Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2009 Ein 20 ára gamal drongur játtaði seg í Føroya Rætti fríggjadagin sekan í at hava keypt góð fýra kilo av hassji við víðari sølu fyri eyga RÚSEVNISMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tú kanst skjóta papageykin, um tú sleppur væl frá at handla við hassji, men tað kann eisini kosta dýrt, um tú verður fangaður. Hetta seinna má ein nú 20 ára gamal drongur helst sanna, eftir at hann, sam­ bært egnum útsagnum, ætl­ aði at forvinna góðar 300.000 krónur við at keypa hassj í Danmark og selja tað aftur í Noregi. Løgreglan hevði eyguni eftir hesum tá 19 ára gamla dreinginum, tá hann á Christiania keypti 4140 gramm av hassji fyri 97.500 krónur, og undir ferðini upp til Noregs 20. til 22. august 2007. Drongurin greiddi frá, at hann ikki framman undan kendi nakran á Christiania, men bara spurdi seg fyri hjá onkrum tilvildarligum per­ sóni, sum beindi hann á ein seljara í frístatinum. Eftir at hava keypt hassjið fór hann heim til Hjørring í Jútlandi, har drongurin búði um tað mundið, har hann pakkaði hassjið um. Fyrst forseglaði hann tað, áðrenn hann goymdi tað í tómum málingablikkum. Tað kom ongantíð fram, hvussu drongurin kom upp á tann tanka, at selja hassjið aftur í Tromsø í Noregi, og tað helt ákærin vera rættiliga undarligt, eftir sum ákærdi drongurin segði seg ongan kenna í Tromsø, og at hann heldur ikki hevði syrgt fyri nøkrum staði at búgva í norðurnorska býnum. Ákærdi drongurin endur­ tók fleiri ferðir, at hann var einsamallur um hesa brotsgerðina, eins og hann helt fast við, at ætlanin var at selja keyptað hassjið í Tromsø. Upp á fyrispurning frá ákæranum um ætlanin var at avlevera hassjið umborð á einum føroyskum skipi, sum lá inni í Tromsø um hetta mundið, endurtók ákærdi, at hann einki visti um nakað føroyskt skip í Tromsø, men at hann ætlaði at selja hassjið í norska býnum. Lánt pengarnar At ungi føroyski drongurin var púra ókendur í Noregi sæst eisini út frá teirri niður­ skrivaðu ferðaætlanini, sum løgreglan hevði lagt hald á. Talan var um fleiri ymisk skjøl við hesum ferðaætlan­ um á. Á skjølunum stóð, hvussu og nær ákærdi drongurin skuldi ferðast. Ætlanin vísti, at hann skuldi við toki frá Hjørring til Frederiks­ havn og haðani við ferjuni yvir um til Oslo í Noregi. Úr norska høvupsstaðnum skuldi hann so víðari við toki upp til Narvik, áðrenn hann skuldi ferðast seinasta teinin upp til Tromsø við bussi. Men ungi føroyingurin kom ikki vegin fram, tí hann varð handtikin í Nar­ vik, og hald varð lagt á ólóg­ liga hassjið. Drongurin endurtók fleiri ferðir, at hann var einsamall­ ur um at leggja ætlanirnar, keypa hassjið og um ætlan­ ina, at selja rúsevnini í Tromsø. Men hann viðgekk tó, at táverandi unnusta hansara hevði hjálpt honum at greina ferðaætlanina út, og at tað var hon, sum hevði skrivað hana niður. Spurdur, hvar hann fekk pengarnar til keypið av hassjinum frá segði hann, at hann hevði lánt teir frá eldra bróðuri sínum, sum siglir við einum føroyskum skipi í Barentshavinum. Hann upplýsti eisini í rætt­ inum, at hann ikki enn hevur goldið bróðrinum tær 97.500 krónurnar aftur. Avgerð í