Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 53 - 17. mars 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Vit eru samdir um, at tað, sum er farið, er farið. Nú vóni eg bara, at vit allir arbeiða saman og gera alt fyri Føroyar fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Heini Hanusarson, sum aftur er at síggja á manslandsliðnum í hondbólti. Dia Mid­ jord, annar av venj­ arunum, fegnast um at hava Heina aftur á liðnum. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ymsar hendingar eftir dyst­ in í Sarajevo ímóti Bosnia tann 1. november í fjør høvdu við sær, at Hond­ bóltssambandið gav Heina Hanusarson karantenu í tveir dystir, og seinni var karantenan so víðkað til at fevna um restina av hesum árinum. Men herfyri var talvan vaskað rein og allar karantenur, ið ætlandi eisini skuldu raka aðrar spælarar, sum vóru við í Sarajevo, eru nú strikaðar. Hetta merkir ikki minst, at kanska týdningarmesti spælarin á føroyska mans­ hondbóltslandsliðnum aftur er tøkur, og í gjárkvøldið taldist hann millum huga­ góðu landsliðsmenninar, ið vandu upp á lívið í ítróttar­ høllini á Hálsi. – Eg eri klárur til dystin ímóti Sveis og nú vóni eg bara, at vit allir arbeiða sam­ an og gera alt fyri Føroyar fyri at fáa eitt gott úrslit. Eg havi tosað við venjararnar, og vit eru væl aftur. Tað, sum er farið, er farið, sigur Heini Hanusarson, tá vit fáa orðið á hann eftir venj­ ingina. Styrkir um liðið At Heini aftur er við á lands­ liðnum, fegnast eisini annar av landsliðsvenjarunum, Dia Midjord, um. – Tað er fínt, at vit hava fingið Heina aftur, eftir at hann nú hevur verið burturi frá tveimum av EM­dystun­ um. At vit hava hann á liðn­ um, gevur okkum eina størri hóttan á høgra bakki, og samstundis fáa vit sett spæli eitt sindur øðrvísi upp hjá okkum, sigur Dia. – Heini dregur nokk so nógv til sín yviri í høgru síðu, og tí fáa vit gjørt fleiri kombinatiónir í vinstru síðu. So tað er eingin ivi um, at hann styrkir væl um liðið, nú hann aftur er við. Sjálvur sigur Heini, at kon­ ditiónin kanska hevur verið betri, enn hon er júst nú, men at hon so avgjørt er brúkilig, sum hann tekur til. – Formurin er rímiligur, og eg havi ið hvussu er fing­ ið nógva og góða mótstøðu í Danmark. Eg havi havt eitt sindur av trupulleikum við øklinum, men tað hevur lagt seg aftur, so eg eri púra klárur at møta Sveis, sigur kollfirðingurin, sum í løtuni er einasti føroyingur, sum spælir á hægsta stigi uttan fyri landoddarnar. Heini hyggur frameftir Heini Hanusarson arbeiddi væl undir landsliðsvenjingini á Hálsi í gjárkvøldið: – Tað, sum er farið, er farið, sigur hann Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Bæði Tróndur Krage­ steen og Janus Sør­ ensen, sum hava verið brúktir sum spælskiparar í síðstu hondbóltslandsdyst­ unum hjá Føroyum, eru blivnir skaddir beint undan Sveis­ dystunum, so tí noyð­ ast venjararnir at gera smærri rokeringar á liðnum HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast væl hevur gingist undir venjingunum hjá manslandsliðnum í hond­ bólti undan dystinum í EM­ undankappingini, sum í annaðkvøld verður spældur í ítróttarhøllini á Hálsi, eru venjararnir eitt sindur í døp­ urhuga, nú dysturin nærk­ ast. Orsøkin er, at tveir av týdningarmiklu spælarun­ um ikki fáa spælt. – Vit hava fingið eitt lítið sindur av trupulleikum, tí báðir spælskipararnir, Tróndur Kragesteen og Jan­ us Sørensen, hava fingið skaðar teir seinastu dagar­ nar. Tróndur hevur trupul­ leikar við økslini og skot­ arminum hjá sær, og Janus hevur meira trupulleikar við lyskuni og niðri í bein­ inum, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Niel­ sen venur manslandsliðið. – Teir báðar skulu vit ikki vænta at síggja í dystinum ímóti Sveis í annaðkvøld, so vit koma at gera onkrar sovorðnar smávegis roker­ ingar á liðnum. Men eg skal viðganga, at tað ger tað ser­ liga trupult, at tað júst eru teir báðir spælskipararnir, ið nú sita uttanfyri. Aðrar møguleikar Dia Midjord vísir á, at sjálv­ andi eru aðrir møguleikar, tí fleiri á liðnum hava verið spælskiparar, men at júst tað plássið er eitt, ið krevur eitt sindur meira. – Sum spælskipari fert tú ikki bara inn at spæla eftir einum degi, tí tað skalt tú helst venja teg eitt sindur við. Avtalurnar skulu fáast upp á pláss, og spælskipar­ arnir skulu jú koyra avtal­ urnar, sigur hann. – Men vit hava nógvar møguleikar, tí nógvir duga at spæla har. Eitt nú hava vit Inga Olsen, Finn Hans­ son og eisini aðrar møgu­ leikar, so vit mugu fáa loyst hetta upp á frægast máta. Men tað er altíð keðiligt at missa teir báðar, sum vit hava brúkt á hesum pláss­ inum í síðstu dystunum. Dia vísir á, at sum heild eru spælararnir væl fyri, nú landskappingin gongur ímóti endanum. Hann sigur, at teir báðir, sum eru farnir burturúr, eru eitt sindur slitnir og onkrir aðrir eisini, men at hinir eru øgiliga væl fyri. Dysturin ímóti Sveis, sum er fimti dysturin hjá Føroyum í hesi EM­undan­ kappingini, verður í ítróttar­ høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld klokkan 19. Spælskipararnir skaddir Kári Nielsen og Dia Midjord skulu blanda kortini eitt sindur øðrvísi undan Sveis-dystinum, nú báðir spælskipararnir eru úti við skaða Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir