Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 54 - 18. mars 2009 - Nólsoy er ein frálík oyggj at búgva í, og bygdin hevur nógv at bjóða, men verða grundstykkini ikki gjørd byggibúgvin nú, kunnu ganga fleiri ár, áðrenn nakar aftur setur búgv í Nólsoy, sigur Guðrun Hansen, leiðari í barnagarðinum TRIVNAÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá Nólsoyar kommuna fyri góðum fýra árum síðani legði saman við Havnar kommunu, var mest sum klárt at fara undir byggibún­ ing av níggju nýggjum grundstykkjum eystanvert nýggja barnagarðin. Men enn liggur økið órørt, og tað eru nólsoyingar ikki ser­ liga fegnir um. ­ Vit hava longu mist tvær ungar barnafamiljur, sum eru rýmdar av oynni og sett búgv aðrastaðni, tí einki grundstykki er at fáa fatur á í Nólsoy, sigur Guðrun Han­ sen, leiðari av barnagarðin­ um í bygdini. Tað undarliga í hesum er eisini, at samstundis, sum ungar familjur einki fáa at búgva í, standa ikki færri enn 43 hús tóm í Nólsoy, og hóast einki er hjá myndug­ leikunum at gera við tað, er tað eitt paradoks. Men eitt er, sum myndug­ leikarnir kunnu gera nakað við, og tað er at gera grund­ stykkini byggiklár. ­ Nú lýsir kommunan við, at tey, sum hava áhuga í einum grundstykki í Nólsoy, skulu boða frá innan 16. mars við bankaváttan um, at tey hava fígging til grund­ stykkið. Og tað merkir bara eitt, og tað er, at einki grund­ stykki verður selt í Nólsoy nú, og tað skjýtur so ætlan­ ina um byggibúning fleiri ár út í framtíðina, sigur Guðrun Hansen. Hon fílist eisini á, at ætl­ anin við randarhúsunum er slept, tí hetta høvdu verið hús, sum fólk høvdu havt ráð at keypt. ­ Tey høvdu verið nógv bíligari, bæði í keypsprísi og í rakstri, sigur Guðrun Hansen. Framúr barnagarð Hon heldur, at alt hetta hendir samstundis sum Nólsoy hevur so ógvuliga nógv at bjóða ungum fam­ iljum. ­ Ferðasambandið er vorð­ ið ógvuliga gott og gevur rúm fyri so at siga øllum aktivitetum, sum Havnin kann bjóða. Ritan siglur hvørt kvøld klokkan 22 úr Havn, og tað gevur pláss fyri biograftúri, kvøldskúla og ørðum tiltøkum, sigur Guðrun Hansen. Og so nevnir hon eisini stovnin, har hon sjálv er leiðari. ­ Vit hava ein ljósan og góðan barnagarð, sum er nomineraður til 40 børn. Men tilgongdin er ógvuliga lítil. Í løtuni kunnu vit vænta tvey børn í vøggu­ stovu komandi árið, og tað er ikki nógv, sigur Guðrun Hansen. Hon nevnir eisini um­ hvørvið í Nólsoy, sum er ógvuliga barnavinarligt. Í barnagarðinum í Nólsoy – sum eitur Látrið – ganga tilsamans 35 børn. Tey eru býtt upp í tríggjar aldurs­ bólkar. ­ Vit hava í løtuni 11 børn í vøggustovu í aldrinum 0 til 4 ár, 11 børn í barna­ garðinum í aldrinum 4­7 ár og 13 børn í frítíðarskúlanum í aldrinum 7­10 ár, sigur Guðrun Hansen. Í Látrinum starvast átta fólk sum pedagogar og hjálparfólk, meðan trý fólk aftrat eru tengd at rein­ gerðini. Hava nógv at bjóða men... Guðrun Hansen er leiðari á ansingarstovninum Látrinum í Nólsoy Mynd: Álvur Haraldsen Barnagarðurin er nomineraður til 40 børn, og í løtuni eru tilsamans 35 børn á stovninum Mynd: Álvur Haraldsen Løgmaður vitjar Grønland Hans Enoksen, landsstýrisformaður í Grønlandi, hevur boðið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, og frú Jórun Johannesen á almenna vitjan í Grønlandi í døgunum 17. til 22. juni 2009. Á ferðini verða løgmanshjúnini gestir hjá grønlendska landsstýrinum í Ilulissat 17. juni til 19. juni. Í Ilulissat fara landsstýrisformaðurin og løgmaður m. a. at viðgera politisk mál og samstarvsmøguleikar. Síðani verð­ ur farið til Nuuk, har løgmaður luttekur í hátíðarhaldinum 21. juni, tá ið grønlendska Sjálvstýrislógin kemur í gildi. Tann 22. juni verður árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Hallo øll børn í Føroyum Hetta er heitið á sending fyri tey smærru børnini, sum verður at hoyra á Rás 2, fyrstu ferð í dag klokkan 17.15. Vertur í hesum barnasendingum er Annika Steintórsdóttir. Í fyrstu sendingini verður undirhildið við upplestri, sangi og práti. Vit fáa vitjan av tveimum fittum smágentum og Trølla Pætur og Omman koma eisini á gátt at siga søgur fyri børnunum. Sendingin er sum sagt tann fyrsta í røðini, og verður hon endursend hvønn leygardag kl. 10.00. Tað er Alvin Elleby Andersen sum er tøkningur.