mikudagur 18. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 54 • 18. mars. 2009
Hjá fólki í dag ber als
ikki til at skilja hesi
hóttafall, sum hendu
fyrra partin av sein
astu øld. Serliga tí er
tað umráðandi, at
hetta ikki verður
gloymt. Ikki minst
fyri tey ungu í dag,
sum eiga at vita, at
teirra vælferð ikki er
ein sjálvfylgja
4. partur
Minnisvarðavígsla
við kongi sum talara
Í 2. parti greiddi Sunneva
Niclassen frá um minnisvarðan á
Tvøroyri. Elin Mortensen, ættað
av Tvøroyri, hevur í bók síni
Heimbygd mín Tvøroyri skrivað
um tíðina, sum henda greinarøð
viðvíkir. Hon greiðir eisini frá
minnisvarðanum í bygdini. Hon
skrivar millum annað:
Tiltiknu vanlukkuárini 1920-
1924 høvdu volt ómetaliga sorg
og trega um alt Føroya land, eina-
mest í Suðuroynni, har tríggjar
sluppir av Tvøroyri gingu burtur,
og eingin maður spurdist aftur.
Sorgin og neyðin hesi vanlukku-
ár var nívandi, samfelagið varð
alt rakt. Hóast roynt varð at
veita eina hjálpandi hond, var
ikki gjørligt at bøta um sorgina
og saknin. Men ikki skuldu hesi
vanlukkuár gloymast. Heldur
ikki teir, ið sjólótust í stríðnum
fyri at lívbjarga sær og sínum.
Nøvn teirra skuldu varðveitast og
ærast, komandi ættarlið skuldi
minnast teir. Ætlanin at seta
teimum ein minnisvarða varð
longu ein veruleiki í 1925, árið
eftir, at General Gordon var farin.
Ein nevnd við monnum úr teim-
um ymisku bygdunum, sum høvdu
mist sínar sjómenn, varð sett at
fyrireika arbeiðið og at útvega
pening til hetta endamál. Væl varð
tikið ímóti, fólk vildu fegin stuðla,
og sum frá leið, vóru savnaðar
saman yvir 3.000 krónur. Hetta var
nógvur peningur tá.
Eitt dømi um ein av teimum
góðu stuðlunum var hovmeistarin
á Tjaldrinum, danin Poschman,
sum gav fruktkurvar, kransakøku,
konfekt og ymiskt góðgæti til
eina uppboðssølu fyri hetta enda-
mál. Hann var kendur sum ein
góður føroyavinur.
Leitað varð fyrst eftir einum
hóskandi steini í Suðuroy. Men tá
ið hetta ikki eydnaðist, varð farið
norðureftir. Á Veðranesi var frálíkt
grót til slíkt endamál. Bóndin á
Selatrað, Óli Carl Petersen, kom
sjálvur við út í hagan at leita. Teir
funnu eisini rætta steinin.
Hannn varð førdur suður, og
tá fór steinhøggarin Óli Arge,
umrøddur her í blaðnum seinasta
hósdag, til verka.
Jógvan Waagstein, lærari og
listamálari í Havn, hevði gjørt
uppskot til sjálvan minnisvarðan
og til innskriftina.
Longu á vári 1926 var hetta
stóra arbeiðið liðugt. Nú skuldi
steinurin flytast niðan á Torv-
heygg. Her fór hann at síggjast
væl bæði úr bygdini og av sjónum.
Steinurin var 3 metrar høgur
og vigaði um 1,5 tons. Hann varð
lyftur upp á ein vogn við hjólum,
og hálvt hundrað mans fóru nú
dragandi við honum eftir vegnum.
Hann var so settur upp av
Johan Mortensen, hjá Dánjali, og
Albin Åkesson.
Kongur við til vígsluna
Minnisvarðin skuldi vígast sunnu-
dagin 6. juni. Hendan dagin komu
Kristian 10. og Alexandrina drotn-
ing til Tvøroyrar á síni Føroyaferð.
Sólin skein frá morgunstundini,
og dýrd var á vík og vág. Neyvan
hevur verið størri fjøld á Tvøroyri,
sum hendan dagin.
Tá ið kongshjúnini vóru komin
saman á Torvheyggi, talaði Herluf
Thomsen vegna fyrireikingar-
nevndina av flaggprýdda røðara-
pallinum. Hann heitti á øll um at
varðveita hetta stað, at tað kundi
liggja friðhalgað allar tíðir vígt
minninum um allar teir sjómenn,
ið sigldu út av Tvøroyra fjørði og
ikki vunnu leiðina heim aftur.
Jovina Christiansen, ið hevði
mist elsta son sín, Clæmint, átjan
ára gamlan, við General Gordon
avdúkaði minnisvarðan. Tað var
ein kenslusom og hátíðarlig løta,
tá ið svarta klæðið, ið hevði
hult steinin, spakuliga varð tikið
niðurfrá.
Á steininum var gyltur krossur
høgdur í myrku basaltsúluna.
Niðanfyri var akkersmynd, har
innskriftin var sett rundan um,
eisini við gyltum bókstavum: TEIR
SJÓLÓTUST FYRI FØÐILANDIÐ.
Niðast á steininum var skrift-
orðið úr Johannesar Evangelium:
Ingen har større Kærlighed
end denne, at han sætter sit
liv til for sine Venner.
Í djúpu kvirruni, ið valdaði hesa
løtu, vóru tað einstøk fólk, ið
hoyrdu eitt løgið ljóð uppi í erva,
eitt suð í loftinum, ein brúsan
sum av veingjum. Tey hugdu upp
men sóu einki. Fleiri hugsaðu, ar
hetta mundi vera Guds einglar, ið
sveimaðu uppi yvir.
Sungin varð sálmurin ”Der er
et særligt Glædens
Hjem.” Síðan talaði
Gulak Jacobsen,
Vanlukkur í Suðuroy 1914-24:
Elspa í Hovi misti tveir
menn og fimm børn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Minnisvarðin á Tvøroyri, tá ið hann var nýggjur
Hov, henda lítla bygdin misti 17 mans á sjónum 1907-1920
➘
Mynd: Føroya Fornminnisavn