mikudagur 18. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Landssjúkrahúsið er
farið undir drúgvar
umvælingar, sum
hava við sær, at
deildir innanhýsis
mugu flytast.
Arbeiðið órógvar
bæði starvsfólk og
sjúklingar, men
umvælingarnar eru so
mikið umráðandi, at
tær ikki kunnu bíða
Heilsuverk
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað bæði lekur og gísur á
Landsjúkrahúsinum. Gamli
bygningurin er ikki um
vældur uttan síðan hann
varð bygdur í 1960 árunum,
og er tíðin tískil komin til at
skifta vindeygu, klædning
og tak. Íslendska byggi
fyritøkan TG Verk, ið skal
fremja umvælingarnar, er
farin í holt við fyrireik
ingararbeiði. Helvtin av
arbeiðnum verður gjørt í ár,
og helvtin komandi ár.
Av tí at arbeiðið er so
umfatandi, er avgjørt at
flyta deildir hetta hálva
árið, arbeiðið í hesum um
fari fer at varða. Arbeiðið
er so umfatandi, og hevur
millum annað við sær at
larmandi
betongarbeiði
skal gerast á Landssjúkra
húsinum, sigur Árni Winth
er, ráðgevandi arkitektur í
umvælingararbeiðnum.
Millum broytingarnar eru
flytingar av deildunum í B
bygninginum, sum verða
fluttar í gomlu barakkina,
har bert eygnadeildin í
løtuni heldur til. Møguliga
skulu
nakrir
sjúklingar
flytast til Klaksvíkar eisini.
Hetta er eitt ótrúliga
viðbreki arbeiðspláss, við
tað at arbeiðið rakar nógv
starvsfólk, og har liggja
nógv sjúk fólk, sigur Árni
Winther.
B4-B8 flytast
Allan Skaalum, sjúkrahús
stjóri, ásannar at umvæling
ararbeiðið er so mikið um
fatandi, at tað ikki verður
møguligt við vanligum virk
semi inni á Landssjúkra
húsinum. Tískil fer um
vælingararbeiðið at merkja
Bdeildirnar, væntandi frá
B4, har oyrna, háls og
næsalæknin og tannlæknin
heldur til, og upp á B8, har
hjartasjúklingarnir liggja.
Enn ber illa til hjá mær
at vera ítøkiligur í hesum
málinum, tí eg havi ikki
fingið
eina
fullfíggjaða
ætlan fyri hvussu arbeiðið
skal fara fram. Men tað er
sjálvsagt, at arbeiðið fer at
hava við sær larmandi
betongarbeiði, sum vit ikki
kunnu bjóða starvsfólk
unum yvir longri tíð, sigur
Allan Skaalum.
Innan stutta tíð fer at bera
til at siga, hvar tað fer at
larma mest, og hvat skal
gerast fyrst osfr. Støða skal
takast til hvar byrjast skal.
Um takið verður skift fyrst,
síðan klædningur og vind
eygu ella onnur manna
gongd verður funnin. Við
tað at klædningurin verður
skiftur, skal bygningurin
eisini bjálvast, og er ætlanin
at oljunýtslan og harvið
CO2 útlátið eisini minkar.
Ovastu hæddirnar í
bygninginum skulu flytast,
og tað inniber loysnir, ið
ikki hava somu funktiónir
sum vanligt. Vit fara at
royna at finna so tryggar
loysnir sum gjørligt. vit
vilja hýsa so frægt vit
kunnu
innanhýsis,
og
møguliga verður neyðugt at
flyta
sjúklingar
á
hini
sjúkrahúsini, sigur Allan
Skaalum, sjúkrahússtjóri.
Bbygningurin á Lands
sjúkrahúsinum er 9.000 fer
metrum til støddar, og saml
aða gólvvíddin er 50.000
fermetrum undir taki.
Umvælingararbeiði
er
mett at kosta umleið 27
milliónir krónur.
Umbyggingar órógva
Landssjúkrahúsið
Avgreiðslan hjá
Posthúsinum í
miðbýnum í Havn
letur upp aftur í
nýggjum hami við
posttøku og kurér
tænastu. Tíðin skal
vísa, hvussu tænastan
virkar, og hvørt tað
verður brúk fyri
avgreiðslu við diski
inni á deildini
Postur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Deildin hjá Posthúsinum í
miðbýnum í Havn, letur
upp í nýggjum hami. Hon
verður øðrvísi við tað at ein
posttøka verður sett inn í
avgreiðsluna, ið avgreiðir
ørindini hjá viðskiftafólk
um. Umvegis posttøkuna
kunnu
viðskiftafólkini
senda brøv og pakkar,
umframt at keypa frímerki.
Onnur viðurskifti, so sum
at gjalda við girokorti, fara
fram á Suðuroyar Spari
kassa.
Deildin
í
miðbýnum
hevur verið afturlatin vegna
umvælingar alt hetta árið,
og nú er skriv komið upp at
hanga í hurðini, um at post
tøka er komin at avgreiða
vanligu viðurskiftini. Har
afturat ber til at ringja eftir
kuréri, sum kemur heim at
avgreiða viðurskiftini hjá
viðskiftafólkinum.
Tað
kann gerast við at ringja
818181.
Sofus Clementsen, post
verksstjóri, sigur at við
hesum broytingum, roynir
Postverkið at betra um
tænastuna.
Vit hava ongar ætlanir
um at lata aftur, men at
menna tænastuna við post
tøku og kurér. Í staðin fyri
at hava opið í avmarkaða
tíð, ber til at avgreiða síni
viðurskifti á posthúsinum
alt samdøgrið, sigur Sofus
Clementsen.
Postverksstjórin sigur, at
miðbýardeildin er sentral
fyri Postverkið, og at hon
tískil
roynir
nýggjastu
tøknina har. Tænastan við
posttøku og kuréri hevur
virkað í eina tíð kring
landið, og serliga eru tað
fyritøkur, ið gera brúk av
hesi tænastuni.
Hetta er ein broyt
ingartilgongd, har vit skulu
finna út av hvat brúkarin
hevur brúk fyri. Í vár fara
vit at kunna nærri um tæn
astuna, sigur Sofus Clem
entsen, postverksstjóri.
Mobilt miðbýarposthús
Íslendska byggifyritøkan, TG Verk, er farin í holt
við fyrireikingararbeiði til umvælingarnar á Lands
sjúkrahúsinum. Arbeiðið kemur at taka umleið hálvt ár
í hesum umfari, og kunnu deildirnar rokna við at verða
fluttar runt, meðan arbeiðið fer fram
Savnsmynd
Kanadiumenn ímóti Bush
Tað endaði við ófriði, tá fyrrverandi amerikanski forsetin
George W. Bush vitjaði eitt oljuøki har vesturi í Kanada í gjár.
Fleiri fólk møttu upp at mótmæla vitjanini. Tey lótu seg úr
skónum og tveittu teir eftir fyrrverandi forsetanum. Løgreglan
mátti leggja uppí, og trý mótmælisfólk vórðu tikin. Bush var
boðin at halda fyrilestur á einari orkuráðstevnu í býnum
Calgary, og hetta var hansara fyrsta almenna ferð, síðani hann
fór frá. Umleið 1.500 fólk vóru og lurtaðu eftir Bush, meðan
umleið 200 royndu at órógva vitjanina, skrivar AP.
Minni vøkstur í Kina
Heimsbankin er ikki so bjartskygdur um gongdina í kinesiska
búskapinum, sum hann hevur verið. Í einari nýggjari meting sigur
bankin, at vøksturin í kinesiska búskapinum verður umleið 6,5
prosent í ár. Fyrr hevur bankin sagt, at vøksturin verður 7,5 prosent.
Um orsøkina til tað minkandi bjartskygni sigur Heimsbankin, at
eftirspurningurin eftir kinesiskum útflutningsvørum er minkaður.
Hinvegin stúrir Heimsbankin ikki fyri teimum kinesisku bankunum,
sum sambært metingini eru slopnir rættiliga snikkaleysir ígjøgnum
fíggjarkreppuna higartil.
Postverkið fer í gjøgnum eina broytingartilgongd.
Ein posttøka og ein kurértænasta skal í fyrsta umfari
avloysa avgreiðsluna, men samstundis skal tíðin vísa
um tørvur er á fólki til avgreiðsluna
Mynd: Jens Kristian Vang