Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 53 - 17. mars 2009 ] Páll Mohr Joensen við til Íslands Virkandi A-landsliðsvenjarin í fótbólti, Heðin Askham, hevur tikið Páll Mohr Joensen úr HB út til landsdystin á útivølli ímóti Íslandi sunnudagin. Í Klaksvíkskappingini um viku- skiftið varð Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi skaddur og noyd- dist at geva avboð til Íslandsdystin, og tí hevur Páll fingið hans- ara pláss í hópinum. Páll Mohr Joensen hevur spælt á ung- dómslandsliðunum, men er ikki fyrr úttikin til A-landsliðið. Hvirlan bjóðar venjarum skeið Nýggja felagið við frælsum ítrótti í Havn, Hvirlan, bjóðar nú venjarum sínum á skeið. Tað verður svenski instruktørurin í frælsum ítrótti, Daniel Bergin, sum fer at standa fyri einum skeiði tvey vikuskifti, sum verða 28./29. mars og 25./26. apríl. Tey, sum fullføra skeiðið, fáa eina skeiðsváttan, sum svarar til ta, svenska sambandið fyri frælsan ítrótt gevur sínum barna- og ungdómsvenjarum. Skeiðið fevnir um ástøðiligan og verkligan kunnleika til at skipa venjing fyri børnum og ungum í aldrinum 7-14 ár. Fýra útisetar eru við í íslendska hópinum, sum skal spæla móti Føroyum sunnudagin FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Ólafur Jóhannesson, íslendskur landsliðsvenjari, hevur valt sínar 18 mans, sum sunnudagin í Kórinn- høllini á Kópavogi skulu royna seg í altjóða venjing- ardystinum ímóti Føroyum. Talan er um eitt ungt og óroynt landslið, tí átta av leikararunum hava ongantíð áður umboðað Ísland í altjóða dysti, meðan hinir 11 hava spælt 43 landsdystir tilsamans. Fýra útisetar eru við í íslendska hópinum. Teir eru Guðmundur Reynir Guð- mundsson og Eyjólfur Heð- insson úr svenska felagnum GAIS, Jóhann Berg Guð- mundsson úr hollendska AZ Alkmaar og Rúrik Gisla- son úr danska Viborg. Ungir og óroyndir íslendingar Íslendski hópurin Málverjar Stefán Logi Magnússon, KR (2 landsdystir) Tórður Ingasson, Fjölnir Verjuleikarar Bjarni Ólafur Eríksson, Valur (11 landsdystir) Atli Sveinn Tórarinsson, Valur (8 dystir) Ásgeir Gunnar Ásgeirsson, FH (3 dystir) Guðmundur Reynir Gunnarsson, GAIS (1 dyst) Guðjón Árni Antoníusson, Keflavík Miðvallarar Davíð Tór Viðarsson, FH (6 dystir) Jónas Guðni Sævarsson, KR (5 dystir) Eyjólfur Héðinsson, GAIS (3 dystir) Matthías Guðmundsson, FH (3 dystir) Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar (1 dyst) Guðmundur Kristjánsson, Breiðablik Gunnar Már Guðmundsson, Fjølnir Framherjar Guðjón Baldvinsson, GAIS Matthías Vilhjálmsson, FH Óskar Örn Hauksson, KR Rúrik Gíslason, Viborg HB og NSÍ møtast í steypa- kappingini Bjarni Ólafur Eríksson úr Vali er við sínum 11 landsdystum tann mest royndi leikarin hjá íslendingum ímóti føroyingum Lutakastið til kappingina um Løgmanssteypið, sum var í 3-2 í gjárkvøldið, lag- aði tað soleiðis, at tvey av fremstu liðunum seinastu árini bresta saman í fyrsta umfari: Undanumfarið tann 28 mars: Dystur 1. Royn - Undri Dystur 2. MB - Skála Dystur 3. TB - NÍF 1. umfar tann 9 apríl: Vikingur-MB/Skála AB-B68 FC Hoyvík-Royn/Undri TB/NÍF-B36 KÍ-07 Vestur B71-ÍF HB-NSÍ VB/Sumba-EB/Streymur Róðrarfelagið Knørrur hevur í vetur skipað fyri prix-kappingin í inniróðri, hvørs endamál serliga er at menna ungdómspartin í felagnum. Tó hava allir aldursbólkar í felagnum verið við hesi seks umførini, sum hava verið í vetur. Sein- asta umfarið var leygardag- in, tá steyp og heiðursmerki vórðu handað vinnarunum, sum síggjast niðanfyri. U15-gentur 1. Lilja Luid 2. Anna Louisa Rubek Nielsen 3. Maria Tórgarð U15-dreingir 1. Hallur Nattestad 2. Sverri Skaalum 3. Mækir Sjúrðarson í Jákupsstovu U18-gentur 1. Johanna Petersen 2. Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard 3. Anna Midjord U18-dreingir 1. Hanus á Tjaldrafløtti Vestergaard 2. Osvald Hansen 3. Petur Dahl Wardum Kvinnur 1. Cerina Dalfoss 2. Sóleyð Eyðunsdóttir Poulsen 3. Rebekka á Neystabø Jacobsen Menn 1. Jens Michal Tróndheim 2. Helgi Øster Petersen 3. Pætur Johansen Knørrur innanhýsis kapping í inniróðri Tríggjar tær bestu Knørragenturnar í bólkinum U15. Frá vinstru Maria Tórgarð, Lilja Luid og Anna Louisa Rubek Nielsen HB og NSÍ møtast longu í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið