týsdagur 17. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 17. mars 2009
17
Veruleikan innan okkara
høvuðsvinnu varð sera væl
lýstur í Sjónvarpinum, sum
hevði verið ein túr við
Magnusi Heinasyni. Har
sóu vit, at tað eina hálið
var púra miseydnað, tí
ongin fiskur var í, meðan
trolið í næsta hálinum var
á tremur við toski, sum
hevði eitt virði upp á uml.
250 tús. kr.
Henda gongdin og hesin
veruleiki er tann, sum
føroyski sjómaðurin altíð
hevur livað við, tí ta einu
setuna hevur hann drigið
svart, men tann næsta
hevur verið full av fiski.
Tað eina hálið er onki í
trolinum, meðan tað er fult
tað næsta, og sama ger seg
galdandi hjá nótaflotanum
og alingini.
Undir slíkum nattúru
givnum umstøðum virkar
okkara fiskivinna, og tað
er undir hesum veruleika,
at hon er og verður okkara
høvuðsvinna, ið megnar at
útvega pening til landið og
stendur fyri góðum 90 %
av okkara útflutningi.
Fiskifrøðingar
At fiskifrøðingar hava sín
fakliga kunnleika um lívið
í sjónum er ongin í iva um,
og at teir brúka henda kunn
leika er púra rætt, men
hvussu langt áskoðanirnar
hjá fiskifrøðingunum
liggja frá teimum hjá sjó
fólki okkara, kom týðiliga
fram í sjónvarpssendingini.
Fiskifrøðingarnir siga t.
d., at lítið er til av toski
undir Føroyum, og við
útgangsstøði í tí fyrra háli
num, sást greitt á teimum,
at teir nú høvdu fingið
prógv fyri, at teirra teori
var røtt; ongin toskur var
undir Føroyum. Men tá ið
tað næsta hálið kom á
dekkið, og vit sóu eitt trol
á tremur við góðum toski,
var týðiligt, at hetta var
ikki tað, sum fiskifrøðing
arnir høvdu roknað við, og
at tað var í mótsøgn til
teirra teori og útsagnir.
Sjómenn
At sjófólk okkara hevur
ein serstakan kunnleika til
lívið í sjónum er ongin ivi
um, og at teir brúka henda
kunnleika fult út, er heldur
ongin í iva um.
Sjómen siga, at toskur er
undir Føroyum, og við út
gangsstøði í tí fyrra hálin
um hjá Magnusi Heina
syni, siga sjómenn, at hetta
kann ikki passa, og at tað
vísir ikki allan sannleikan.
Tí koyra teir trolið út aftur
og rokna altíð við, at hesa
ferð verður fiskur í trolin
um, og teir fáa prógv fyri
hesum ferð eftir ferð, tá ið
trolið kemur á dekkið fult
av fiski, ja til tíðir besta
hál í mong ár. Sama er við
línubátunum, sum ein dag
draga svart, men næsta
dagin fáa nógvan fisk.
Sama er við snellubátu
num, partrolarunum, nóta
bátunum og øllum sum
fáast við fiskivinnu.
Veruleikin
Øll sum hava fingist við og
sum fáast við fiskivinnu,
mugu ásanna, at ongin dag
ur er eins, tí tað eru góðir
dagar og ringir dagar, onki
ár er líka, tí tað eru vánalig
ár og tað eru góð ár.
Hjá línubátum kann
góður fiskiskapur í tveir
dagar bjarga túrinum, hjá
trolarum somuleiðis, og
hjá nótabátum kann eitt
kast ella ein dagur verða
bjargingin. Eitt gott ár
gevur somuleiðis lív aftur í
okkara aluvinnu.
Hesin túrurin við Magn
usi Heinasyni, ið vit saman
við SVF fingu loyvi til at
vera við til, vísti týðiliga,
at teoriin hjá fiskifrøðing
um ikki altíð er heilt eftir
farandi. Tí hevði verið
ynskiligt, at fiskifrøðingar
og fiskimenn drógu eina
lína, tá ið talan var um
fiskivinnu!
