týsdagur 17. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 53 - 17. mars 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kendi danski plátuvendarin,
sangarin og sjónleikarin
Rene Dif kemur til Føroya
at halda fyrilestur og work
shop saman við listakvinn
uni Rikke Maija í Norður
landahúsinum leygardagin
2. og sunnudagin 3. mai
2009.
Tiltakið hevur heitið “For
døj dit liv”, og er um t.d.
successtrategi, introcoach,
góð kostráð, venjing, resul
tatorientering og motiva
tión. Rene Dif hevur roynt
ymiskt, og hann fortelur
eisini um sítt lív, frá tí hann
byrjaði sína karrieru til í
dag.
“Fordøj dit liv” verður
leygardagin 2. mai og sunnu
dagin 3. mai, báðar dagarnar
frá kl. 1016.
Prísurin er kr. 1650, við
kosti. Atgongumerki kunnu
keypast hjá Wellness v/
Martin Brodersen á Áarvegi
4 í Havn, tel. 223312.
Tilmelding
seinast
fríggjadagin 17. apríl.
Rene Dif í Norður
landahúsinum
Rene Dif og Rikke Maija
Fríggjadagin 13. mars var
prógvhandan
á
Føroya
Handilsskúla, har tey fyrstu,
sum hava nomið sær Aka
demiútbúgvingina í Føroy
um, fingu handað prógv.
Akademiútbúgvingin
er
hægri útbúgving, sum les
andi taka sum parttíðarút
búgving. Útbúgvingin er sett
saman av seks modulum og
tekur vanliga trý ár. Til ber at
taka eina samlaða útbúgving
ella at taka støk modulir. Tey,
sum fingu prógv, hava tikið
akademiútbúgving í altjóða
handli og marknaðarførslu
og í leiðslu.
Við
prógvhandanina
hildu Richard Mortensen
og Jóanes N. Dalsgaard, lær
arar og vegleiðarar á útbúgv
ingini, røðu. Somuleiðis
helt Aina L. Knudsen,
útbúgvingarleiðari, røðu.
Aina L. Knudsen sigur, at
akademiútbúgvingin byrj
aði í 2006, og tey hava góð
ar royndir av útbúgvingini,
sum stórur áhugi er fyri.
Seinasta árið hava nógv
teknað seg til. Hetta er eitt
tilboð til tey sum t.d. ynskja
sær eina útbúgving innan
leiðslu, meðan tey passa
sítt dagliga starv. Útbúgv
ingin er liðilig og kann
tillagast tørvinum hjá tí
einstaka næminginum.
mg
Føroya Handilsskúli:
Fyrstu prógvini í
akademiútbúgvingini
Lærarar og nøkur av teimum sum fingu prógv, f.v.: Richard Mortensen og Jóanes N. Dalsgaard, lærarar, Anna Maria Restorff, Ása
Olsen, Hergerð D. Heldarskarð og Anja Rein, sum tóku prógv í Akademiútbúgving í leiðslu, og Niels á Reynatúgvu, sum tók prógv í
Akademiútbúgving í altjóða handli og marknaðarførslu. Á myndini vanta Kristina Leonsson, Bogi Olsen og Aksel Haraldsen, sum
tóku prógv í Akademiútbúgving í altjóða handli og marknaðarførslu.
Mynd: Jens Kristian Vang
Andlát og jarðarferðir
Salli Sommer Frankis
Lognberg,
Skopun,
andaðist í heiminum
sunnudagin, 81 ára gam
al. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Anna Midjord, ættað
av Marknoyri í Vági,
búsitandi í Svendborg,
andaðist
leygardagin,
76 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
17. mars. Geirtrúð, deyð í 659. Dóttir Pippin eldra og
abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í
Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað
var hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar
nógvastaðni í Europu vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald,
har tey ferðandi og tey fátækastu kundu fáa hjálp.
Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, ið mintust
meg og vitjaðu, sendu heilsanir, blómur
og gávur, í sambandi við
70 ára føðingardagin.
Stóra tøkk til tykkum øll.
Lisbeth L. Petersen
80 ára føðingardagur
Týsdagin 24. mars verður Heinina Joensen, Sandavágur, 80
ár. Dagurin verður hildin 21. mars í Meinigheitshúsinum frá
klokkan 17.
50 ára føðingardagur
Leygardagin 21. mars fyllir Jóngerð Midjord 50 ár.
Føðingardagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Harald
sundi frá klokkan 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 21. mars kunnu Niklas og Jensia Joensen
í Kollafirði hava gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin
hjá dóttrini, undir Heygnum, á Todnesi 17 frá klokkan
16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum
leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella
213171 innan 20. apríl 2009.
Prógv
Joan Smidt Skibenæs av Toftum hevur á Syddansk
Universitet lokið prógv sum lækni.