týsdagur 17. mars 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 53 - 17. mars 2009 ]
Ungir judomeistarar
Hetta er tíðin, tá FM-kappingarnar í
judo eru, og leygardagin 11. apríl verða
FM-kappingarnar hjá unglingum og
vaksnum, og samstundis verður kappingin
hjá børnum í opnum vektflokki. Men
longu um vikuskiftið kappaðust børn í
FM-kappingini fyri einstaklingar. Henda
kapping var á Oyrarbakka, og úrslitini
síggjast niðanfyri.
Nýbyrjað -23 kg
1. Robert Samuelsen, Sunda Judofelag
2. Malaki V. Niclasen, Havnar Judofelag
Nýbyrjað -28 kg
1. Harald Joensen, Sunda Judofelag
2. Niklas Ejdesgaard, Sunda Judofelag
3. Pætur F. Joensen, Havnar Judofelag
Nýbyrjað -38 kg
1. Regin á Rógvu Joensen, Sunda Judofelag
2. Markus Hansen, Sunda Judofelag
3. Dávid Dam, Havnar Judofelag
Nýbyrjað -48 kg
1. Elisabeth Nygaard, Havnar Judofelag
2. Ragnar Krusen, Havnar Judofelag
3. Flóvin í Kollsbyrgi, Sunda Judofelag
Nýbyrjað +48 kg
1. Jónas Højgaard, Havnar Judofelag
2. Egi Djurhuus, Havnar Judofelag
3. Trúgvi Gaard, Havnar Judofelag
Roynd -42 kg
1. Aksel D. Remmel, Havnar Judofelag
2. Carsten Joensen, Sunda Judofelag
3. Óli Køtlum, Havnar Judofelag
Roynd -48 kg
1. Jónas Johannesen, Sunda Judofelag
2. Ernst D. Remmel, Havnar Judofelag
3. Hálvdan Reginsson, Sunda Judofelag
Roynd +48 kg
1. Fríði Dam, Sunda Judofelag
2. Tróndur Petersen, Havnar Judofelag
3. Pætur Jákupsson, Havnar Judofelag
Í kappingini í fjalla-
súkkl ing leygardagin
gjørd ist tað enn eina
ferð Gunnar Dahl-
Olsen, ið vann. Mest
merk is verda úrslitið
átti Kjartan Egholm,
ið megn aði at seta
bæði Sver ra Mohr
Edvins son og Høgna
R. Øster av og fáa
annað plássið.
FJALLASÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast vit best kenna Gunnar
Dahl-Olsen
frá
teimum
meira vanligu súkklu kapp-
in g u n um, hevur hann víst
seg at vera sera drúgvur í
fjalla súkkl ing eisini. Sjálvt
um van lig kappsúkkling
meira er hansara grein, end-
ar hann sum oftast við eisini
at vinna kappingarnar í
fjalla súkkl ing.
So var eisini leygardagin,
tá Tórshavnar Súkklufelag
og Føroya Triathlon Felag í
felag skipaðu fyri fjalla-
súkklu kapping á gøtunum
mill um Hotel Føroyar og
fjós ini í Havnardali.
– Eg haldi, at vanliga
súkkl ingin kemur mær til
góð ar, tí eisini her snýr tað
seg snøgt sagt um at traðka
í pedalirnar. Men eg trívist
væl á hesum smølu gøtunum
við grovum gróti og tori
rími liga væl eisini, tá undir-
lagið kanska ikki er tað
besta og tað eisini er bratt,
sigur Gunnar, sum rættiliga
tíð liga megnaði at sleppa
leysur av hinum og síðani
helt seg eitt fitt petti
framman fyri allan vegin.
– Fyrsti tríggjar kilo-
metrar nar koyrdu vit varliga
og lúrdu eitt sindur eftir
hvørju møðrum,
men
so
kom ein góð undanbrekka,
har væl lá fyri at fáa ferð á,
og tá fekk eg eitt vunnið
mær eitt glopp niður til hin-
ar. Kanska tordi eg betur at
seta ferðina upp í undan-
brekku ni, og tá eg var blivin
leys ur av hinum, ráddi bara
um at halda munin.
Gunnar Dahl-Olsen sigur,
at av tí at talan var um ein
átta kilometra langan tein,
sum skuldi koyrast tríggjar
ferðir runt, bar til at síggja,
hvar hinir vóru staddir, og
so statt var rímiliga lætt at
ha va tamarhald á støðuni
har frammi.
Kapping aftanfyri
Tá tað rættiliga skjótt gjørd-
ist greitt, at Gunnar mest sum
ikki kundi takast aftur – og
eisini vann við tíðini ein tími,
tveir minuttir og fýra sekund
– gjørdist størri spenn ingur
um tað, sum hendi millum
hinar
súkklar ar nar,
sum
fylgdust tað mes ta av tíðini.
Men tað mesta av tíðini var
Kjartan Eg holm fremstur av
teimum næstu bestu, og so
skiftust Høgni R. Øster og
Sverri Mohr Edvinsson um
at hal da tørn aftan fyri hann.
Ímóti endanum setti Kjart-
an ein spurt inn, sum
tryggjaði honum annað pláss-
ið, fimm minuttir aftan fyri
Gunnar og tríggjar minutt ir
framman fyri Sverra, sum í
kappingini
mill um
hinar
báðar gjørdist Sverri drúgvari
og fekk triðja plássið, ein
minutt framm an fyri Høgna,
sum mátti taka til takkar við
fjórða plássinum.