At fiskiskapur undir
Føroyum er betur í ár enn
tey undanfarnu árini, er ein
positiv staðfesting, sum
gevur vón um, at skip og
bátar fáa meira burturúr í
ár. Hetta fegnist eg um og
vóni, at fiskaprísurin eisini
kemur at hækka út á árið.
Besta hálið í 6 ár
Sambandstingmaður
Alfred Olsen
Privatu lønirnar lækka,
almennu lønirnar hækka.
Hallið á fíggjarlógini fer
uttan iva upp um
trífjórðingsmilliard 2009
Í okkara lítla og viðbrekna
samfelag koma broyting
arnar í so harðliga á okk
um, og týðiliga sæst,
hvussu almenna lønar
kontoin í stórum yvirhálar
privatu, samstundis sum
inntøkur landskassans
lækka.
Tøl kunnu sjálvandi
setast upp ymist, men
merkisvert er at síggja,
hvussu lønarhækkingarnar
í almenna geiranum bara
økjast, meðan lønarútg
jaldingar í fiskivinnuni
tilsvarandi støðugt lækka.
Tað sum nú ger seg gald
andi, er tó nógv ógvuslig
ari. Taka vit munin á 2006
og 2009, er bara fiskivinn
an, sum fellur í lønarúgjald
ingum, meðan í 2007 kem
ur eisini ferð á niðurgongd
ina í byggivinnuni, og í
2008 kemur so tænastu
vinnan eisini við í einum
minus, um vit hyggja at
januar og februarmánað
unum.
Soleiðis er tað bara
almennu lønirnar sum
økjast, og hækka í stórum.
Tó skal sigast fyri rætt
leikans skuld, at frá í 2007
hækkaðu allar lønarútgjald
ingarnar, men tað broytir tó
ikki heildarmyndina.
Víst verður til hjáløgdu
mynd við Hagstovuni sum
talkeldu.
Fjórði geirin klippir
hinum trimum
Vit eiga at hava í huga, at
teir fyrstu tríggir geirarnir,
Fiskivinna o.a., Bygging
etc. og Privatar tænastur
eru bundnir av og knýttir at
marknaðinum, og halda
fjórða geiran, – almennar
lønir – á lívi, hesin fær
játtanir úr lands og ríkis
kassanum. Fjórði geirin
almennar lønir er masto
dontur, sum tungur, fyri
ikki at siga vónleysur, er at
venda.
Men onkur klókur hevur
viljað verið við, at fjórði
geirin kann liva av at klippa
øllum hinum trimum, tí
soleiðis liva onnur sam
feløg. Hvørji so hesi eru!
Eingin ivi er um, at 2009
fer at koma við meiri týði
ligum lønarmunum millum
privat og alment. Við hes
um kann kanska roknast
við halli á fíggjarlógini,
sum fer yvir trífjórðings
milliard krónur við lækk
andi landskassainntøkum.
Sermerktar broytingar í lønarúgjaldingum - við Hagstovuni sum keldu - fyri
januar og februar 2006, 2007, 2008 og 2009, tala sín álvarsliga veruleika:
2006
2009
munur í kr.
mió.kr.
mió. kr.
mió. kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna
199
164
÷35
Bygging o.o. tilvirking
119
134
+15
Privatar tænastuvinnur
295
349
+54
Almenn o.o. tænasta
331
412
+81
2007
2009
munur í kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna
236
164
÷72
Byggivinna o.o. tilvirking
141
134
÷7
Privatar tænastuvinnur
328
349
+21
Almenn o.o. tænasta
353
412
+59
2008
2009
munur. í kr.
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna
198
164
÷34
Byggivinna o.oo. tilvirking
158
134
÷24
Privatar tænastuvinnur
371
349
÷ 22
Almenn o.o. tænasta
381
412
+31.
Álvarsligar broytingar í lønarútgjaldingum
JógvAn við
Keldu
Hendan polittiska støða er
syrgilig, samstundis sum
tað verður sagt, at útjaðarin
skal ikki gloymast men
mennast. Men eg haldi ein
kann ikki halda seg frá at
gera viðmerkingar í hesum
máli, nú Skúvoy hevur
bíðað og bíðað eftir betri
umstøðum. Skammið tykk
um sum tosa um útjaðara
politikk, fy for den.
Gerið útbyggingingina í
Skúgvi lidna, so oyggin
kann lívbjarga sær. Nú
hevur hetta tikið tykkum
politikarum fleiri ár um at
fáa avgjørt, og so strika tit
játtina við einum penna
strokið. Úrslitið er, at fólka
talið í oynni bara minkar
og minkar. Ístaðin fyri tit
gjørdu tað gjørligt, at fólk
fluttu til oynna aftur, eisini
fluttu møguliga nýggir
tilflytarar út til Skúoyar, og
so er hettar ein perla fyri
ferðavinnuna, so her kann
heldur sigast, at nógv er at
vinna.
Nei, tit kunna fara arða
staðni eftir sparingum, tí
Skúoyggin kann draga
nógv fólk hagar til, og tí er
íløgan ikki onkisverd, men
framtíðarmennandi.
Takið tykkum saman ella
farið til hús, tað danska
fólkatingið hevur tað evsta
valdið álíkvæl.
(her verður hugsað um so
nógv ting, so um hern
aðarlógávuna og nú fólka
atkvøða skal verða so skal
Føroya Løgting ikki bland
ast uppí hvat danska Fólka
tingið hevur samtykt, gerið
so væl, soleiðis er tað bara,
soleiðis kundu vit hildið á).
Og so sita nakrir politik
arar í Føroyum og avhøvda
allan framburð í teimum
smáu plássinum.
Álvaraos hvat hugsa tit
fyri tykkum? Bátahylurin
suðuri í Skúgvi kann ikki
hava ein bát liggjandi í
brimi, og tað hevur verið
lovað teimum at hettar skal
broytast so at ein sleppur
frá at draga bátin upp
hvørja ferð hann hevur
verið til útróður, ella
hvussu veðrið broytist og
heldur ikki er møguleiki at
leggja at í óveðri úti í
Skúgvi, Hvørjari øld liva
vit í? Nei, óskilið valdar
enn einaferð við hesum
máli, har játtanin var sam
tykt í fíggjarlógini fyri
2009, og so nú skal løg
tingið taka eina samtykt
aftur og siga hettar er ikki
samtykt álíkavæl, vit
(løgtingið) strika bara
játtanina til Skúoyar aftur.
Kunna vit hava álit á
løgtinginum? Ella kunna
vunnin rættindir bara tak
ast aftur? Hvussu er støða
okkara við fólkaræðinum í
Føroyum?
Eg eri klárur yvir, at
ávísir politikkarar fara at
siga, hettar eru jú bara
justeringar, men so lætt
kunna tit ikki handfara
ávísar borgarar í landinum.
Útjavnan, frambur, fólka
ræðið og sosialdomokrati.
Hvar eru hesi slagorð?
Setið hesa játtan aftur
beinanvegin, um nakar
sosialdemkratiskur polit
ikkur er skaptur í tykkum.
Fólkið í Skúgvi skal eisini
liva. Samstundis sum alt
Føroyar kann njóta gott av
hesum, ein ferða perla yvir
mangar.
Við vón um at tit polit
ikarar hugsa um frambur
heldur enn stíga tvey stig
aftur samstundis sum tit
royuna at ganga fram,
núverandi úrslit er tað ein
katastrofal afturgongd, tí
eitt verður sagt og annað
verður gjørt (eitt stig
frammeftir og tvey til trí
stig aftureftir), hvat er
egintliga meiningin???
Avtofta smáplássini, strika
ferðavinnuna, ongan
frambur o.s.v. ja vit kundu
hildi á???
Skúgvið tað gloymda umráðið í Føroyum
Miðvágur
Jónfinn Olsen
viðmerkingar