Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2009 Hóast Høgni Hoy­ dal heldur fram sum formaður, og Torbjørn Jacobsen heldur fram sum næstformaður, so verður stríðsvald um aðalstjórnarformann í Tjóðveldi á floks­ tinginum, sum verð­ ur í Skálavík um vikuskiftið. Bæði Sólfríð Fjalsbak og Hallur Ellingsgaard vilja nevniliga verða aðalstjórnarformaður í flokkinum Floksting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Um vikuskiftið heldur Tjóð­ veldi floksting í Skálavík. Gitingar hava verið, at Høgni Hoydal ikki longur vil halda fram sum formaður í flokkinum, men onki mót­ valevni er, so tað er víst, at hann framvegis verður for­ maður eftir flokstingið um vikuskiftið. Men Høgni Hoydal hevur sjálvur ongar viðmerkingar til gitingarnar um, at hann ikki vil halda fram sum formaður. Heldur onki mótvalevni er ímóti Torbirni Jacobsen, so hann heldur eisini fram sum næstformaður í flokk­ inum. Hinvegin eru tvey um boðið at gerast formaður í aðalstjórnini hjá flokkinum. Solfríð Fjalsbak, forkvinna í Demokratia, og Hallur Ellingsgaard, aðalstjórnar­ formaður í Tjóðveldi, eru nevniliga skotin upp til aðal­ stjórnarformansvalið. Javnstøða Á skránni á flokstinginum fer javnstøða eisini at fylla rættiliga fitt. Ætlanin er, at tá val verður næstu ferð, so skulu líka nógvar kvinnur sum menn fylla vallistarnar, umframt, at nevndirnar í flokkinum skulu hava javnstøðu millum kynini. Aðrar kvoteringar verða eisini á skránni. Millum annað skal avgerast, hvussu nógv skulu kunna stilla upp í ymisku gomlu valdømunin, soleiðis, at møguleiki er fyri, at alt landið kann verða umboðað í tingmanningini hjá Tjóðveldi. Evni Á flokstinginum verða fýra ymisk aktuell mál tikin upp: Umhvørvi, sum Jóhanna Olsen frá umhvørvisdeildini fer at hava ein fyrilestur um. Búskapur, sum Niels Christian Nolsøe frá Elektr­ on fer at hava ein fyrilestur um. Mentan, sum Petur Pól­ son, sangari og yrkjari, fer at greiða frá, og fiskivinnu­ politikkur, sum Torbjørn Jacobsen fer at siga nakað um. ­ Vónandi fáa vit eitt gott kjak burturúr hesum evnum, sigur Høgni Hoydal, for­ maður. Spurdur um loys­ ingin ikki fer at fylla eitt nakað á tinginum, sigur Høgni Hoydal, at tað ger hon altíð, og millum annað umfatandi uppskotið hjá Tjóðveldi um loysing, sum er lagt fyri ting, verður við­ gjørt. Frágreiðing Á øllum flokstingum er ein formansfrágreiðing, og Høgni Hoydal greiðir frá, at hon hevur nógv ymisk mál í sær. ­ Vit hava sitið bæði í samgongu og andstøðu sein­ asta árið, so tað fer sjálvandi at fylla rættiliga nógv. Hvat vit hava útrættað og so fram­ vegis, men eg seti eisini fok­ us á, hvat vit sum flokkur kunnu gera í komandi tíð­ um, umframt, at flokkurin má finna útav besta háttin­ um at koma aftur í stjórn, greiðir Høgni Hoydal frá. Høgni Hoydal er heldur ikki í iva um, at hann eisini fer at viðgera núverandi samgongu. ­ Mær dámar illa at saman­ bera samgongur, men eg haldi tað vera undarligt, at tað altíð er so stórt fokus á ósemjur, sum ikki eru har, tá Tjóðveldi er í samgongu. Tað var fyri ein stóran mun bara Gerhard Lognberg, sum var ósamdur. Onki verð­ ur hugt at núverandi sam­ gongu, sum er rúkandi ósamd, men megnar at fáa tað at síggja út sum, at semja valdar, sigur Høgni Hoydal, og leggur afturat, at hann sjáldan hevur sæð ein sam­ gongu, sum hevur fingið so lítið av skafti, sum sitandi samgonga. Stytt stevnumið Ætlanini hjá Tjóðveldi á flokstinginum er somuleið­ is, at gera ein styttri útgávu av stevnumiðum floksins í øllum málum. ­ Stevnuskráin hevur verið tann sama síðan flokkurin varð settur á stovn, men stevnumiðini broytast við samfelagnum. Sum einasti flokkur við ítøkiligum ætlanum í øllum viðurskift­ um, so skal hetta vera lætt at koma til, og tað verða hesir upplýsingar, tá vit hava stytt stevnumiðini, greiðir for­ maðurin í Tjóðveldi frá. Hol í grótið Politisku flokkarnar plaga at flyta flokstingið kring land­ ið. Hesaferð verður tingið hjá Tjóðveldi í Skálavík á Sandoynni, og tað kemur eisini at merkja prátið. ­ Sjálvandi. Tá vit eru í Sandoynni kemst ikki uttan um at tosa um ein tunnil. So tað kemur nokk eisini at fylla eitt sindur, sigur Høgni Hoydal. Sum eisini greiðir frá, at tað er púra vanligt at tosa um ávís viðurskifti í økinum, har flokstingið er. Stríðsval í Tjóðveldi Bæði Sólfríð Fjalsbak og Hallur Ellingsgaard ynskja at verða formenn í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, tá flokstingið hjá flokkinum, sum verður í Skálavík um vikuskiftið, er av Ov tíðliga at fegnast Í USA eru nógvir búskaparfrøðingar bjartskygdir, eftir at tað í gjár kom fram, at tað gongur munandi betur í amerikonsku byggivinnuni, enn fólk høvdu roknað við. Tølini vísa, at vøksturin innan nýbygging var heili 22 prosent frá januar til februar. Men danski búskaparfrøðingurin Jens Lunde, sum er lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, biður sínar amerikonsku starvsbrøður sláa kalt vatn í blóðið. Vøkstur frá einum mánað til tann næsta er ikki nóg mikið til at taka støðu til, um vend er komin í, ella um talan er um eitt serligt fyribrigdi, sigur Jens Lunde við Ritzau. Ungir neyðtøkumenn Svenska løgreglan hevur lagt tveir átta ára gamlar smá­ dreingir undir at hava neyðtikið eina gentu, sum teir ganga í skúla saman við. Løgreglan hevur fyrr víst málinum frá sær, men nú hevur ákærin í Malmø gjørt av at taka tað upp­ aftur og at kanna tað av nýggjum. Foreldrini hjá gentuni vendu sær til skúlastjóran í januar og greiddu frá, at teir báðir dreingirnir høvdu neyðtikið dóttir teirra í august í fjør. Ein professari í sálarfrøði sigur við fjølmiðlarnar, at tað er púra burturvið av løgregluni at taka málið upp sum neyðtøkumál, tí hetta er barnafjas, sigur hann.