»The Grand Old Man« í
før oysk ari súkkling, Evald
Rasmus sen, var so tann fimti
á mál, hálvantriðja minutt
aftan fyri Høgna, og hóast
hann er væl eldri enn hinir í
feltinum, fekk hann eina fína
tíð leygardagin. Hann var
einsamallur í bólki num fyri
teir, ið eru eld ri enn 45 ár, so
hann vann sjálvandi eisini
tann bólk in.
Eini hálvthundrað
fólk møttu á kunn an-
d i fundinum í Miðla-
húsinum um viku-
skiftið, tá ÍSB og Javni
í felag kunnaðu um
Special Olympics.
ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Á
fundinum,
sum
var
seinna partin
leygardagin,
var greitt frá um Special
Olym pics. Fleiri greiddu
frá tí, tey høvdu upp á
hjarta, og meðan sjálvur
fundur in var, lurtaðu áhoyr-
ar ar nir eftir tí, sum kom
fram. Men aftur við kaffi-
munn inum
aftaná
gekk
prát ið lívligt, tí tey vóru
mong, ið fegin vildu vita
meira.
– Eg haldi, at fólk heldur
vildu lurta og fáa so nógv
við sum gjørligt, enn at seta
spurn ingar, tí her var ikki
bein leiðis lagt upp til orða-
skifti. Kanska vit skuldu
far ið víðari kring landið
upp á henda mátan at greitt
nærri frá um Special Olym-
pics, sigur ein av stig takar-
unum til fundin, Tóra Øre
Hansen, sum er venjari hjá
menn ing artarnaðum
í
svimj ing.
– Vit hava eisini bara
fingið góðar afturmeldingar
eftir fundin, og tær eru bæði
kom nar frá teimum, sum
vistu eitt sindur um Special
Olym pics frammanundan,
og frá teimum, ið kanska
ikki vistu so nógv, áðrenn
tey komu á fundin.
Sum sagt, so var hetta
fyrst og fremst ein kunnandi
fund ur. Elna Skylv legði
fyri við at greiða frá um
Special Olympics, og síðani
var vístur ein stuttur filmur
um
Special
Olympics
World Summer Games í
Shang hai í 2007. Har var
tá ver andi
menta mála ráð-
harrin, Jógvan á Lakjuni, til
staðar, og hann greiddi frá,
hvussu hann upplivdi ferð-
ina og leikirnar.
Síðani
tosaði
Anette
Ol sen eitt sindur um, hvørj-
ar upplivingar, hon hevur
havt
sum
foreldur
at
íð kandi, og Unn Mortensen
greid di so frá, hvussu tað er
at vera íðkandi. At enda tók
Son ni Djurhuus samanum,
áðr enn farið var til ein
drekka munn,
samstundis
sum ein myndasýning var.
– Special Olympics fevn-
ir um breiddina og leggur
dent á, at øll kunnu vera
við. Tey, sum eru elitan, eru
so í øðrum felag, sum í
okkara føri er ÍSB. Hinvegin
hava vit ofta sæð, at burtur
úr breiddini er komin ein
elita, sigur Tóra Øre Han-
sen.
– Endamálið er, at tað
skal vera ein náttúrligur
part ur av ítrótti, at eisini
fólk við breki kunnu vera
við. Tí fegnast vit um, at
hurð ar støðugt lata seg upp,
sum vit eitt nú hava sæð
tað, nú Fótbóltssambandið
eisi ni fer at skipa fyri fót-
bólts kappingum fyri fólk
við breki. Hetta er bara eitt
stig av mongum á leiðini.
Helma Maria Tróndheim og Alex Joensen, bæði úr Sunda
Judofelag, takast í einum av dystunum leygardagin
Mynd: Sofus D. Johannesen
Eini hálvthundrað fólk vóru seinnapartin leygardagin møtt í
Miðlahúsinum at hoyra um Special Olympics
Mynd: Elna Skylv
Hoyrdu um Special Olympics
Gunnar góður fjallmaður
Sverri Mohr Edvinsson
kappaðist við Høgna R. Øster
um at taka dystin upp við
Kjartan Egholm, sum var
tann næstfremsti – aftan fyri
suverena vinnaran, Gunnar
Dahl-Olsen
Robinho rósar
enskum áskoðarum
Manchester City-spælarin, Robinho, frøist um áskoðararnar
í Onglandi, sum minna hann nógv um áskoðararnar í
heimlandinum, Brasil. Sjálvur er hann kendur fyri at duga
væl at krússa, skjóta vøkur mál og fremja smálutir, aðrir
spælarar ikki duga. Men hóast enska spælið mangan er
meira kropsligt, sigur Robinho, at tað passar honum fínt. –
Um tú ikki spælir væl ein dag, so fært tú kortini rós og
klapp frá áskoðarunum, um tú arbeiðir fyri sakini og taklar
ígjøgnum, og tað dámar mær, sigur hann.
Ove Christensen
sekkin í Vejle
Vejle hevur nú tikið avleiðingarnar av einari keðiligari røð
av dystum, og hevur sagt venjaran, Ove Christensen, úr
starvi. – Eftir 16 dystir uttan sigur, máttu vit finna onkra
endurnýgging í dagliga arbeiðinum rundan um liðið og í
spælistílinum, grundgevur ítróttarstjórin í Vejle, Hans
Lauge, fyri uppsøgnini av venjaranum. Vejle er aftast í SAS-
liguni, tvey stig aftan fyri Horsens, sum er beint oman fyri
niðurflytingarstrikuna.