Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 53 - 17. mars 2009 ] Innan fyri tíggju dagar skal Gunnar Guillermo Nielsen, sum í fýra ár spældi fótbólt í Føroyum, fara heimaftur til Argentina. Tað krevur danska Uttanríkisráðið, sum sýtir fyri at geva honum varandi uppihaldsloyvi í Danmark FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað vóru mong, ið undrað­ ust, tá ÍF í 2004 boðaði frá, at felagið hevur knýtt Gunn­ ar G. Nielsen úr Argentina at hópi sínum. Eftir for­ og eftirnavni at døma, kundi maðurin eins væl verið føroyingur, men tað var hann altso ikki. Millum­ navn hansara staðfesti, at Gunnar Guillermo Nielsen kom úr Argentina. Gunnar Guillermo Niel­ sen er uppkallaður eftir danska abba sínum Gunnar Nielsen. Hann er 25 ára gamal og hevur síðstu fimm árini búð og arbeitt í Før­ oyum og Danmark. Um­ framt ættarbondini til Dan­ markar, so tosar Gunnar bæði danskt og føroyskt, og hann hevur eina dóttir við føroyskari kvinnu. Í Føroyum spældi Gunnar Guillermo Nielsen fyrst við ÍF, síðani GÍ og at enda KÍ. Eftir kappingarárið 2007 leitaði Gunnar sær til Danmarkar, har hann hevur vant við FC Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hjálp frá Morten Bruun Tá Gunnar upprunaliga kom til Danmarkar, fekk hann – orsakað av familju­ bondunum – eitt fyribils uppihaldsloyvi, ið var galdandi í fimm ár. Fyri einum ári síðani søkti Gunnar um varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Eitt lítið ár seinni kom svarið. Gunnar fekk 30 dagar til at sleppa sær úr Danmark. Nú eru 20 dagar farnir, og um 10 dagar skal hann vera á veg til Argentina. Men Gunnar ynskir ikki at fara aftur til Argentina, sum nú er. Tí hevur hann skrivað eina klagu til danska uttanríkisráðið. Til hetta hevur Gunnar fingið hjálp frá fyrrverandi danska landsliðsleikaranum og fótbóltsviðmerkjaranum á Kanal5, Morten Bruun. Hesin var lærari hjá Gunnari á Ítróttarháskúlanum í Århus. Nú vónar Gunnar, at danska Uttanríkisráðið tek­ ur málið uppaftur, so hann fær longt sítt uppihalds­ loyvi, til málið er endaliga avgreitt. Fær svar í vikuni – Hetta er ein trupul støða, og eg veit als ikki, hvar eg flóti, sigur Gunnar Guiler­ mo Nielsen í telefonini úr Kolding, har hann býr. Hann greiðir frá, at málið fyllir ógvuliga nógv, og at støðan kennist ikki sørt ótrygg. Hetta kemst ikki minst av kontantu boðunum frá Uttanríkisráðnum um, at hann í síðsta lagi 27. mars skal sita í flogfarinum á veg til Argentina. Ger hann ikki tað, kemur løgreglan eftir honum. – So eg kenni meg næstan sum ein brotsmann, sigur Gunnar hugtungur. Men Gunnar Guillermo Nielsen er eingin brots­ maður. Tí hevur hann eisini sagt nei takk, tá onkur av vinfólkum hansara í Dan­ mark hava skotið upp, at hann bara fjalir seg hjá teimum. – Eg vóni heldur bara tað besta, og fái helst svar upp á klagu mína í vikuni, sigur Gunnar. Føroyar ein møguleiki Meðan Gunnar hevur bíðað eftir klaguni, hevur hann eisini hugsað um, hvørjar aðrar møguleikar, hann hevur. Í løtuni hevur hann eitt tilboð um at koma at royndarvenja hjá einum felag í Týsklandi. Men missir hann uppihaldsloyvi, so má hann aftur til Argentina, og so rýkur tann møguleikin. Ein annar møguleiki, ið framvegis er aktuellur og áhugaverdur fyri Gunnar, er at venda aftur til Føroya. Trupulleikin hjá Gunnari er, at hann ikki fær nakran fulltíðarsáttmála niðri, tí minst loyvda upphædd at rinda einum fulltíðar yrkis­ leikara er nakað meiri, enn nakað felag í næstbestu deildini ynskir at rinda fyri Gunnar. Í Føroyum er minst loyvda upphæddin fyri ein fulltíðar yrkisleikara nakað væl lægri, og tí hevði tað passað Gunnari ógvuliga væl, um tað var okkurt føroyskt felag, ið ynskti at knýta hann at hópinum í nakrar mánaðir. – Eg hevði nakrar frálíkar upplivingar í Føroyum, og onkursvegna kenni eg meg heldur ikki mettan av oyggjunum enn. Tí vildi eg fegin sloppið aftur til Føroya at spælt fótbólt, sigur Gunnar Guillermo Nielsen. Yvir 1.000 stuðlar Tað allarbesta fyri hansara viðkomandi hevði tó verið, um hann fekk varandi uppi­ haldsloyvi í Danmark. So­ statt hevði hann framvegis verið nær trý ára gomlu dóttir sínari, sum hann sær fjúrtanshvønn dag. Gunnar er ikki longur saman við føroysku kvinn­ uni, hann hevur dóttir sína saman við, men heldur nú saman við einari danskari kvinnu. Hesi skuldi hann ætlandi flyta saman við í næstum, umframt at hann eisini ætlaði at fáa sær eina útbúgving í Danmark. Hetta sær tó út til at blíva trupult, um hann skal av landinum. Men í truplu støðuni er tað tó ein lítil uggi hjá Gunnari, at tað eru mong, ið stuðla hansara dysti fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Á Facebook er ein bólkur stovnaður, ið nevnist: »Lad nu Guillermo Gunnar Niel­ sen blive i Danmark…!« – og hesin bólkur hevur oman fyri 1.000 limir. Gunnar tveittur úr Danmark Gunnar saman við trý ára gomlu dóttrini, ið hann eigur saman við eini føroyskari kvinnu Privatmynd West Ham skal av við 110 milliónir West Ham og Sheffield United gjørdu í nátt eina semju viðvíkjandi Carlos Tevez, sum merkir, at Sheffield United fær útivið 110 milliónir krónur í endurgjaldi frá West Ham. Sheffied United hevur víst á, at sáttmálin hjá Tevez var ógildigur, tá hann bjargaði West Ham plássið í Premier League í 2007, samstundis sum Sheffield United mist plássið. Endurgjaldið er fyri mistar inntøkur. Alshammar mátti av við heimsmet Eydnan er ikki við svenska svimjaranum, Therese Alshammar, fyri tíðina. Herfyri mátti hon lata frá sær europeiska meti í 50 metra firvaldssvimjing, tí hon ikki møtti til eina dopingroynd, og í nátt, tá hon annars svaraði aftur við at seta heimsmet á sama teini, slapp hon heldur ikki at eiga metið. Orsøkin var, at hon svam í dupultum búna, sum ikki er loyvt. Gunnar Guillermo Nielsen dámdi væl tíðina í Føroyum, og vildi fegin sloppi at roynt seg aftur í føroyskum fótbólti Mynd: Álvur Haraldsen