Føroyum Hóast einki svar fekst upp á, hví ákærdi hevði valt júst Tromsø at selja hassjið aft­ ur, so pástóð ákærdi, at hann ongar ætlanir hevði um at flyta hassjið til Før­ oya. Hvørki sum ferðagóðs hjá sær sjálvum ella sum sendigóðs. Men tað kom tó fram, at ákærdi ætlaði at selja hassj­ ið fyri hundrað krónur fyri grammið, ella 414.000 krónur tilsamans fyri tey 4,14 kiloini. Hann segði eisini, at hann roknaði við, at tað fór at verða lætt at selja hesa lutfalsliga stóru nøgdina í norðurnorska býn­ um – eisini hóast hann segði seg vera púra ókendan har. Seinni – 6. oktober 2008 – flutti drongurin so heim aftur til Føroya og flutti inn hjá bróðuri sínum. Hetta er sami bróðurin, sum hann skyldar pengarnar fyri hassj­ ið. Hann hevur fyri tíð síð­ ani keypt barndómsheimið í Havn. Málið varð tí latið før­ oysku ákærumyndugleikun­ um at avgreiða, og tað gjørdi rætturin so fríggja­ dagin. Ákærin, Finn Ougaard, segði, at í útgangsstøðinum kostar tað tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri hvørt kilo av hassji, og tá talan í hesum førinum var góð fýra kilo mælti ákærin til, at revsingin bleiv átta mánaðar treytaleys fongsulsrevsing. Verjin, Hans Trúgvi Teir­ in, vísti hinvegin á, at drong­ urin ongantíð er revsaður áður, og at tað her var talan um tað eina tankaleysa brotsverkið, sum so mong ung fremja í lívinum. Hann førdi eisini fram, at drong­ urin bert var 19 ára gamal, tá hendingin fór fram, og út frá hesum mælti hann til, at revsingin gjørdist treytað. Dómarin spurdi ákæran, um tann sannroynd, at ákærdi búði í Danmark um tað mundið, tá brotsverkið varð framt, hevði verið við í metingunum hjá ákæran­ um, men Finn Ougaard metti, at talan er um so eins revsingar, at tað ikki gjørdi nakran mun. Dómur í málinum fellur seinni í hesari vikuni. Ætlaði at skora 300.000 upp á hassj Tann tá 19 ára gamli drongurin keypti 4140 gramm av hassji á Christiania fyri 97.500 krónur, og ætlaði at selja tað aftur í Tromsø fyri hundrað krónur gramið, ella góðar 400.000 krónur Japan styðjar orkuumlegging Japan ætlar at læna fátækum londum fimm milliardir amerikanskar dollarar, so tey kunnu skunda undir arbeiðið at leggja um til varandi orku. Ein talsmaður hjá myndugleikunum í Tokyo sigur við Reuters, at pengarnir skulu brúkast til at byggja vatnorkuverk og sólorkuverk og til aðrar umhvørvisvinarligar útbyggingar. Japanska stjórnin ætlar eisini at brúka pengar til at umbyggja skúlar og aðrar almennar bygningar, so teir skulu brúka sólorku. Hendan ætlanin er partur av einum búskaparligum hjálparpakka, sum stjórnin fyrireikar í løtuni. Mærsk skal spara A.P. Møller­Mærsk hevur gjørt av at fremja sparingar fyri tilsamans 5,7 milliardir krónur. Nils Smedegaard Andersen, forstjóri, sigur við Mærsk Posten, at soleiðis sum viðurskiftini eru á marknaðinum, noyðist fyritøk­ an at skerja íløgurnar og at bøta um ta fíggjarligu stýr­ ingina. Forstjórin leggur dent á, at A.P. Møller­Mærsk er ein sterk fyritøka, og at fyritøkan er væl fyrireikað til afturgongd í heimsbúskapinum. A.P. Møller­Mærsk framdi eisini fleiri sparingar í fjør, og tær høvdu við sær, at 4.500 fólk hjá fyritøkunu mistu arbeiðið.