Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 191 - 4. oktober 2001 -Um ein lítlan mánaða verða sjey raðhús í Smiðjugerði í Havn klár at flyta inn í. Sp/f Átak við Torkil við Sandá á odda, ið stendur fyri byggingini HÚSABYGGING Um alt gongur eftir ætlan, skuldu húsini verið klár seinast í oktober mánaða. Uppi við Bilfríðkuna í Smiðjugerði í Havn vóru fyri tveimum mánaðum síðani, sjey raðhús reist. Húsini skulu seljast pri- vatfólki. Húsini eru øll langtsíðani seld fyri eina upphædd, sum er áljóðandi 1.175.000 krónur. Sp/f Átak byggir hús í Smiðjugerði OLJULEITING Jan Müller Í dag eru fjúrtan dagar, síðani The Faroes Partner- ship samtakið við Amerada Hess á odda fór undir at bora á føroyska landgrunn- inum. Sosialurin skilur, at tað hevur gingið væl at bora og eftir tí sum fakfólk á økinum kunnu rokna seg fram til, so vil borurin um- borð á Sovereign Explorer koma fram á sítt fyrsta mál ein av fyrstu døgunum. Høvuðsmálið í brunninum Marjun liggur tó nógv longri niðri í undirgrundini møguliga á umleið 4000 metrum. Sum skilst eru fleiri mál (target) á veg niður eftir og er hetta fyrsta neyvan eitt av teimum, sum alt ov stórir møguleikar liggja í. Soleiðis sum leiti- modellið og struktururin Amerada Hess fer eftir eru háttað, so verður millum jarðfrøðingar, sum hava hollan kunnleika til økið, mett, at borurin fer gjøgn- um 3 ella fleiri mál á leiðini niður til sjálvt høvuðsmál- ið. Amerada Hess byrjaði at bora 20. september og hava tað ikki verið trupulleikar við sjálvari boringini. Nú um dagarnar kom tó ein av manningini til skaða undir arbeiði og hetta verður tik- ið í størsta álvara. Blaðið skilur, at tilbúgvingar- og fráboðanarskipanin stóð sína roynd í hesum fyrsta óhappinum undir leiting. Henda triðja boringin á landgrunninum í ár er mett at taka einar tveir mánaðir. Ikki bert føroyingar eru spentir um úrslitið, nú tað longu eru boraðir tveir turr- ir brunnar, eisini umheim- urin og tað serstakliga olju- feløgini og bretskir mynd- ugleikar fylgja boringini við stórum áhuga, tí eitt fund her kann fáa ávirkan á komandi leitivirksemið á øllum Atlantsmótinum. Tað kann seta gongd á fleiri boringar, sum annars eru ætlaðar seinni. Hinvegin kann enn eitt turt hol í økinum fáa negativa ávirk- an á komandi virksemið. Gongur væl hjá Hess Nr. 191 • hósdagur • 4. oktober 2001 • 75. árg. Samanlíknað við aðrar bilverksmiðjur er Saab ikki nøkur gomul fyritøka. Svenska Aeroplan Aktiebolaget, ið bleiv stytt til Saab, varð stovnað í 1937 í Trollhättan. Teir framleiddu flogfør, og tá eftirspurningurin eftir flogførum mink- aði nógv, eftir seinna heimsbardaga, løgdu teir ætlanir um eisini at framleiða bilar BILAR Magnus Gunnarsson Avgerðin um at framleiða ein lítlan, bíligan og hald- góðan bil bleiv tikin í 1945, og í 1946 var prototypan, Saab 92001, veruleiki. Ár- ið eftir blivu tríggir næstan eins bilar gjørdir, tó við smærri i broytingum. Í de- sember 1949 byrjar fram- leiðslan av álvara, tá Saab 92 við 2 syl. 2-takt motori, verða settir í framleiðslu. Fyrsta árið vórðu fram- leiddir 1.246 bilar, sum allir vóru grønir. Í 1955 kemur Saab 93 við 3 syl. 2- takt motori við 33 hk, og í 1960 kemur Saab 96 við 38 hk. Saab 95 og 96 fáa í 1967 ein Ford V4 motor við 65 hk. Genaral Motors eigur Saab Ein heilt nýggjur Saab 99 kemur á marknaðin í 1968 við 1.7 litur motori frá ensku Triumph bilavek- smiðjuni. Í 1978 kemur Saab 900, ið var ein Saab 99 við longri aksulfrástøðu. Saab komu við luksus bil- inum, Saab 9000, í 1984. Í 1989 keyptu General Mo- tors helmingin av parta- brøvunum í fyritøkuni, Saab Automoblies AB. Ein heilt nýggjur Saab 900 við Opel Vectra undir- vogni kom á marknaðin í 1994. Í dag eitur tann bilurin Saab 9-3 meðan tann størri eitur Saab 9-5. Nú er tað General Motors sum eigur Saab. Ganga undan við trygd Svensku bilarnir hava altíð gingið undan viðvíkjandi aktivari og passivari trygd í bilunum. Saab vóru til dømis fyrstir við diogonalt deildari 2-kreds bremsu- skipan, langt áðrenn tað var vanligt í øðrum bilum. Eisini hava svenskarar verið fyrstir við rullutrygd- arbeltum, varma í setrun- um, trygdar loftbetrekki, viskarum á lyktunum, trygdarbjálkar inni í hurð- unum, varmatráðir í bak- rútinum og koyriljós. Vitjan á Saab bilasavninum í Trollhättan Eftir at Saab í 1945 tóku avgerð um at framleiða bilar, stóð fyrsta prototypan klár í 1946. Saab 92001, ella URSAAB, sum bilurin eisini verður nevndur, er handgjørdur, mekanisku lutirnir komu frá øðrum bilmerkjum, so sum motorurin, ið er ein 18 hk 2- syl. 2-takt DKW motorur. Bilurin hevði framhjólsdrift og aerodynamiskt design, sum bleiv eitt eyðkenni fyri Saab bilarnar. Hesin bilurin er ikki renoveraður, tó at hann hevur koyrt nógvar túsund kilometrar sum royndarbilur. Saab 92001 innan. Hurðarnar eru hongslaðar í afturkant Fyrsta árið vórðu framleiddir 1246 Saab 92, ið allir vóru grønir, hetta fyri at lætta um arbeiðsgongdina C M Y K 13 12 -tað loysir seg