mikudagur 18. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 54 - 18. mars 2009
Allir tríggir flokk
arnir samgonguni
verða noyddir at
svølgja kamelar í
strembanini eftir at
fáa hallið á fíggjar
lógini burtur, sigur
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður
Fíggjarlógarhall
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Allir teir tríggir flokkarnir
í samgonguni mugu svølgja
kamelar.
Tað staðfestir Kaj Leo
Johannesen, nú samgongan
av álvara er farin at leggja
ein politikk til rættis, sum
hevur til endamáls at fáa
hallið á fíggjarlógini burtur
upp á trý til fimm ár.
Men hann leggur afturat,
at
allir
flokkarnir
eru
sinnaðir at lata eitt sindur
av sínum hjartablóði fyri at
stýra samfelagsbúskapinum
snikkaleysum
ígjøgnum
kreppuna.
- Allir vit tríggir sam-
gonguflokkar hava síni mál,
sum teir eru serliga eymir
um, men vit eru eisini greið
yvir, at vit mugu vera opin
fyri at taka øll mál upp í
hesum sambandi og allir
flokkarnir mugu svølgja
nakrar kamelar.
- Vit hyggja eftir øllum
økjum. Sostatt hyggja vit
bæði eftir, hvussu vit kunnu
spara útreiðslur og hvussu,
vit kunnu útvega lands-
kassanum fleiri inntøkur.
Men í hesum sambandi
staðfestir hann eisini, at tað
er ikki upp á tal at hækka
skattin
av
vanligum
arbeiði.
- Eg haldi heilt avgjørt, at
skatturin av vanligum løn-
um er ivaleysa høgur, so tað
er avgjørt ikki uppi í
kjakinum í samgonguni at
hækka skattin.
Tað hevði eisini verið
brot á samgonguskjalið, tí
har
stendur
tað,
at
skattasteðgur verður settur
í gildi frá í ár at rokna.
Kanna
studningsskipanir
Men so er tað spurningurin,
hvussu vit skilmarka hug-
takið skatt, tí hóast løg-
maður staðfestir, at skatturin
av vanligum lønum skal
ikki hækka, verður arbeitt
við øðrum møguleikum,
sum hvør einasti borgari fer
at merkja.
- Eitt, sum vit hyggja eftir,
eru ymsar stuðulsskipanir,
sum vit hava í samfelagnum,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Í hesum sambandi vísur
hann á, at eitt, sum sam-
gongan kannar, er um tað
ber til at skerja ella avtaka
serliga
frádráttin,
sum
fiskimenn fáa.
Samgongan kannar eisini
eftir um tað ber til at skerja
ella avtaka mvg stuðulin,
sum sethúsaeigarar fáa.
Klára ikki spara nokk
Hann leggur kortini dent á,
at hóast hetta eru mál, sum
eru til umhugsunar, er enn
ongin endalig avgerð tikin.
- Vit eru noydd at fáa
hallið fíggjarlógini burtur
hesi næstu trý til fimm
árini. Samstundis meta vit
ikki, at vit kunnu spara
okkum burtur úr hallinum á
fíggjarlógini, tí so er vandi
fyri at leggja samfelagið í
dvala og vit eru eisini full-
greið yvir, at tað er neyðugt
at varðveita virksemið í
landinum.
Tí væntar løgmaður, at
endaliga loysnin verður ein
samanrenning av at spara í
útreiðslunum og at útvega
landskassanum fleiri inn-
tøkur.
- Men tað verður neyðugt,
at tað verður gjørt í eini
neyvari javnvág og einum
røttum lutfalli.
- Tí gjøgnumganga og
endurskoða
vit
allar
stuðulsskipanir fyri at vita
um tær eiga at verða
broyttar ella tiknar av.
Hinvegin sigur hann, at
nógv
umrødda
og
illa
umstrídda tollfría tubbakki
er ikki ein spurningur, sum
samgongan hevur umrøtt.
Heppin-hóast alt
Í Sosialinum í gjár nevndi
hann eisini, at tað er mong,
sum droyma um eina løn-
arhækking, tá ið sáttmála-
samráðingarnar verða við
fakfeløgini
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum.
- Yvirskipað er samgong-
an samd um at almennu
útreiðslurnar
skulu
ikki
hækka næsta ár, sigur Kaj
Leo Johannesen.
- Heldur verður tað tvørt-
ur
ímóti,
leggur
hann
afturat.
Men sum heild heldur
løgmaður, at vit eru í eini
hepnari støðu, tí vit hava
gjaldføri til at standa ímóti
við hesi næstu trý til fimm
árini.
- So hóast vit verða noydd
at tátta beltið í nøkur ár, eru
vit als ikki á veg í nakra
djúpa kreppu, sum fer at
sláa botnin undan sam-
felagnum, staðfestir Kaj
Leo Johannesen.
Stuðul til fiskimenn og
sethúsaeigarar í vanda
- Vit hava ásannað, at vit noyðast
at hyggja eftir øllum møguleikum
fyri at útvega landskassanum
meiri inntøkur og ein spurningur,
vit viðgera, er um vit skulu
skerja ella avtaka frádra´ttin
hjá fiskimonnum, sigur Kaj Leo
Johannesen
Savnsmynd
Demokratarnir forða
veðurlagslóg
Við hjálp frá nøkrum demokratiskum senatorum hava republikanararnir
í amerikanska Senatinum forðað fyri, at eitt veðurlagsuppskot hjá
stjórnini verður samtykt sum partur av fíggjarlógini. Senatorarnir siga,
at uppskotið er ikki nóg væl viðgjørt enn. AP skrivar, at átta av floks-
feløgunum hjá Barrack Obama, forseta hava sett seg upp ímóti upp-
skotinum, sum hevur til endamáls at seta eitt mestamark á amerikanska
CO2-útlátið, og at kvotur verða settar á útlátið hjá orkuverkum og
ídnaðarvirkjum. Men hetta vilja senatorarnir hava meiri kjak um.
Bíða við at víðka ES
Kristiligu demokratarnir í Týsklandi halda, at ES eigur at
bíða við at taka fleiri lond inn sum limir, eftir at Kroatia
væntandi fær limaskap sum tað 28. landið seinni í hesum
árinum. Í hesum viðfangi kann tað vera vert at nevna, at
kristiligi demokratiski flokkurin í Týsklandi er flokkurin hjá
Angelu Merkel, kanslara. CDU sigur, at ES má steðga á og
heldur brúka tíðina til at styrkja tær ymsu skipaninar, sum
samveldið hevur. Sami flokkur hevur eisini boðað frá, at
hann tekur undir við bretska uppskotinum um at lat Jose
Manuel Barroso halda fram sum formaður í ES-nevndini.