sum Afrika og Amerika eru vitjandi á Sandportal. fo Sandoyarportalurin ber so at siga øll tíðindi. – Mær dámar væl at skriva um fisk, og so leggi eg eisini andalig tíðindi inn. Í veruleikanum øll sløg av tíðindum, sigur Terji Dals­ gaard. Hann sigur, at sjálvt um tað eitur Sandportal.fo, so er tað eisini ein Før oya­ portalur, sum er fyri alt landið. – Sjálvandi umgongst ikki, at tá portalurin er her í oynni, so verður tað nógv lokalt eisini. Talan er um øll sløg av tíðindum, men nakað, sum eg havi lagt til merkis við portalum er, at teir ikki hava so nógv anda­ lig tíðindi, og tað ætla vit at leggja okkum eftir at hava, sigur Terji Dalsgaard. Hann sigur, at tað anda­ liga fyllir ikki so nógv á por talunum, og tey, sum lesa hetta, eru ógvuliga feg­ in um, at hann ger so mikið nógv burtur úr. Eisini merk­ ir hann hetta væl umborð á skipunum. – Eg fái nógvar aftur­ meld ingar um júst hetta, sigur Terji Dalsgaard. Dámar væl at skriva Hann roynir eisini at leggja seg eftir at hava nógvar myndir inni á portalinum, eisini myndarøðir. – Tað hevur alt at siga. Internetið er soleiðis hóttað, at ein flott mynd skal fylgja við, og tað leggi eg ómeta­ liga stóran dent á. Myndin er nummar eitt á inter­ netinum, og tá eg leggi út á portalin, geri eg altíð skjótt av. Eg skrivi skjótt og leggi skjótt út, men myndina leggi eg stóran dent á, sigur Terji Dalsgaard. Eitt annað, sum ritstjórin á sandoyarportalinum ætlar sær at gera nógv við, eru kyk myndir. – Vit hava so seint sum í dag verið og tikið børnini upp í skúlanum her á Sandi, meðan tey sungu morgun­ sang, og tað fara vit nú at leggja eitt brot út av. Vit hava eisini fingið eitt film­ klipp frá einum norskum báti, har ein skopuningur er við, og tað liggur so úti nú, sigur Terji Dalsgaard. Hann byrjaði portalin fyri at fáa fleiri vitjandi inn á heimasíðuna hjá fyritøku sín ari, men tað var ikki ein­ asta orsøkin. – Ein orsøkin til, at eg fór undir hetta var, at mær dám ar ógvuliga væl at skriva. Tað var heldur ikki so nógv virksemi í økinum tá, men nú er stórur aktivi­ tetur, og vit hava eisini víðkað okkara virksemi, so vit hava eina deild í Havn. Men hugurin at skriva merk ir eisini, at eg havi ein ógvuliga langan arbeiðsdag. Og tað er ikki ein átta tíma dagur, sigur Terji Dals­ gaard. So tað er meira hugurin, sum drívur verkið heldur enn at tað eru so stórir møgu leikar í hesum fíggjar­ liga. – Nei, tú spinnur ikki gull úr einum slíkum portali, so tað er hugurin, sum drívur verkið. Tað skal eitt øgiligt arbeiði til, og eg arbeiði nógv, rættiliga nógv, sigur Terji Dalsgaard. Kortini ætlar hann sær ikki at gevast á hondum. – Sandoyarportalurin verð ur dagførdur fleiri ferð­ ir um dagin. Treytin fyri at hava ein portal er, at hann er livandi. Neyðugt er at leggja nýggj tíðindi út gjøg­ num allan dagin, og tað hevur tað altíð verið gjørt hjá okkum, sigur Terji Dals­ gaard, ritstjóri á sand oyar­ portalinum. Hugurin drívur verkið Terji Dalsgaard hevur havt sandoyarportalin í eini trý ár. At byrja við var hetta ein partur av heimasíðuni hjá roknskaparvirki hansara, men nú er talan um sjálvstøðugan portal, ið kallast sandportal.fo Mynd: Álvur Haraldsen Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað